Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 7 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 176 - 14. september 2000 Nr. 176 - 14. september 2000 EYÐUN KLAKSTEIN Tað fer at leggja størri trýst á Leirvíksfjarðaleiðina, at Eimskip nú er givið at sigla til Klaksvíkar. Hvørja viku hevur Eim- skip flutt millum 10 og 20 byngjur úr Klaksvík, og hesar byngjur skulu fram- yvir flytast bæði aftur og fram um Leirvíksfjørð. Frammanundan siglir Dúgvan á tremur við fólki og bilum, og tí kemur byngjuflutningurin at økja trýstið á hesa farleiðina. – Klaksvíkar býráð kann ikki góðtaka, at útflutning- urin fer at økja trýst á Leir- víksfjarðaleiðina og at Klaksvíkar Havn missir inntøkur, sum tað hevur rætt til, sigur Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík. – Dúgvan siglir sum er á tremur næstan hvønn túr, men vit ætla at klára farmin hjá Eimskip eisini. Um tað verður neyðugt, kunnu vit sigla eykatúrar, sigur Heini á Borg, leiðari av Farma- leiðum hjá Standferðsluni. Tænastan Eimskip er farið at brúka tvey nýggj skip, sum bæði eru størri og sigla skjótari enn skipini, sum felagið brúkti frammanundan. Hetta ger, at Klaksvík er tikið av ferðaætlanini. Eimskip hevur tó lovað, at felagið fer at bjóða somu tænastu til síni viðskiftafólk í Klaksvík, og hendan tæn- Leggur trýst á Dúgvuna Eimskip er givið at sigla til Klaksvíkar, og tí skulu byngjurnar, sum felagið flytir úr Klaksvík, umvegis Leirvíksfjørð og koyrast til Havnar. Klaksvíkar býráð er misnøgt við støðuna astan verður, at felagið koyrir byngjurnar suður til Havnar við trailarum. –4Sjálvandi er tað ein fyrstafloks tænasta, at skip- ið kemur í havn eftir farm- inum, men vit ætla at gera alt fyri, at okkara kundar í Klaksvík framyvir eisini fáa eina góða tænastu, sigur stjórin á Eimskip, Linda Gunnlaugsdóttir. Eimskip vil ikki upplýsa, hvussu nógvan farm felagið hevur flutt úr Klaksvík sein- astu tíðina, men Sosialurin skilir, at tað vanliga er talan um millum 10 og 20 byngj- ur. – Vit ætla at brúka Strand- ferðsluna, og vit fara eisini at samstarva við tey, fyri at fáa hetta at bera til, sigur í senn, og tí hjálpir tað, um tað ber til at flyta byngjur leypandi gjøgnum fleiri dagar, heldur hann. Ágóðin av útflutninginum Klaksvíkar býráð hevur havt fundarvirksemi um støðuna, sum er íkomin, eftir at Eimskip boðaði frá, at tað fór at gevast at sigla til Klaksvíkar. – Vit kunnu ikki góðtaka, at tað verður lagt enn størri trýst á Dúgvuna, sum frammanundan hevur trup- ult við at klára flutningin. Og vit kunnu heldur ikki góðtaka, at Klaksvíkar havn ikki fær fíggjarligan ágóða av tí útflutninginum, sum er úr Klaksvík, tá vit nú hava gjørt stórar íløgur í havnina, sigur Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaks- vík. – Tí fer hvørki havna- nevndin ella Klaksvíkar bý- ráð at góðtaka hesa støð- una, og vit fara at venda okkum til skipafeløgini og stjórin á Eimskip. Flyta so hvørt Dúgvan siglir hvønn dag um 10 túrar millum Klaksvík og Leirvík, men um tað verður neyðugt við eykatúrum framyvir, ætlar Strand- ferðslan at sigla meira. –4Sjálvandi kemur tað at merkjast, at Eimskip skal flyta byngjurnar við Dúgv- uni, men eg kenni meg vís- an í, at vit fara at klára hend- an flutningin eisini, sigur Heini á Borg. Eimskip siglir úr Føroy- um leygardag, og Heini á Borg heldur, at møguleikar eru fyri at sigla eykatúr fríggjakvøld, um hetta gerst neyðugt. – Allur flutningurin er ikki EYÐUN KLAKSTEIN Rás 2 bjóðar nú politisku flokkunum samstarv undan kommunuvalinum, sum verður í november mánaði. Í einum skrivi til flokk- arnar, sum Sosialurin hevur fingið hendur á, skjýtur Rás 2 upp, at rásin og politisku flokkarnir fara at samstarva upp undir kommunuvalið. Rás 2 bjóðar flokkunum tvær sendingar saman við verti og tríggjar kjakfundir stutt undan valinum, og fyri luttøkuna í hesum skulu Rás 2 bjóðar samstarv undan kommunuvalinum flokkarnir gjalda stívliga 17.000 krónur. Enn hava allir flokkarnir ikki svarað Rás 2, men Sosi- alurin hevur skilt, at fleiri flokkar viðgera uppskoti í løtuni, og at í hvussu so er Sambandsflokkurin er sinn- aður at verða við. Tríggir kjakfundir Rás 2 ætlar, at hol skal set- ast á politisku sendingarnar í hesum mánaðinum. Flokkarnir fáa eina tíma saman við einum verti sum innleiðandi atgerðina undan valinum. Í oktober verður aftur ein tími í part saman við einum verti, og seinastu tvær vikurnar undan komm- unuvalinum verða tríggir kjakfundir millum flokkarn- ar. Uppskotið hjá Rás 2 umf- atar politisku flokkarnar og ikki øki, men sendingarnar verða helst skipaðar soleið- is, at tey snúgva seg um eitt øki í senn. Tað ber illa til hjá kommunalpolitikarum í Havn og Klaksvík at kjakast við hvønn annan, tí annar tosar um vegir í Klaksvík og hin í Havn. Ætlanin er, at sending- arnar í september og oktob- er millum annað skulu snúgva seg um flokkarnar sum heild og politisku hug- sjónina aftanfyri. Kjakfund- irnir fara sum vanligt at snúgva seg um meira ítøki- lig mál. Umhugsa uppskotið Sambært uppskotinum hjá Rás 2 skulu flokkarnir gjalda 5000 krónur fyri hvørja av teimum báðum sendingunum í september og oktober mánaði. Og startgjaldið fyri hvønn av kjakfundunum er 2500 krónur. Samanlagt 17.500 krónur fyri hesa senditíð. Sosialurin hevur tosað við umboð fyri fleiri flokkar, og onkur av hesum umboðunum ivast eitt sindur í tilboðnum frá Rás 2. Fleiri flokkar viðgera í løtuni uppskotið, og skulu síðani boða Rás 2 frá teirra støðu. Starvsnevndin hjá Sam- bandsflokkinum hevur longu viðgjørt málið og er sinnað at luttaka. Politisku flokkarnir sleppa undan kommunuvalinum í november fram at mikro- fonini í Rás 2, um teir gjalda pengar afturfyri Vinnumálastýrið, sigur hann. Verri umstøður Jógvan við Keldu sigur, at býráðið ætlar sær ikki at blanda seg uppí, hvat Eim- skip ger, men hann heldur tað verða vánaligan handils- moral, at felagið ikki boðaði býráðnum frá, at tað fór at gevast at sigla til Klaks- víkar. – Tá Eimskip fór undir at sigla til Klaksvíkar, var leiðslan í felagnum fleiri ferðir á fundi við okkum fyri at finna út av, hvussu alt skuldi fáast at bera til. Men nú teir gevast, hava vit ikki hoyrt eitt orð frá teim- um. – Klaksvíkar havn kemur at missa inntøkur, trýstið á Dúgvuna fer at økjast enn meira og umstøðurnar hjá útflutningsvinnuni í Klaks- vík versnar. Tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur ein av- gjørdur borgarstjóri í Klaks- vík Nú Eimskip er givið at sigla til Klaksvíkar, fer tað at økja trýstið á Dúgvuna, sum frammanundan siglir so at siga á tremur við bilum og farmi Sosialurin - 311820 Tá ið tú goymir dáta á bandi, koma dáta við ávísari ferð, og bandið rennur við ávísari ferð. Men ofta rennur bandið ov skjótt. Tá verður bandið steðgað, tað bakkar, og síðan aftur at renna. Hetta verður nevnt "backhitching". VXA- bandstøðir tillaga ferðina á bandinum eftir ferðini á dátastreyminum (Variable Speed Operation). Úrslitið er: Eingin "backhitching", minni slit og betri trygd. Tel. 22 17 87 • geymar@post.olivant.fo Hygg eisini á www.ecrix.com Hans Eliesar, Herbein og Snorri Fjallsbak eiga Geymar Sp/f GEYMAR Back-up(5) EDVARD JOENSEN Komandi summar fer At- lantsflog at flúgva til Lond- on hvønn sunnudag. Talan er um nýggja rutu. Sam- stundis verður rutan til Glasgow niðurløgd. Flogið verður til London frá 17. juni til seinast í august komandi ár. Magni Arge, stjóri í At- lantsflog, sigur, at ábend- ingar hava verið um, at før- oyingum dámar at ferðast til London. London er stór- ur og spennandi marknaður, og skotlandsflúgvingin hev- ur víst, at fólk fara víðari suður eftir úr Glasgow. Stjórin á Atlantsflog held- ur ikki, at tað verður nakar trupulleiki at fáa eina rutu til London at bera til. Sam- starvsfelagarnir hjá Atlants- flog í Bretlandi meta, at betri møguleiki verður eis- ini at fáa bretar hendanveg, um flogið verður til Lond- on, sigur Magni Arge. Hvagar flogið verður til í London er ikki heilt greitt enn, sigur Magni Arge. Heathrow og Gatwick eru sera stórar floghavnir, og ringt kann vera at sleppa fram at har. Eftir er so Stan- stead, sum helst verður tann floghavnin, Atlantsflog fer at brúka á síni rutu til Lond- on. Hvør samstarvsfelagin hjá Atlantsflog í London verður, er ikki endaliga av- gjørt enn. Men Atlantsflog hevur fyrr samstarvað við bæði SAS og Icelandair, so ikki er óhugsandi, at tað verður annað av hesum fe- løgunum, sigur Magni Arge. Hann veit heldur ikki enn at siga endaliga ferða- seðlaprísin. Um summarið, sum farið er, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflog, at tað hevur roynst hampiliga væl. Vøksturin í samlaða ferða- fólkatalinum í juni, juli og august liggur um 10-12 pro- sent í mun til somu mánar í fjør, sigur hann. Í prosentur hevur vøkst- urin verið størstur á Íslands- rutuni, har hann er umleið 20 prosent. Men fleiri frá- ferðir hava verið úr Før- oyum í ár. Eini 3.000 fólk hava ferðast til Íslands við Atlantsflog í ár, sigur Magni Arge. Eisini á Noregs- og Danmarkarrutunum er ávísur vøkstur. Til Noregs er ferðafólkatalið meira enn tvífaldað hesar tríggjar mánarnar í ár í mun til í fjør. Men tá er eisini ein fráferð komin aftrat. Á Danmarkarrutunum hevur vøksturin verið eini 12 prosent. Men har vil stjórin ikki upplýsa tøl. Skotlandsrutan hevur mestsum staðið í stað. Og nú verður Glasgowrutan niðurløgd, meðan flogið fer at verða til London kom- andi summar. Magni Arge metir, at Atlantsflog til London Komandi summar fer Atlantsflog at flúgva beinleiðis úr Vágum til London eina ferð um vikuna. Rutan til Glasgow verður niðurløgd EDVARD JOENSEN Oyrarbakki: Barnaskúlin á Oyrarbakka, har børn frá Norðskála, Oyrarbakka og Oyri ganga, er vorðin ov lítil og verður nú bygdur út. Byggjast skal upp í skúlan norður eftir, har tvær skúla- stovur verða gjørdar. Eisini skal ein forhøll við inn- gongd byggjast oman úr verandi skúla, har inn- gongdin er í dag. Hjalgrím Dahl, bygdar- ráðsformaður í Sunda Kommunu, sigur, at út- byggingin, farið er undir nú, er neyðug fyri at ganga tí tørvi, sum skúlalógin setir til barnaskúlarnar, á møti. Skúlin skal millum annað hava teldur, og tað er ikki rætt at seta tær bara onku- staðni hissini í skúlanum, heldur bygdarráðsformað- urin. Tí er neyðugt at hava eina stovu til tær. Og tá hon ikki er til, má hon byggjast uppí, sigur hann. So einfalt er tað. Útbyggingin verður gjørd í tveimum, sigur Hjalgrím Dahl, bygdarráðsformaður. Fyrra byggistigið er at loka uppíbyggingina norður eftir inni. Annað stigið verður at gera forhøllina og innrætta tilbygningin. Fyrra byggistigið skal eftir ætlan verða liðugt í ár, meðan restin skal gerast komandi ár. Ætlanin er, at samlaða útbyggingin skal vera liðug og klár at taka í nýtslu komandi skúlaár aftur, sigur bygdarráðsfor- maðurin í Sunda Komm- unu. Samlaði kostnaðurin fyri Byggja skúlan út Barnaskúlin á Oyrarbakka er vorðin ov lítil og verður bygdur út, so hann lýkur tey krøv, skúlalógin setir Barnaskúlin á Oyrarbakka verður bygdur út fyri knappliga hálvatriðju millión Mynd: Edvard Joensen útbyggingina verður 2,4 milliónir krónur. Fyrra byggistigið fer at kosta 1,6 millión krónur, sum fara av fíggjaætlanini fyri ár 2000. Restin fer so av komandi fíggjarætlan, sigur Hjalgrím Dahl. Hann heldur annars, at tann íløguætlanin, sum fíggjarmálaráðharrin hevur boðað frá, man fara at verða rímiliga tronglig hjá fleiri kommunum. Í hvussu er metir hann, at kommunur- nar fram við Sundalagnum fara at hava størri tørv, enn tað í løtuni sær út til, at fíggjarmálaráðharrin ætlar teimum. Barnaskúlin og Felags- skúlin á Oyrarbakka liggja lið um lið, og tí eru góðir møguleikar fyri samstarvi skúlanna millum. Eitt nú er avtala um brúk av fimleik- arhøll og slíkum møguleik- um, sum Felagsskúlin hev- ur, og tí ikki er neyðugt at hava í barnaskúlanum eis- ini, sigur Hjalgrím Dahl, bygdarráðsformaður í Sunda Kommunu. Eisini aðrir stovnar hjá kommununi brúka Felags- skúlan. Eitt nú eru børnini í Dagstovninum á Oyri eina feð um vikuna í fimleikar- høllini og spæla. pláss er fyri ávísum vøkstri á serliga Íslands- Noregs- og Onglandsrutunum. Hin- vegin sigur hann, at sum er, er kapasiteturin í so stórur til hesar ruturnar. Eitt flog- far við 80 stólum flýgur mangan bara hálvfult. So eitt minni flogfar hevði ivaleyst verið betri egnað og heilt givið bíligari í rakstri. Men nú er støðan tann, at Atlantsflog hevur 80 setur. So er bara eitt at gera. At Flogfarið hjá Atlantsflog lættir sær tann 17. juni komandi ár fyrstu ferð á nýggju rutuni millum Vágar og London Mynd: Jens K. Vang fylla flogfarið, sum er. Tað metir Magni Arge best at kunna gera við at fáa fleiri útlendingar at feðast við At- lantsflog. Og tað fer felagið so at royna í komandi tíð.