Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 - 1. juni 2005 5 Ráðstevna um fiskiskap í Tinganesi Burðardyggur fiski- skapur, millumlanda felagsskapir og óskip- að fiskiveiða í altjóða sjógvi eru millum evnini, sum fiskimála- ráðharrar og embætis- fólk hava viðgjørt á ráðstevnu í Tinganesi RÁÐSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mánadagin og týsdagin sótu fiskimálaráðharrar og embætisfólk úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Noregi, Kanada, Russlandi og ES á ráðstevnu í Tinganesi um ymisk fiskivinnumál, sum londini samstarva um.. Umsiting av havinum Tosað hevur verið um burðardyggan fiskiskap, og um hvussu vit umsita til- feingið í havinum. Millumlandafelagsskapir hava eisini verið viðgjørdir, og eitt nú hevur verið tosað um, hvørt felagsskapir sum NEAFC og NAFO virka eftir ætlan. Spurningurin um óskip- aðan fiskiskap í altjóða sjógvi hevur somuleiðis verið eitt av umrøðu- evnunum. Onnur viðurskifti Aftrat nøkrum høvuðs- punktum, sum verið hava á skránni, hevur eisini verið høvið at tosað um onnur mál, sum viðkoma londun- um á ráðstevnuni. Soleiðis hevur spurning- urin um reguleringina av svartkjaftinum verið við- gjørdur eins og tey fýra londini, sum standa aftan- fyri NAMCO-felagsskapin, Føroyar, Ísland, Grønland og Noregi, hava tosað um framtíðina og felags áhuga- mál í hesum sambandi. Ongar avgerðir Á ráðstevnuni í Tinganesi vóru ES og Russland um- boðað við embætisfólki – og ikki sínum fiskimálaráð- harrum, sum hini londini vóru, og tí var kanska ikki væntandi, at tær stóru av- gerðirnar fóru at verða tiknar á fundinum. Væntandi var tó, at onkur tilmæli fóru at spyrjast burtur úr. Um middagsleitið í gjár varð kallað til tíðindafund- ar, men stundir vóru ikki at fáa niðurstøðurnar av fundinum við í hetta blaðið. Myndin er tikin á fundinum í Tinganesi fyrrapartin í gjár, tá ið fiskimálaráðharrar og embætisfólk viðgjørdu spurn- ingin, um millumlandafelags- skapir, sum eitt nú NEAFC og NAFO, virka eftir ætlan Mynd: Bárður Lydersen Norðmenn hava fisk- að eini 600.000 tons av svartkjafti higartil í ár, men fiska ikki meira fyribils. Teir vilja nú síggja, siga teir, um hini londini eisini vilja "tálma" sínari veiði. Men før- oyskir eygleiðarar halda, at hetta neyvan er annað enn káva- lótir, tí norðmenn hava nevniliga onga- staðni at fiska svart- kjaft í løtuni, tí kvot- urnar eru uppi, siga føroyskir eygleiðarar SVARTKJAFTUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Svartkjafturin hevur ikki verið eitt av høvuðsevnun- um á skránni til ráðstevna millum Føroyar, Íslandi, Grønland, Noreg, Kanada, Russland og ES, sum var í Tinganesi mánadagin og týsdagin. Men høvið var eisini á hesum fundi at viðgera onnur mál enn tey, sum beinleiðis vóru á skránni, og sum nevnd eru í greinini niðanfyri. Eitt av málunum, sum náttúrliga var til viðgerðar, nú fiskimálaráðharrar og embætisfólk í hesum lond- um vóru savnaði til fundar, var svartkjafturin í land- nyrðingspartinum av At- lantshavinum, sum nógv stríð hevur verið um. Hittast aftur í juni Semja fekst tó ikki um veiðina, sum seinastu árini hevur verið nógv størri, enn fiskifrøðiligu tilmælini siga er ráðiligt. Semja var tó á fundinum um, at londini skulu hittast aftur seint í juni, og hetta verður ætlandi ein fundur á embætismannastigi, nú fleiri av fiskimálaráðharr- unum hava viðgjørt spurn- ingin, sum leingi hevur verið - og framvegis – er óloystur. Semja hevur leingi verið millum londini um, at svartkjaftaveiðan í land- nyrðingspartinum av At- lantshavinum er alt ov stór, og at neyðugt er at tálma, soleiðis at heildarveiðan, sum hevur ligið um 2 milj- ónir tons, í minsta lagi kem- ur niður á 1,5 miljónir tons. Ósemjan snýr seg um, hvussu stórur niðurskurð- urin hjá hvørjum einstøk- um landi sær skal verða. Norðmenn og "glorian" Norðmenn hava á fund- inum í Føroyum sagt, at teir fyribils eru givnir at fiska svartkjaft og vilja nú síggja, siga teir, um hini londini eisini vilja tálma sínari veiði. Men føroyskir eygleiðarar halda, at hetta bert eru kávalótir hjá norðmonnum, tí teir hava kortini onga- staðni at fiska í løtuni. Kvoturnar eru uppi, og væntandi er ikki, at norð- menn sleppa framat svart- kjaftinum aftur fyrr enn til heystar, tá ið teir hava møguleika at fiska í altjóða sjógvi norðanfyri og kanska norðarliga í norskum sjógvi. Tá ið so tann tíðin er komin, at norðmenn aftur kunnu fiska, fara teir væntandi at siga, at hini londini tálmaðu ikki sínari veiði, meðan teir ikki fiskaðu – og fara síðan aftur at fiska svartkjaft. Sum skilst, hava norð- menn fiskað eini 600.000 tons av svartkjafti higartil í ár – og í fjør fiskaðu teir upp ímóti einari miljón tonsum av tilsamans tveim- um miljónum tonsum, sum samlaða veiðan í landnyrð- ingspartinum av Atlants- havinum var. Norðmenn pussa sína "gloriu" í spurninginum um svartkjaftin Føroyskir eygleiðarar halda, at norðmenn pussa sína "gloriu" í spurninginum um svartkjaftin, nú teir ongastaðni hava at fiska Mynd: Bárður Lydersen