Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 101 - 1. juni 2005 Tá ið Smyril misti róðrið herfyri, var hann næstan 10 tím- ar seinkaður og fekk ikki loyst frá bryggju í Havn, fyrrenn klokk- an var farin av klokk- an fýra um náttina. Men viðferðin, vit fingu frá Strand- ferðsluni kann ikki góðtakast, siga ónøgd ferðafólk STRANDFERÐSLA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Viðferðin, vit fingu frá Strandferðsluni, kann als ikki góðtakast. Hans Olaf Andersen í Lopra er sera misnøgdur við viðferðina, sum ferða- fólkið fekk frá Smyrli nú eitt hóskvøld, tá ið hann fekk tekniskt brek. Smyril hevði mist róðrið og mátti í dokk á Skála og av tí sama var fráferðin úr Havn nógv seinkað. – Smyril skuldi sigla klokkan sjey á kvøldið, men hann loysti ikki fyrr- enn klokkan fýra um náttina. Hans Olaf Andersen sig- ur, at ímillum ferðafólkið vóru gomul fólk og for- eldur við pinkubørnum og nógv av teimum vóru rætti- liga illa fyri. – Eg royndi at tosa við Strandferðsluna, men hon var hvørki at høgga ella stinga í, sigur hann. Hann vísir á, at tá ið slíkt hendir í útlondum, verður annað flutningstól útvegað, ella sleppur ferðafólkið á hotel at gista. – Men frá Strandferðsluni fekst ikki so frægt sum ein kaffimunnur, sigur hann. – Tá ið Strandferðslan hevur átikið sær at flyta fólk, hevur hon samstundis átikið sær ábyrgdina teim- um og tað ber ikki til at sleppa eldri fólki og pinku- børnum soleiðis upp á fjall. – Men tað kundi Strand- ferðslan ikki, tí hon metti seg ikki hava orku til slíka tænastu. Hjálpti at ringja til politikarar Hans Olaf Andersen sigur, at tað endaði við, at ringt var til sjálvan løgmann og tá hjálpti. – Tá fingu vit boð aftur, at vit kundu fara á sjómans- heimið at vera. Har fingu vit drekkamunn og vit kundu eisini fáa kamar har. So vítt Hans Olaf visti, høvdu ferðafólk tvey køm- ur á sjómansheiminum hesa náttina. – Eftir midnátt kom ferðafólkastjórin hjá Strandferðsluni á Sjó- mansheimið og hann gjørdi púra greitt, at Strand- ferðslan fór ikki at betala fyri hetta. Men Hans Olaf Andersen sigur, at hann fer undir ongum umstøðum at betala eina rokning frá sjómans- heiminum fyri hesa náttina. – Tað skal standa sína roynd. Eg skal fyrr í rættin enn at eg betali, tí hesa rokningina eigur Strand- ferðslan. Jóannes Eidesgaard, løg- maður, sigur, at tað var rættiliga nógv fólk, sum ringdi til hansara hetta kvøldið. – Sjálvsagt er hetta eitt mál, sum eg taki í álvara, tí talan var um nógv fólk, sum var illa fyri. Hann sigur, at hann vendi sær til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, sum hev- ur strandferðsluna undir sær og hann syrgdi fyri, at fólki kundi fara á sjómans- heimið. Og rokningina skulu ferðafólkið ikki stúra fyri. – Er tað tað almenna, sum hevur víst ferðafólkið til sjómansheimið, so tað kann ikki vera nakar ivi um, at Strandferðslan skal betala rokningina, sigur løgmaður. Annars heldur hann, at hetta kann ikki metast sum ein vanlig seinking, har Smyril varð seinkaður ein tíma, ella tveir. Her var talan um ein heilt serligan tilburð, har nøkur ferðafólk komu illa fyri av tí at seinkingin var so stór og at talan var um náttartíð. Men Jóannes Eidesgaard heldur, at tað átti ikki at verið neyðugt hjá politik- arum at fingið Strandferðsl- una at tikið sær ferðafólki í eini slíkari støðu. – Hetta er ein tænasta, sum Strandferðslan sjálv- sagt átti at funnið útav at veitt ferðafólki av sínum eintingum. Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Strand- ferðsluni til blaðið í dag, men hon kemur í morgin. Í heyst fer løgmaður til Suðuroyggjar at hitta leiðararnar fyri Suðuroyggjar, Orkn- oyggjar og Hetland SAMSTARV Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í heyst fer Jóannes Eides- gaard, løgmaður uttanlands at vitja grannar okkara í oyggjalondunum fyri sunnan. Í hesum sambandi fer løgmaður til Suðuroyggjar í september, har hann skal hitta politisku leiðararnar í Suðuroyggjum, Orknoyggj- um og Hetlandi. Talan er um at løgmaður skal hitta teir tríggjar ráðs- formenninar, ella "con- veners" á máli. Conveners eru formenn- inir í ráðunum fyri ávika- vist Suðuroyggjar, Orkn- oyggjar og Hetland. Sam- bandið ímillum teir og løg- mann í Føroyum var nakað sum byrjaði fyri nøkrum árum síðani og hevur síðani verið fastur áttur í virksem- inum hjá Føroya Løg- manni. Nú er avtalað, at fundir skal vera ímillum teir fýra oyggjaleiðararnar einaferð um árið og í ár er fundurin so í Suðuroyggjum í døg- unum 8. og 9. september. Í fjør var fundurin í Føroyum. Hava nógv felags áhugamál Løgmaður vísir á, at Suð- uroyggjar, Orknoyggjar, Hetland og Føroyar kunnu samanberast á nógvum økjum og vit hava nógv felags áhugamál. – Vit eru øll oyggjalond og vit eru øll lond, sum eru partur í einum størri ríki. Men harafturat eru vit eisini næstu grannar, so tað er nokk so nattúrligt, at vit hittast á máli av og á, sigur Jóannes Eidesgaard. – Av tí, at vit eru í somu støði á nógvum økjum, hava vit nógv at tosa saman um og tað er ógvuliga hent at fáa hugskot frá hvørjum øðrum og at læra av hvørj- um øðrum.Tað hevur eisini størsta áhuga at hoyra um tær royndir, sum hini lond- ini hava gjørt. Hann sigur, at tað er rættiliga gevandi at vera í sambandi við oyggjabólkar sum hesir, tí teir hava somu trupuleikar at dragast við, sum vit hava – Eitt nú hava hetlending- ar eina oljuvinnu og har kunnu vit læra nakað. Aft- urímóti hava vit eina fiski- vinnu, sum hini oyggjalond- ini kunnu læra nakað av. Løgmaður vísir á, at føroyingar hava rættiliga nógv samstarv við Het- land.Vinnuliga hava vit samstarv við Hetland, eitt nú innan aling við tað, at vit útflyta nógv alifóður tann vegin. Men vit hava eisini nógv samstarv í ferðavinnuni í sambandi við Norrøna og vit hava eisini eitt mentanarligt samstarv við Hetland. – Vit hava tosað um, at tað mentanarliga samstarv- ið, sum umfatar Hetland og Føroyar í dag, eisini skal umfata Orknoyggjar og Suðuroyggjar, sigur Jó- annes Eidesgaard. Ljós- møður í Føroyum verða sjálv- støðugar Ljósmøðrafelag Føroya verður nú eitt sjálv- støðugt felag Felagið hevur verið øk- isfelag í danska ljós- møðrafelagnum, men frá í dag, 1. juni 2005, at rokna, verður tað eitt sjálvstøðugt felag. Eyðfríð Jacobsen, for- kvinna felagsins, sigur, at limir felagsins hava í longri tíð havt ynski um at gerast sjálvstøðugt felag. Nevndin fór tí undir at fyrireika tað og at sam- ráðingar við danska felagið. Fyri at fara úr danska ljósmøðrafelagnum var neyðugt við lógarbroyt- ing og tí legði Ljós- møðrafelag Føroya í nov. 2004 broytingar- uppskot fyri kongress- una hjá danska felagnum. Uppskotið varð sam- tykt og sostatt kann Ljósmøðrafelag Føroya útlimast úr danska felagnum og verður frá 1 juni í ár eitt føroykst felaga burtuav. Í hesum sambandi verður almenn móttøka í Jákupsstovu, Jóanesar Paturssonargøtu 24 fríggjadagin 03.06.05 frá kl.15.00 til 17.00 har felagið vónar at síggja nógv fólk. Í løtuni eru 30 limir í Ljósmøðrafelag Føroya. Strandferðslan slepti okkum upp á fjall – Eg ætli mær undir ongum umstøðum at rinda rokning- ina, tí hana skal Strand- ferðslan betala, sigur Hans Olaf Andersen í Lopra Løgmaður hitta leiðarar fyri onnur oyggjalond – Tað er rættiliga gevandi at koma á tal við oyggjalond sum Hetland, Orknoyggjar og Suðuroyggjar, sigur løgmaður