Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 100 - 31. mai 2005 Vakthavandi á løgreglu- støðini í Havn, sigur, at vikuskiftið hevur verið framúr friðaligt. – Fríggjakvøldið og leyg- arkvøldið vóru nøkur heilt fá smáting. Onkur var av- dottin, sum vit hjálptu aftur á beinini, og okkurt par var farið at skeldast, sum vit tosaðu tilrættis. Men einki av serligum týdningi er hent um vikuskiftið, stað- festir vakthavandi. Hann sigur víðari, at sunnukvøldið og mánanátt- ina er ikki ein einasti bók- stavur skrivaður í døgn- rapportina, so tá er als einki hent. Tíbetur, kunnu vit kanska skoyta uppí. eys Mikudagin 25. mai vóru 18 sjúkrafrøði- lesandi til endaliga próvtøku. Hetta var ein serlig løta fyri føroyska sjúkrarøkt, tí hetta var seinasti sjúkrarøktarfrøði- flokkurin av sínum slagi PRÓVTØKA Eydna@sosialurin.fo Seinastu sjúkrasystrarnar, ið hava gingið eftir gomlu útbúgvingini, vóru miku- dagin til endaliga próvtøku. Sjúkrarøktafrøðingaútbú gvingin er nú umløgd, so- leiðis, at næstu sjúkrarøkt- arfrøðingarnir, sum verða útlærdir í Føroyum, fáa heitið »bachelor«. Útbúgv- ingin verður í tí sambandi eisini longd nakað. Hon fer framyvir at taka 4 ár í staðin fyri 3 ár og 9 mán- aðir, sum higartil. Johild Dulavík, ið undir- vísir á sjúkrasystraskúla- num, sigur, at hesin seinasti flokkurin eisini var framúr góður. Tær syrgdu nevniliga fyri at siga eitt ordans farvæl við gomlu útbúgvingina og skúlan. – Vit hava fyrr havt flokkar, sum hava staðið seg væl, men hesin flokk- urin skarar framúr. Tær fingu 10,0 í miðal, og tvey 13-tøl vóru givin, greiðir Johild frá. Hon leggur afturat, at tað ikki er vanligt. – Tær arbeiddu nógv í bólkum, og fóru síðani upp til próvtøkuna ein og ein. Og tær fingu heilt ótrúliga flott próvtøl, staðfestir Johild Dulavík. Komandi ár verða ongir sjúkrarøktarfrøðingar út- lærdir, orsakað av um- leggingunum í útbúgving- ini. Tær næstu verða ikki lidnar fyrr enn í januar 2007. Fríggjadagin 27. mai kl 14 fingu nýklaktu sjúkra- røktarfrøðingarnir prógv handað. Sosialurin ynskir sjúkra- røktarfrøðingunum hjarta- liga tillukku við útbúgv- ingini og flottu próvtølun- um. Seinastu sjúkrasystrarnar av sínum slag útlærdar Óvanliga friðaligt vikuskifti Sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum fingu prógv handað fríggja- dagin tann 27. mai 2005. Standandi aftast frá vinstru : Elisabeth B.Larsen, Guri Mørkøre, Majken Ludvig, Inga C.C. Old, Bjarta Arge Olsen, Lina Næs, Tina Petersen, Lillian B. Poulsen, Nathalia Rognsøy, Jóhanna F. Zachariassen. Fremst frá vinstru: Sigbjørg Andreassen, Eydna S. á Geilini, Katrin Hansen, Sunrid Isaksen, Tina Johannesen, Margit Justinussen, Elin Kirke. Gunnvá Heinesen, sum eisini fekk prógv, vantar á myndini