fríggjadagur 27. mai 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 98 - 27. mai 2005
Eins og fuglurin Føn-
iks reis Liverpool úr
øskuni, og eftir 120
ómetaliga spennandi
minuttir kundi Liver-
pool aftur hevja
steypið við teimum
stóru oyrunum. Ein
tann mest spennandi
finalan í eitt manna-
minni varð spæld í
Istanbul mikukvøldið
CHAMPIONS LEAGUE
Stefan í Skorini
Tað var niður í dalin og upp
á tindin. Reint kensluliga
var Champions League fin-
alan mikukvøldið ikki fyri
fólk við veikum hjarta. So
ótrúligt sum tað ljóðar, so
var tað Liverpool, sum lá
omaná, eftir at Milan og
Liverpool høvdu dystast.
Hvør skuldi trúð, at Liver-
pool kundi venda gongdini
eftir at hava verið aftanfyri
3-0 ímóti AC Milan í einum
finaludysti? Um nakar, sum
er við síni fullu fimm, kann
vitna hetta, vil greinskrivarin
fegin hoyra frá viðkomandi.
Avrikið hjá Liverpool
mikukvøldið fer í søgu-
bøkurnar sum eitt eina-
standandi
"comeback".
Eingin hevur hevur afturút
við trimum málum og vent
gongdini fyri síðani at
vinna. Hetta var eisini mál-
ríkasta finala síðan 1962, tá
Benfica vann 5-3 á Milan.
Skelkandi byrjan
Grundvøllurin undir sigrin-
um hjá Liverpool í Champi-
ons League hevur verið ver-
juketan, sum í fleiri førum
hevur víst heimsklassa. Men
hendan verjan sveik full-
komiliga í fyrra hálvleiki.
Eftir bert 52 sekund
hevði AC Milan lagt seg
framum. Eftir at hava givið
bóltin upp sendi Traoré
bóltin fyri føturnar á Pirlo,
sum straks setti eitt álop í
verk, og tað endaði við, at
Kaka vann eitt fríspark í
høgra borði.
Deyðbólts-serfrøðingurin
Pirlo sendi lágt innfyri, har
liðformaðurin
Maldini
fluktaði bóltin í kassan.
Liverpool-verjan var tikin á
bóli í fyrsta minutti. Har
ein skriða er lopin, er onnur
væntandi, sigur orðatakið.
Milan hevði takið á dystin-
um fyri steðgin, og tað
skjóta álopsspælið hjá mil-
anesarum vísti seg at vera
ein ov stórur gloypibiti hjá
Liverpool.
Sum hálvleikurin leið,
var tað Milan, sum var
vandamiklari og skapti
fleiri málmøguleikar. Shev-
chenko fekk bóltin í kassa,
men tað var kolldømt vegna
sera tunna rangstøðu. Verj-
an hjá Liverpool hevði eis-
ini ilt við at fóta sær, og ser-
liga Traoré var fleiri ferðir á
tunnum ísi, tá Shevchenko
og Kaka royndu seg við
gjøgnumbrotum.
Móti endanum av hálv-
leikinum fór luftin úr ballón-
ini hjá Liverpool, og Milan
fekk tvey skjót mál. Fyrst
var tað Shevchenko, sum
varð sendur ígjøgnum í høg-
ra borði í einum skjótálopi.
Hann legði tvørturum til
Crespo, sum skoraði til 2-0.
Beint
frammanundan
hevði Garcia rópt um
brotsspark, tá Nesta nýtti
albogan at steðga bóltinum
inni í brotsteiginum. Hetta
vóru Liverpool-leikararnir
sera ónøgdir við, men
ístaðin fyri brotsspark og
møguliga 1-1, gjørdis tað
hinvegin 2-0 til Milan.
Ilt skuldi gerast verri, og
fáar minuttir seinni var 3-0.
Aftur var tað Crespo, sum
átti síðsta fótin á bóltinum.
Kaka legði eina perfekta
sending ígjøgnum verjuna
til Crespo, sum lyfti uppum
Dudek til 3-0.
Enska skommin
Fyri nøkrum árum síðani sá
eg eina dokumentar-send-
ing um enskar fótbólts-
hooligans, og hvussu teir
týggjaðu sær í Hollandi og
Belgia í EM 2000. Send-
ingin
kallaðist
"Enska
skommin", og eg helt, at
hetta var ein hóskandi yvir-
skrift til hesa greinina. Hes-
in spádómur varð tó so
dyggiliga
gjørdur
til
skammar í seinna hálvleiki.
Carlo Ancelotti, venjari hjá
Milan, lýsti løtuna sum
"seks svakir minuttir". Tað
tók nevniliga Liverpool
seks minuttir at venda 0-3
til 3-3. Besta comeback í
søguni
hjá
evropeisku
kappingini fyri meistaralið.
Eins og Liverpool hevur
Milan-liðið havt eina krút-
sterka verju, og hon hevur
fleiri ferðir borðið liðið
ígjøgnum dystir, tá álopið
ikki hevur riggað optimalt.
Men nú sveik hon brádliga.
Undrið
Hóast enska liðið var aftan-
fyri við trimum málum,
fullu teir ikki í fátt. Fyrst
var tað liðformaðurin Ger-
rard, sum minkaði um mun-
in til 3-1, tá hann stýrdi ein-
um innleggi frá Riise í
handara horn.
Tveir minuttir seinni var
tað Vladimir Smicer, sum
gjørdi tað veruliga spenn-
andi, tá hann úr 25 metrum
langaði ein bólt inn.
Nú fóru teir reyðu veru-
liga at trúgva uppá, at undr-
ið kundi henda. Og vit
skuldu bert bíða í fýra min-
uttir, tá Liverpool fekk
brotsspark. Milan Baros, ið
annars hevði tað ómetaliga
torført sum einsamallur
áleypari, fekk vart bóltin
væl inni í brotsteiginum og
legði fyri føturnar á Gerrard,
sum varð feldur av Gattuso.
Málverjin hjá Milan,
Dida, bjargaði í fyrsta um-
fari, men Xabi Alonso
fylgdi sjálvur upp og beindi
returin inn til 3-3.
Eftir hetta dovnaði dyst-
urin eitt sindur. Liverpool
tók seg longri aftur á vøllin
og hugsaði mest um at verja
javnleikin.
Milan hevði eisini tær
vandamiklaru
royndirnar
eftir hetta. Traorá bjargaði
til dømis einaferð á mál-
strikuni, tá Shevchenko
fangaði ein retur frá Dudek,
og Jon Dahl Thomassen
hevði eisini ein gyltan
møguleika eftir innlegg frá
Serginho.
Størsta møguleikan í øll-
um dystinum átti tó Shev-
chenko. Hann setti høvdið á
eitt innlegg frá Serginho,
sum Dudek bjargaði í fyrsta
umfari. Sheva fekk tó enn
ein møguleika at beina bólt-
in í netið, men 50 senti-
metrar frá málinum rakti
hann beint í krovið á mál-
verjanum, sum allarhelst
spældi sín síðsta dyst fyri
Liverpool.
Liverpool helt høvdið
kalt
Síðani varð farið til brots-
sparkskapping, og fleiri
vildu gera Milan til fav-
orittar enn einaferð. Milan
vann nevniliga eftir brots-
spørk ímóti Juventus fyri
tveimum árum síðani, og
Dida verður harumframt
mettur sum ein tann besti
málverjin í Evropa í dag.
Men hesuferð var tað
Liverpool, ið helt høvdið
kalt í avgerandi løtuni. Ser-
ginho sendi sítt skot oman-
fyri, og Dudek bjargaði
skotinum hjá Pirlo. Har-
ímillum hevði Hamann
skorað uppá sítt spark.
Síðani var tað danin Jon
Dahl Thomasson, og hann
skoraði tað fyrsta hjá
Milan.
Hin norðurlendingurin í
finaluni, John Arne Riise,
megnaði ikki at skora, tá
Dida sera akrobatiskt fekk
tveitt seg niður í høgra horn
og bjargað.
Síðani kundi Milan javn-
að, og tað gjørdi Kaka uttan
stórvegis trupulleikar. Liv-
erpool átti tó eitt skot til
góðar, og tað setti Smicer
(spælir helst eisini sín
síðsta dyst fyri Liverpool)
trygt í netið.
Um ikki Shevchenko
skoraði tað fimta og síðsta
brotssparkið hjá Milan,
hevði Liverpool vunnið
finaluna. Stjørnuáleyparin
hjá Milan var ikki nóg
kaldur, og Dudek bjargaði
skotinum. Harvið gjørdist
Liverpool Champions Lea-
gue vinnari anno 2005.
Ímóti øllum oddsum og
metingum hevur Rafael
Benitez gjørt eitt bragd og
ført steypið við teimum
stóru oyrunum aftur til An-
field. Hetta var fimti sigur-
in hjá Liverpool í hesi
kapping, og tí fær felagið
steypið til ognar.
Nú skal UEFA gera av,
um Liverpool sleppur at
verja heitið. Liverpool end-
aði nevniliga á fimta plássi
í Champions League, og
tað gevur ikki atgongd til
Champions League. Enska
fótbóltssambandið hevur
gjørt av, at fýra tey fremstu
fara víðari, og at einki
undantak verður gjørt.
Nú setur Liverpool sína
vón til, at UEFA fer at loyva
vinnaranum 2005 at vera
heitið komandi kappingarár.
Hetta málið verður avgreitt,
áðrenn vikan er liðin.
Liverpool fekk steypið til ognar
Ein fantastiskur og ótrúligur
fótboltsdystur er av. Liverpool
hevur fyri fimtu ferð vunnið
europeisku meistarakapping-
ina, og Steven Gerrard, sum
við málið sínum gav liðnum
trúnna upp á sigurin, kann
hevði steypið móti turkiska
himmalinum
Mynd: Reuters