hósdagur 14. september 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 176 - 14. september 2000
Nr. 176 - 14. september 2000
3ár
6ár
10 0 . 0 0 0 K M
ELLA
MÓTI RUSTI
P/f Esmar Simonsen
Tel. 44 44 05 ¥ Fax 44 46 29
- ein skilagóð avgerð!
168.700,-
99.985,-
Júst nú er tann nýggi Nubira Stationcar heimkomin - og teir italsku designararnir
hava gjørt tað aftur. Nubira er nú flottari enn nakrantíð.
Útsjóndin er ikki tað einasta góða við Nubira. Bilurin er á tremur av hentari útgerð
m.a. sentrallás, servostýring, el-rútar, eldrivin/hitaði síðuspegl, tónaðir rútar og við-
litaðir kúfangarar. Nubira Stationcar hevur harafturat eitt av størstu viðførisrúmum
í mun til aðrar bilar í sama flokki (1.840 litrar við niðurløgdum setrum).
Sjálvandi fylgir 3 ára verksmiðjugaranti/100.000 km og 6 ára rustgaranti við Daewoo
bilinum.
Komið inn á gólvið hjá Esmari Simonsen á Kambsdali og royn Nubira.
Nubira Stationcar úr bert 168.700 kr. Nubira Sedan úr bert 158.700 kr.
Vælkomin!
Matiz er ein fittur og handligur
5-hurða mini MPV við sentrallás,
el-rútar og servostýring.
Úr
119.985,-
Lanos 1,3 ella 1,5.
Rúmligur og fjølbroyttur.
(í klassa viðToyota Corolla).
Úr
Luksusbilar
við smáum
prísum...
Nubira Stationcar úr bert
Sum sedan úr 158.700,-
ÁKI BERTHOLDSEN
Nú verður eitt stórt ar-
beiðspláss afturat skapt í
Vági. Tí nú er greitt, at tað
stóra flakavirkið í Vàgi skal
latast uppaftur.
Hetta er niðurstøðan av
einum fundi í farnu viku
ímillum Vágs Býráð og Før-
oya Fiskavirking.
Vágs Býráð hevði annars
gjørt av, at bleiv arbeiði ikki
aftur á tí stóra flakavirk-
inum í Vági, varð sáttmálin
við Fiskavirking sagdur upp
og so noyddust Fiskavirk-
ing at taka flakavirkið niður.
Vágs Býráð vildi ikki
longur hava tað stóra stykk-
ið, sum virkið stendur á,
liggjandi til onga nyttu
longur.
Áhugi var fyri tí 6.000
fermetra stóra stykkinum,
sum flakavirkið stendur á.
Og fyrr í summar gjørdi bý-
ráðið av, at megnaði Fiska-
virking ikki at seta virkið
ígongd aftur, og eydnaðist
tað ikki at leiga tað út, vildi
býráðið hava virkið burtur-
beint, so at onkur annar
kundi fáa nyttu av stykk-
inum.
Fyrireikingarnar til at siga
sáttmálan upp vóru longu so
smátt byrjaðar, men áðrenn
endalig stig vórðu tikin,
skuldi fundur vera ímillum
Fiskavirking og Vágs Býráð
um málið.
Nú verður
aftur arbeiði
á í stóra
flakavirkinum
í Vági
Eydnast tað ikki at leiga gamla
Polarfrost út, fer Fiskavirking sjálv
undir onkra framleiðslu á tí stóra
flakavirkinum í Vági
Hesin fundurin var í farnu
viku, og bæði Meinhard Ja-
cobsen, stjóri á Fiskavirking
og Jógvan Krosslá, býráðs-
formaður í Vági, eru samdir
um, at hetta var ein góður
fundur.
Niðurstøðan av fundinum
er, at flakavirkið verður
undir øllum umstøðum latið
uppaftur einaferð í næstum.
Tað gjørdi fiskavirking
greitt á fundinum.
Stjórin á Fiskavirking sig-
ur, at samráðingar eru við
áhugaðar um at leiga virkið.
Men spyrst onki burturúr
teimum samráðingunum,
fer Fiskavirking sjálv undir
onkra framleiðslu á virkin-
um.
Virkið í Vági hevur staðið
stilt í fleiri ár nú, so tað
krevur ymsar ábøtur.
Eitt nú lekur takið og tað
skal nú gerast, umframt at
aðrar umvælingar eru neyð-
ugar. Annars er virkið í
hampiliga góðum standi
innan. Men tað er so mikið
stórt, at talan verður altíð
um umvælingar, sum kosta
eitt sindur.
Meinhard Jacobsen sigur,
at ætlanin er at fara undir
umvælingarnar í ár.
-So fáa vit at síggja,
hvussu leikur fer, sigur
hann.
Hann vil tí ikki siga, nær
virkið verður latið uppaftur.
-Vit samráðast um at leiga
Nú verður tað kanska aftur sum í gomlum døgum í Vági. Eftir at hava ligið stilt í fleiri ár, er nú tann dagur farin at
nærkast, har tað aftur verður arbeiði á gamla Polarfrost í Vági. Her er tað gamli vágstrolarin Brimborg, sum liggur
við bryggju
virkið og tær samráðingar-
nar mugu ganga sína gongd.
Men spyrst onki burturúr
teimum, ætla vit sjálvir at
fara undir onkra fram-
leiðslu, men akkurát nær tað
verður, er ringt at siga.
Tað tykist tó vera greitt,
at tað verður í eini ikki alt
ov fjarðari framtíð, at ar-
beiði verður aftur á virk-
inum.
Stjórin á Fiskavirking vil
heldur ikki siga, hvørja
framleiðslu, hann hugsar
um at fara undir í Vági.
Men hann sigur, at Fiska-
virking hevur nógv fleiri
møguleikar nú, enn hon
hevur havt, tí hon er betri
fyri fíggjarliga, enn hon
hevur verið.
- Vit eru ikki longur ein
fyritøka sum ekur á knø-
unum fíggjarliga, og tað
gevur okkum vissar møgu-
leikar, sum vit ikki hava
havt, sigur hann.
– Men tað er í øllum før-
um greitt, at talan skal vera
um eina framleiðslu, sum
kastar nakað av sær, tí
Fiskavirking fer ikki í holt
við eitt undirskotsvirki.
Stjórin
leggur
eisini
afturat, at virkið í Vági er
so stórt, at skal nakað virk-
semið vera í tí yvirhøvur,
verður tað altíð talan um
nógv virksemi fyri at tað
skal bera seg.
ÁKI BERTHOLDSEN
Enn røkist onki fyri at dag-
røktarmammurnar í Kolla-
firði fara aftur til arbeiðis í
bræði.
Ósemjan ímillum dag-
røktarmammurnar og og
kommununa nívir fast, tí til-
samans eru tað eini 75 børn,
sum ikki sleppa í dagrøkt
hjá teimum 15 dagrøktar-
mammunum í Kollafirði.
Børnini eru í aldrinum frá 0
til 10 ár.
Samstundis er verkfallið
hjá teimum eisini víðkað, so
at allir limir í Føroya Ar-
beiðarafelag, sum arbeiða
hjá Kollafjarðar Kommunu,
eisini eru farnir í verkfall.
Tað ber m.a. í sær, at
hvørki skúli ella svimjihyl-
ur eru vaskað í eina viku,
umframt at annað kommu-
nalt arbeiði heldur ikki er
gjørt hesa tíðina.
Og nú verkfallið hjá dag-
røktarunum fer inn í triðju
vikuna í dag, heldur Inge-
borg Vinther, at tíðin er
búgvin til at leggja harðari
trýst á kommununa fyri at
fáa semju um ein sáttmála.
Men akkurát, hvørji tiltøk,
hon hugsar um, kann hon
ikki siga enn.
Ov lítið í løn
Ein av dagrøktarmammun-
um, Miriann Dam, sum eis-
ini er talskvinna hjá teim-
um, sigur, at verkfallið er
fyrst og fremst ein spurn-
ingur um løn.
– Dagrøktarmammurnar í
Kollafirði hava ongan sátt-
mála havt í 12 ár. Og vit fáa
enn somu løn, sum vit fingu
fyri 12 árum síðani.
– Í meiri enn eitt ár hava
vit roynt at fáa sáttmála við
kommununa, men til fá-
nýtis. Tí er bikarið nú flotið
yvir og vit eru farnar í verk-
fall.
Dagrøktarmammurnar í
Kollafirði fáa 2.588 krónur
um mánaðin fyri hvørt
barnið. Men ein triðingur av
tí eru til útreiðslur, sum
standast av at hava børn í
dagrøkt, eitt nú til mjólk,
mat og til útreiðslur, sum
standast av at røkja húsini,
tí tey slítast illa av at hava
børn í dagrøkt.
– Sostatt er sjálv lønin
bara góðar 1.720 krónur um
mánaðin fyri hvørt barnið.
Og arbeiðsdagurin er 10
tímar og 15 minuttir.
Miriann Dam sigur, at
kommunan hevur bjóðað
dagrøktarmammunum tað
sama, sum tey fáa í Havnini.
Tvs, at tær skulu fáa 3.400
krónur um mánaðin fyri tey
smærru børnini ímillum 0
og trý ár og 2.700 krónur
fyri tey størru børnini yvir
trý ár.
– Grundin fyri at gjaldið
í Havnini er minni fyri tey
størru børnini er, at býráðið
vil heldur eggja foreldrun-
um til at koyra børnini í
barnagarð. Tað skal eisini
vera minni stríð av at hava
eitt størri barn í dagrøkt enn
eitt minni.
– Men í Kollafirði er ong-
in barnagarður. Og tey, sum
siga, at tað er minni stríð av
einum størri barni enn av
einum minni, kunnu ikki
vera fólk, sum eiga børn.
– Tí vilja vit hava tað
sama í løn fyri øll børnini
og tað skal vera góðar 3.000
krónur um mánaðin fyri
barnið, sum er miðalgjaldið
fyri eitt barn í Havnini.
Men hesum kravi hevur
Kommunan blankt víst
aftur. Og í løtuni veit ongin,.
hvussu tað slepst víðari
Vilja ikki fara
aftur til arbeiðis
– Onki røkist fyri,
at 75 børn í
Kollafirði sleppa
aftur í dagrøkt
Miriann Dam er talskvinna hjá dagrøktarmammunum í Kollafirði. Nú hevur hon bara
dukkurnar eftir. Børnini, sum plagdu at spæla við dukkurnar eru komin í klemmu í millum
kommununa og dagrøktarmammurnar. Dagrøktarmammurnar hava ongan sáttmála og
lønin hjá teimum er ikki broytt í 12 ár, og tað vilja tey hava í rættlag nú
Mynd: Jens K. Vang