týsdagur 31. mai 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Leygardagin 4. juni
kl. 10-17 skipa SSB-
skótarnir og Lands-
sjúkrahúsið fyri ein-
um tí størsta loppu-
marknaðinum, sum
enn er sæddur, í
veitsluhøllini á
Landssjúkrahúsinum
LOPPUMARKNAÐUR
Tíðindaskriv
Goymslurnar
á
Lands-
sjúkrahúsinum eru á tremur
við ymsum lutum, sum
hava hópað seg upp gjøg-
num eini 30 ár. Sumt er
burturkast. Men nógv er í
besta standi, men hóskar
ikki til dagsins sjúkrahús-
rakstur. Samstundis vantar
gulu skótunum í Havn
pening til virksemi teirra.
Partarnir hava nú funnið
saman í eitt samstarv, sum
bøtir um trupulleikarnar hjá
báðum pørtum. Skótarnir,
t.v.s. leiðarar og foreldur,
fara nú í vikuni undir at
rudda út úr kjallaragoymsl-
unum undir Landssjúkra-
húsinum. Og alt, sum er
nakað vert, verður sett til
sølu á landsins størsta
loppumarknað, sum verður
í veitsluhøllini á Lands-
sjúkrahúsinum
komandi
leygardag, tann 4. juni, frá
kl. 10.00 til kl. 17.00.
Uppboðssøla verður eis-
ini. Kl. 14.00 leygardagin
verða teir mest virðismiklu
lutirnir seldir á uppboði.
Talan verður um ein
rættiligan familjudag, har
foreldrini kunnu gera kvett-
ið, og børnini kunnu hugna
sær við hoppiborg, ballón-
um, pop-corn og candy-
floss o.ø., sum skótarnir
selja.
Millum tað, sum verður
selt, eru bæði lutir, sum
kunnu hava áhuga sum
minni um farnar tíðir og
lutir og tól, sum eru fult
nýtilig og hava stórt virði.
M.a.:
Rustfríur kølidiskur, 2
næstan nýggj stinkskáp,
køksføt
og
køksíløt
í
rustfríum stáli, grýtur og
pannur, seingjarborð, arki-
tektalampur, skrivimaskin-
ur, avlagdir sjúkramøblar,
avlagdir møblar frá uppi-
haldsrúmum og skrivstov-
um, gamlar hurðar úr
massivari eik, ein rúgva av
postalíni í góðum standi,
hyllar og hyllaskipanir,
køksmaskinur (s.s. pálegs-
skerari, kaffikókari o.a.),
vask,
kranar,
kummur,
ymiskir gamlir lutir, sum
hava verið nýttir til viðgerð
og kanningar, t.d. ein
persónsvekt av tí gamla
slagnum,
læknabriksir,
metalkrakkar, neyðlyktir,
stálbekkin, oyra- og nasa-
sproytur og mangt annað.
Ein bilur av merkinum, ár-
gang koyrt km verður eisini
seldur á uppboðssøluni.
Yvirskotið verður býtt
millum Landssjúkrahúsið
og SSB-skótarnar. (Bilurin
er tó undantikin, har verður
einans inntøkan oman fyri
minsta boð býtt.)
Nr. 100 - 31. mai 2005
5
Mikudagin 1. juni
2005 gevur Føroya
Landsstýri út nýggj
lánsbrøv. Upphæddin
er 430 mió kr. Láns-
brøvini verða givin út
í nýggjari lánsbræva-
røð, og er navnrentan
3,5%. Lánstíðin er 5
ár, og verða tey aftur-
goldin 1. juni 2010.
LÁNSBRØV
Útgivnu lánsbrøvini verða
nýtt til at endurfíggja ver-
andi lánsbrøv, 350 mió kr,
sum falla til gjaldingar 24.
november 2005, og til
avdrátt av láni til danska
ríkiskassan, 80 mió kr.
Lánsbrøvini verða noter-
að á Virðisbrævamarknaði
Føroya
(VMF)/Iceland
Stock Exchange og skrásett
á
virðisbrævamiðstøðini
VP í Danmark.
Landsbanki Føroya og
Nordea Bank fyriskipa
lánsbrævaútgávuna. Føroya
Banki, Føroya Sparikassi,
Kaupthing
Føroyar
og
Norðoya Sparikassi eru
medfyriskiparar.
Lánsbrøvini eru seld í
Føroyum og uttanlands, og
kursurin er í dag 27. mai
2005 ásettur til 101,64.
Effektiva rentan er 3,14 %,
sigur Landsbanki Føroya í
tíðindaskrivi.
el
Kappingin á heims-
fevnandi marknaðin-
um fyri aldan laks er
vorðin ov hørð fyri
hetlendsku alifyri-
tøkuna Hoove Sal-
mon Ltd., sum júst er
farin á húsagang. Tað
skrivar The Shetlands
News
ALING
Fólk frá Pricewaterhouse-
Coopers eru sett at stýra tí,
sum eftir er av fyritøkuni,
so kreditorarnir fáa okkurt
aftur av tí, teir hava til
góðar hjá fyritøkuni, ið nú
er farin av knóranum.
Málið er at ala fiskin, sum
gongur í aliringunum, til
hann er klárur at slakta og
senda á marknaðin.
Íløgugrunnurin Shetland
Development Trust, ið m.a.
hevur sett nógvan pening í
Smyril Line, hevur mist
eina sjeysiffraða upphædd í
bretskum
pundum,
nú
Hoove Salmon Ltd. fór.
Hoove Salmon Ltd. var
ein av teimum sterku fyri-
tøkunum í samtakinum
Shetland Salmon Group og
í sølufelagnum SSG Sea-
foods, sum fór á heysin í
2003. Tá mistu lokalir
hetlendskir íleggjarar um-
leið sjey milliónir bretsk
pund.
Kelda: www.sparikassin.fo
Ættarliðsskifti skal vera í eini av Føroya størstu fyritøkum,
samstundis sum virksemið verður økt, SMS verður umbygt
og leiðslan styrkt
SMS søkir fíggjarstjóra
Sunn og sterk fyritøka
P/F SMS er ein sunn og sterk fyritøka
við ein-um eginpeningi uppá góðar
100 mió. kr. Ein føroyskur og ein
íslendskur partaeigari eiga 50% hvør.
Høvuðsendamálið hjá P/F SMS er at
eiga og reka handlar kring landið, og
at standa fyri øllum leigumálunum í
Sølumiðstøðini SMS.
Í løtuni eigur fyritøkan hesar níggju
handlar: Miklagarð, Hornið, Benetton,
Mylnuna, Brotið í Saltangará, og
Bónushandlarnar í Havn, í Klaksvík,
á Glyvrum og á Tvøroyri. Harumframt
eigur fyritøkan matstøðini í SMS,
BurgerKing, SunSet og Perluna.
Tilsamans 325 eru í starvi, og
handlarnir seldu í fjør fyri 260 mió. kr.
uttan MVG.
Víðkað og vaksandi virksemi
Eitt annað endamál hjá fyritøkuni er at
gera íløgur í virðisbrøv. Vit eru ein av
høvuðspartaeigarunum í P/F Fastogn,
ið varð stovnað fyri góðum ári síðani.
SMS bygningurin er ein av seks
bygningum, sum felagið eigur.
Tey seinastu árini hava vit nýtt nógva
orku til at vaksa um okkara virksemi,
og hesin vøkstur heldur fram. Vit fara
um stutta tíð at eiga fl eiri handlar, eins
og nýggj sølumiðstøð skal standa
liðug í 2006.
Nýggj og sterkari leiðsla
Tað standa sostatt fl eiri stórar avbjóð-
ingar fyri framman. Tí skal leiðslan
eisini umskipast og styrkjast. Felagið
skal hava eina trímanna stjórn við
einum forstjóra, einum fíggjarstjóra
og einum býlingastjóra.
Hvør limur í stjórnini fer at hava
beinleiðis ábyrgd mótvegis nevndini.
Nýggjur fíggjarstjóri
Tað er í hesum sambandi, at vit
nú søkja eftir einum fíggjarstjóra
— kvinnu ella manni.
Talan er um eitt týðandi og krevjandi
starv. Í høvuðsheitum skal fíggjar-
stjórin standa á odda fyri framtíðar
fíggjardeild okkara, har hon/hann skal
hava beinleiðis leiðslu av starvsfólk-
unum og ábyrgdina av øllum tættum
innan fíggjarstýring. Harumframt skal
hon/hann vera ein natúrligur partur av
stjórnini og taka lut á nevndarfundum.
Fíggjarstjórin skal syrgja fyri at alt
virkar, og hava evnini at taka neyðug
stig, tá tað ikki virkar.
Vit bíða eftir tí rætta
Umsøkjarar skulu hava hægri ástøði-
liga útbúgving og viðkomandi hollar
praktiskar royndir.
Lønin er góð og í samsvari við krøv og
ábyrgd. Eftirlønarskipan verður boðin.
Er tørvur á tí, kunnu vit eisini hjálpa
við at útvega bústað.
Vit vilja hava samband við rætta við-
komandi skjótast gjørligt, men eru til
reiðar at bíða við at seta starvið, um
tað er neyðugt.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði
og skulu — saman við skjalprógvum
— sendast til:
P/F SMS
Att. Hans Mortensen, stjóri
Postboks 1059
110 Tórshavn
Nærri upplýsingar fáast við at venda
sær til Hans Mortensen á tlf. 31 30 41.
Tað ber eisini til í trúnaði at spyrja seg
fyri hjá grannskoðara okkara, Árna
Ellefsen, grannskoðaravirkið Spekt,
tlf. +298 34 34 34
SMS P/f, á Trapputrøðni, 110 Tórshavn, tel. +298 31 30 41, fax +298 31 74 34, heimasíða: sms.fo
v
430 mió í nýggjum
landskassalánsbrøvum
Hetlendskt alibrúk á húsagang
Landsins størsti loppumarknaður