hósdagur 14. september 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JOHN JOHANNESSEN
Uppskotið hjá Fólkaflokk-
inum um at hækka botnfrá-
dráttin í skattinum hjá lág-
og miðalinntøkunum fær
góða undirtøku millum and-
støðuflokkarnar.
Formenninir í teimum
trimum andstøðuflokkunum
taka allir fult undir við
grundhugsjónunum í upp-
skotinum.
Vil viðgera nærri
Jóannes
Eidesgaard
úr
Javnaðarflokkinum heilsar
uppskotinum vælkomnum
og býðir sær at viðgera upp-
skotið nærri saman við
Fólkaflokkinum, soleiðis at
eitt gott úrslit kemur burt-
urúr.
Javnaðarflokkurin hevur
sambært Jóannes Eides-
gaard seinastu tíðina arbeitt
við einum líknandi uppskoti
og er til reiðar at tengja tað
saman við tí hjá Fólkaflokk-
inum, um neyðugt.
– Hevur Óli Breckmann
hug at føra hetta uppskotið
út í verki, er bara hjá honum
og Fólkaflokkinum at koma
til arbeiðis, staðfestir Jóan-
nes Eidesgaard.
Skattalætti neyðugur
Edmund Joensen úr Sam-
bandsflokkinum sigur seg
avgjørt vera sinnaðan at
tosa nærri við Fólkaflokkin
um uppskotið.
– Tað er einki at ivast í,
at ein skattalætti til tey lág-
løntu er neyðugur, og tí taka
vit sjálvsagt undir við ein-
um slíkum uppskoti, sigur
Edmund Joensen.
Jenis av Rana úr Mið-
flokkinum sigur seg eisini
kunna taka undir við einum
uppskoti, ið er til fyrimuns
fyri tey veiku.
Formaðurin í Miðflokk-
inum vísir á, at hóast tað
stendur í samgonguskjalin-
um, at virkast skal fyri
skattalætta, hevur hetta hig-
artil bert verið til fyrimuns
fyri tey meira mentu. Í hes-
um sambandi sipar Jenis av
Rana til partafelagsskattin,
sum er endurskoðaður.
– Men at Fólkaflokkurin
nú kemur við einu uppskoti,
ið hjálpir teimum veiku, er
bara gott, staðfestir Jenis av
Rana.
Samgongan varin
Tjóðveldisflokkurin
og
Miðflokkurin, sum umframt
Fólkaflokkin eru í sam-
gonguni, eru varnir og taka
ikki uttan fyrilit undir við
uppskotinum frá Fólka-
flokkinum.
Høgni Hoydal úr Tjóð-
veldisflokkinum vísir á, at
føroyski búskapurin er
ovurupphitaður í løtuni, og
tí eiga vit at vera varin við
at lækka skattin uttan fyrilit.
Men Høgni Hoydal tekur
undir við grundhugsjónini
JOHN JOHANNESSEN
Niels Helveg Petersen skal
um átta dagar skrivliga
svara
báðum
føroysku
fólkatingslimunum
og
fólkatinginum, um hví hann
sigur fyri landsstýrinum, at
Føroyar skulu hava her fyri
at gerast limur í Partnership
for Peace.
Ein kelda, sum stendur
NATO nær, hevur í brævi
Breið undirtøka fyri
skattaábót
Allir tríggir andstøðuflokkarnir taka undir við uppskoti Fólkafloksins um skatta-
ábøtur fyri fólk við lág- og miðalinntøkum
um, at skattapolitikkurin
skal broytast, soleiðis at
hann kemur teimum lág-
løntu til góðar.
–4Tað ber ikki til, at ar-
beiðsfólkini skulu bera
byrðuna,
meðan
onnur
kunnu vinna stórt uppá at
umseta fiskidagar og fiski-
loyvi, uttan at tað kemur
almenninginum til góðar,
staðfestir Høgni Hoydal.
Tjóðveldisflokkurin vil
sambært Høgna Hoydal til
eina og hvørja tíð viðgera
føroyska skattapolitikkin,
men hann roknar ikki við,
at Tjóðveldisflokkurin uttan
Helveg
skal standa
skúlarætt
Báðir teir føroysku fólkatingslimirnir
hava sent danska uttanríkisráðharran-
um skrivligan fyrispurning um NATO
málið
gjørt landsstýrinum greitt, at
Føroyar saktans kunnu
gerast limir í Partnership for
Peace.
uttan
at
hava
vápnaða megi.
Tá svarið kemur frá Niels
Helveg Petersen, verður tað
roknað sum eitt svar til alt
fólkatingið. Tí kann hann
koma í trupulleikar, um
hann
gevur
skeivar
upplýsingar.
fyrilit fer at taka undir við
uppskotinum hjá Fólka-
flokkinum.
Sámal Petur í Grund úr
Sjálvstýrisflokkinum
heldur ikki, at tað ber til at
lækka skattin samstundis
sum vit arbeiða fyri at fáa
fullveldi og samfelagið er
ovurupphitið.
Vit skulu í staðin miðja
eftir at fáa brúkt hvørja
skattakrónu betur, heldur
Sámal Petur í Grund.
Men Sámal Petur í Grund
tekur kortini undir við
grundtankanum hjá Fólka-
flokkinum um, at botnfrá-
drátturin skal lækkast. Tað
skal bara ikki vera júst nú.
Tí fer Sjálvstýrisflokkur-
in ikki at atkvøða fyri upp-
skotinum, um tað kemur á
tingborð.
Karsten skal leggja
tað fram
Óli Breckmann, sum vegna
Fólkaflokkin stendur aftan
fyri uppskotið, ætlar sær
ikki at leggja uppskotið fyri
tingið.
– Uppskotið er eitt signal
til Tjóðveldisflokkin um, at
samgonguskjalið skal hald-
ast, sigur Óli Breckmann.
Formaðurin í Fólkaflokk-
inum heldur, at tað eigur at
vera Karsten Hansen, lands-
stýrismaður í fíggjarmálum,
ið leggur fram uppskot um
at lækka skattin, sum sam-
gonguskjalið eisini staðfest-
ir.
Grein 4 og 5 í samgongu-
skjalinum siga, at skatta- og
avgjaldstrýstið á húsarhald
og framleiðslu skal linkast,
og skattafría grundupp-
hæddin skal vera so høg
sum møguligt.
Kom uppskotið hjá Óla Breckmann um skattalætta fyri
tingið, hevði tað uttan iva verið samtykt av breiðum
meiriluta í andstøðu
22. oktober hevur Føroya
Symfoniorkestur sína ár-
ligu heystkonsert. Henda
konsertin verður heldur
fjølbroyttari enn vanligu
symfonikonsertirnar. Á
skránni vera fýra verk.
Byrjað
verður
við
serenatu fyri 13 blásarar
av Richard Strauss. Her
fáa træblásararnir ein
møguleika at vísa teir
ljómmøguleikarar, sum
liggja í »træblásaradeild-
ini« í einum symfoniork-
estri. Verkið er fyri tvær
floytur, tvær oboir, tvær
klarinettir, tvær fagottir,
fýra horn og kontrafag-
ott/kontrabass.
Næsta verkið á skránni
er kenda violinkonsertin
eftir Felix Mendelsohn
við Sámali Petersen sum
solisti. Kanska kendasta
og mest spælda verkið
Árliga heystkonsertin
hjá Symfoniorkestrinum
fyri violin og orkestur úr
romantiska tíðarskeiðin-
um.
Eftir steðg verður eitt
annað forkunnugt verk á
skránni. Her fáa „mess-
ingblásararnir“ í orkestr-
inum annan ljóm-møgu-
leikan í einum symfoni-
orkestri. Hetta verkið
eftir Chris Hazell hevur
heitið Three Brass Cats
og
Another
Cat,
KRAKEN fyri trompetir,
trombonir, waldhorn og
tuba.
Seinasta
verkið
á
skránni er Pastoral suita
eftir svenska tónaskaldið
Lars Erik Larsson. Ein
tónamálningur
av
svenska
landslagnum.
Samanumtikið ein sera
áhugaverd og avbjóðandi
skrá, sum vit vóna verður
væl vitjað og móttikin.
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 176 - 14. september 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Rúnar Reistrup
Dia Midjord
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður: Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Ein provokatión móti
føroyingum og skynsemi
SEINASTA brævið frá løgmanni til forsætis-
ráðharran um komandi samráðingarumfar
vísir greitt, at landsstýrið – ella løgmaður – vil
hava samráðingarnar lidnar. Í øllum førum eftir
verandi leisti. Harafturat kann brævið lesast
sum ein provokatión, tí samráðingarnar verða
í Keypmannahavn og ikki í Føroyum, sum
stjórnin skal hava lovað, tá partarnir sam-
ráddust seinast.
ENN hava vit ikki hoyrt, hvat danska stjórnin
sigur til, at landsstýrið ikki vil samráðsat um
eina búskaparliga skiftistíð, tí hesa skiftistíð
ætlar landsstýrið at klára uttan danska lut-
tøku. Heldur ikki hava vit hoyrt, hvat stjórnin
sigur til, at trý øki skulu samráðast upp á
pláss undan samráðingunum tann 26. oktob-
er. Hesum skulu embætismenn og ráðharr-
arnir á hesum økjum standa fyri. Men neyvan
fer stjórnin glaðbeint at góðtaka hetta útspæl
løgmans.
TAÐ kann tykjast, at landsstýrið provokerar
donsku stjórnina við hesum uppskotinum um
samráðingargongd. Men í øllum førum provo-
kerar landsstýrið okkara fólkavalda ting. Av-
talað er, at uttanlandsnevndin hjá Løgtingin-
um skal hava allar týðandi upplýsingar um
samráðingarnar og tilgongdina í fullveldisætl-
anini. Okkum er upplýst, at uttanlandsnevndin
er ikki kunnað um seinasta brævið frá lands-
stýrinum til stjórnina. Heldur ikki er uttanlands-
nevndin kunnað um nógv umrøddu brøvini til
ST og NATO, sum landsstýrið kortini roynir at
tileinkisgera. Framferðin í hesum trimum før-
um bøtir ikki um umdømi landsstýrisins, sum
frammanundan ikki er serliga gott. Sambært
seinastu veljarakanningini hevur landsstýrið
ikki meirilutan aftan fyri seg í Løgtinginum.
Heldur ikki fær landsstýrið meiriluta fyri full-
veldisætlanini.
AT løgmaður ger støðuna upp er skilligt. Hann
og tegnar hans kunnu ikki eina fjórðu ferð
koma frá samráðingum sum av torvheiðum.
Nú má eitt veruligt frambrot henda, um hald-
ast skal fram eftir tí løgdu kósini. Men spurn-
ingurin er, um landsstýrið ikki hevur gjørt støðu
sína verri við hesum seinasta brævinum, og
við ætlanini at halda skiftistíðina uttan fyri
samráðingarnar.
TAÐ undrar óivað bæði stjórn og føroyingar
sum heild, at landsstýrið skal sjálvt klára
skiftistíðina, tí hon hevur verið og fer at verða
størsti spurningurin. Ein føroyskur búskapar-
grunnur fer ikki – hóast nógv fløðir í lands-
kassan – at fáa eina slíka stødd, sum er
neyðug, um hann skal vera búskaparliga bol-
verkið og gjalda hallið í landskassaroknskap-
inum, tá tann fýra ára langa skiftistíðin er farin
afturum. Brævið og ætlan landsstýrisins tykist
tí at vera ein provokatión móti føroyingum og
vanligum skynsemi.
Fríggjamorgunin kl.
08.50 verða olympisku
leikirnir settir í Sydney í
Australia. Sjónvarp
Føroya fer at senda
haðani beinleiðis í
tríggjar tímar.
Olympisku leikirnir fara
eisini at seta dám á skránna
Leygardagin 7. oktober verð-
ur Hotel Føroyar karmur um
ein tvørkirkjuligan bønardag.
Byrjað verður við morgun-
mati (kaffi/te og rundstykkj-
um) kl. 09.00. Ætlanin er at
halda á til í mesta lagi kl.
14.00. Undir dagsheitinum:
„EITT LIVANDI SAMFE-
LAG“ savnast trúgvandi úr
øllum landinum til bøn fyri
landi og fólki okkara. Hug-
sjónin er, við minst 1000
hjá sjónvarpinum komandi
vikurnar. Sjónvarpið hevur
avgjørt at samsenda við
Danmarks Radio, sum teir
næstu 14 dagarnar fer at
senda einar 300 tímar frá
OL í Sidney.
OL-skráin hesar dagarnir
fer at liggja rættuliga føst:
Sjónvarpið byrjar hvørt
Sjónvarpið sendir OL úr Sydney
kvøld kl. 23.00 at samsenda
við DR og senda út í eitt til
kl. 13.00 dagin eftir.
Kl. 17.30 hvørt kvøld
verður so ein samandráttur
av tí, sum er hent um nátt-
ina.
Hvørt kvøld kl. 22 verður
ein tími við undirhaldi, har
tilfarið hevur eitthvørt sam-
band við OL, og aftaná tað,
kl. 23 verður so aftur sent
beinleiðis úr Sydney til kl.
13 dagin eftir.
Hetta verður so lagið teir
næstu 14 dagarnar til 1.
oktober tá leikirnir enda.
Tvørkirjuligur bønardagur
á Hotel Føroyum
forbiðjarum, at gera veg fyri
Guðs ríki og vilja Hansara
inn í alt okkara samfelag so-
leiðis at vit gerast eitt ljós fyri
aðrar tjóðir, og at vit sam-
stundis gerast ein útsending-
armiðdepul fyri heimsmissi-
ón.
Stigtakarar eru Dánial
Gaardlykke úr Saltangará og
Frank Jacobsen úr Tórshavn.
Tiltakið er óheft av øllum
samkomum/kirkjum í landin-
um. Ein fimm manna ar-
beiðsnevnd er sett at taka sær
av tí praktiska arbeiðinum. Í
nevndini sita: Dánial Gaard-
lykke, Stanley Olsen, Frank
Jacobsen, Eivinn Bringsberg
og Jaspur Johannesen.
Við yvirnevnda arbeiðs-
setningi heitir nevndin á
lesaran at vera við at vinna
land og fólk okkara fyri
Kristus. Kostnaðurin fyri at
luttaka er kr. 55,- við morg-
unmati íroknaðum. Byrjað
verður at biðja kl. 10.00.
Biðið verður fyri viðkomandi
samfelagsviðurskiftum,
politisku støðuni, missión,
reinleika og Ísrael, umframt
øðrum viðkomandi evnum.
Tú kanst tekna teg til luttøku
við at flyta kr. 55,- til:
1000 F.F.F., konto nr.
1313403 í Føroya Sparikassa
og viðmerkja navn títt á
inngjaldið.
Vit spyrja ikki um aldur. Vit
spyrja ikki um kyn. Hava tit
spælt áður, ella hava hug at
taka lut í felagsspæli, so eru
tit vælkomin í Havnar Horn-
orkestur.
Soleiðis sigur hornorkestr-
ið í tíðindaskriv í sambandi
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og á annan hátt stuðlaðu, tá okkara kæra kona,
mamma og omma
LYDIA JONA JOHANNESEN
doyði og varð jarðað.
Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á Landssjúkra-
húsinum og øll tey, sum vóru um hana til tað sein-
asta. Tøkk til prestar, kirkjutænarar, sangarar,
gravara og øll tykkum, sum á ein hvønn hátt hjálptu
til í sambandi við jarðarferðina. Tøkk fyri blómur,
kransar og uppringingar. Eina hjartans tøkk til øll
tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíld-
arstað.
Familjunnar vegna
Christian, børn og ommubørn
Havnar Hornorkestur venur aftur
við, at venjingarnar nú byrja
aftur. Havnar Hornorkestur er
eitt sera virkið felag. Higartil
í 2000 hevur Havnar Horn-
orkestur spælt til umleið 15
ymiskar almennar framførsl-
ur. Venjari hjá orkestrinum er
Ove Olsen.
13. februar ár 2003 verður
Havnar Hornorkestur 100 ár.
Hetta verður hátíðarhildið á
ymiskan hátt, og heldur or-
kestrið, at tað hevði verið
stuttlig, um TÚ eisini vart við.
Havnar Hornorkestur ven-
ur á Havnar Skansa kl. 2000
til 2200, mánakvøld og hós-
kvøld.
Tey, ið vilja vita meira,
kunnu tit ringja til Kára á
316585, Jonhard á 315154,
ella Olaf á 315915. Eisini ber
til at koma á Skansan
áðurnevndu tíðarskeið.
Í dag eru 54 ár síðani, at ein
demokratiskur meiriluti av
Føroya fólki samtykti, at land
okkara frá hægstu fjallatind-
um til ytstu havmið skuldi
gerast eitt sjálvstøðugt ríki,
sum skuldi luttaka í altjóða
samstarvi við onnur ríki í
tann mun, sum tað kundi
gagna tjóð okkara.
Síðani hava vit mangan á
hesum degi havt samkomur,
har vit hava minst til henda
varða í søgu okkara. Men í
dag verður lítið gjørt burtur
úr.
Orsøkin til hetta er tann
einfalda, at hvørt er til sína
tíð. Ein er tíðin til at minnast
gomul brøgd, ein onnur er at
fremja nýggj.
Tað sum vit samtyktu í
1946 verður nú sett í verk.
Tað sum hent er, er tað ein-
falda, at eftir okkara fólka-
atkvøðu í 1946 kom ein
sendinevnd
við
teimum
fremstu donsku politikar-
unum til Føroyar við ferða-
mannaskipinum Hroar. Teir
høvdu fundi við føroysku
politikararnar, og teir góvu
teimum tað lyfti, at vit skuldu
fáa allan tann studning sum
vit skoyttu um, um so var, at
vit ikki settu fólkaatkvøðuna
í verk.
Hesum trúðu nóg nógvir
føroyskir politikarar, og tí
løgdu teir fólkaatkvøðuna á
ís og royndu at samstarva við
donsku stjórnina.
Tað sum síðani er hent vita
vit øll.
Tá vit í 1992 veruliga
komu í trupulleikar og høvdu
brúk fyri hjálp, tá kom eingin
hjálp frá Danmark. Tá róku
teir donsku politikarnir spott
á okkara samráðingarmenn
og beittu donsku fjølmiðlar-
nar efir teimum. Vit vóru lýst-
ir sum nakrir ræðuligir nass-
arar, tá okkara politikarar
púra einfalt vildu hava danir
til at halda tað, teir høvdu
lovað okkum.
Tað er greitt, at eitt slíkt
lyftisbrot fær sínar avleiðing-
ar. Í Føroyum hendi tað, at
tann 30. apríl 1998 atkvøddi
ein stórur meiriluti av løg-
tingsveljarunum fyri flokk-
um, sum vildu seta í verk eina
skipan av sama slag sum ta,
Ísland fekk við Danmark í
1918. 1. desember 1918 gjørd-
ist Ísland eitt sjálvstøðugt
ríki, sum kundi reka sín egna
uttanríkispolitikk.
Eina slíka skipan er tað,
sum vit nú fara at fáa okk-
um, og tí bendir alt á, at næsti
14. september verður hildin í
einum frælsum Føroyum,
sum hevur sett fólksins vilja
í verk.
Zakarias Wang
Viðmerking:
14. september