týsdagur 31. mai 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 100 - 31. mai 2005
Ætlanin var at
kommunurnar í
Suðuroy skuldu
hittast um viku-
skifti at tosa um
ætlaða røktarheim-
ið í Vági, men tað
verður av ongum
RØKTARHEIM Í
VÁGI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fundurin, sum komm-
unurnar
í
Suðuroy
skuldi halda um ætlaða
røktarheimið í Vági, er
seinkaður eitt sindur.
Ætlanin var, at umboð
fyri tær sjey kommunur-
nar í Suðuroy skuldu
hittast antin beint fyri
hetta vikuskiftið, ella
fyrst í næstu viku at tosa
um ætlaða røktarheimið
í Vági, men tað er nú
greitt, at hetta verður av
ongum.
Eli Frederiksen, borg-
arstjóri í Porkeri sigur, at
tað liggur ikki fyri hjá
onkrum kommunum at
hava fundin beint nú, so
fundurin er útsettur eitt
sindur.
Hann leggur tó aftur-
at, at fundurin verður í
næstum.
Kommunurnar skulu
tosa um at byggja røkt-
arheim í Vági eftir tí til-
boði, sum landsstýrið
hevur sett fram.
Landsstýrið
hevur
gjørt av at flyta ætlaða
miðnámsskúlan til Hovs
og leggja hann í ein
skúladepil har.
Afturfyri hevur lands-
stýrið skotið upp at
byggja røktarheim á
stykkinum í Vági, sum
var ætlað til miðnáms-
skúlan og tað er hetta,
sum
kommunurnar
skulu viðgera, tí tað eru
tær, sum skulu taka stig
til røktarheimsbygging.
Samstundis er Lands-
stýrið sinnaðat gera eina
lagaliga fíggingarskip-
an, so at allar kommun-
urnar í Suðuroy hava ráð
til at vera við, uttan at
sleppa grundregluni um,
at tær skulu betala helvt-
ina av byggikostnaðin-
um.
Vágs Kommuna hevur
ikki viljað hoyrt talan
um at offta skúlan fyri
eitt røktarheim. Men nú
avgerðin er tikin um at
flyta skúlan, er hevur
Vágs Býráð samtykt at
samráðast
við
hinar
kommunurnar og lands-
stýrið um at byggja
røktarheim í Vági.
Men Vágs Kommuna
læt við vilja vera við
nevna, hvar í Vági hetta
røktarheimið skal byggj-
ast.
Býráðið sigur, at sum
málið liggur í løtuni er
byggiloyvið givið til ein
miðnámsskúla á stykk-
inum vesturi á Eiðinum
og onki annað.
So veldst um, hvat
samráðingarnar fara at
føra til.
Fundur um røktar-
heim í Suðuroy
er seinkaður
– Tíverri eru fólk
bangnari fyri at fáa
200 krónur í bót enn
tey eru fyri teimum
skaðum tað kann føra
við sær, tá ið tey ikki
brúka trygdarbelti,
sigur forkvinnan í
Ráðnum fyri Ferðslu-
trygd
FERÐSLUTRYGD
– Skulu vit gera tað natúr-
ligt hjá fólki at brúka trygd-
arbelti, eru tað nógv viður-
skifti, sum skulu broytast.
Rúna
Sivertsen,
for-
kvinna í Ráðnum fyri
Ferðslutrygd er skelkað at
tað skal gangast so illa at
fáa fólk at brúka trygdar-
belti soleiðis sum løgreglan
hevur givið fleiri dømi um
seinastu dagarnar.
Ein politistur, sum Por-
talurin tosaði við í gjár,
helt, at einasta loysnin var
at hækka bótina fyri at
koyra við ongum trygdar-
belti so at hon verður so
stór at tað veruliga merkist.
Tað heldur Rúna Sivert-
sen kann vera ein gongd
leið.
– Tíverri vísir tað seg, at
fólk eru bangnari fyri at fáa
eina bót enn tey eru fyri
teimum skaðum, tað kann
føra við sær, at tey ikki
brúka trygdarbelti.
Men hon heldur eisini, at
tað er sera umráðandi at
løgreglan er sjónligari úti á
gøtuni og ger meiri við at
kanna ferðsluna.
– Eg havi koyrt bil í
Klaksvík 30 ár og eg kann
ikki minnast, at løgreglan
hevur steðgað mær. Eg
Havi eisini koyrt óteljandi
ferðir ímillum Leirvík og
Havnina, men tær ferðirnar,
eg eri steðgað, kunnu telj-
ast á aðrari hondini.
– Tað sigur eitt sindur
um, hvussu nógv løgreglan
ger við ferðslukanningar,
men eg ivist ikki í, at tað er
fyribyrgjandi, at løgreglan
er úti á vegunum.
Forkvinnan í Ráðnum
fyri Ferðslutrygd heldur
avgjørt, at Løgreglan skuldi
gjørt meiri burturúr at
kanna ferðsluna, tí ongn
hevur ráð til at betala bót
umaftur og umaftur.
Løgreglan sigur hvørja
ferð, at løgreglan ger so
nógv, sum hon kann, við
teirri manning, hon hevur.
Og tað er altso ikki Før-
oyskir myndugleikar, sum
gera av, hvussu løgreglan
skal skipast, tí hon er
donsk.
– Nú kemur tú inn á ein
politiskan spurning. Men
heppin støða er hetta ikki,
sigur Rúna Sivertsen.
Primitivan hugburð
til ferðslu
Annars heldur Rúna Sivert-
sen, at tað er neyðugt at
hugburðurin hjá fólki til
ferðslutrygd má broytast.
– Vit hava ein ómetaligan
primitivan
hugburð
til
ferðslutrygd og tað tykist
sum um at fólk als ikki
skilja innast inni, hvussu
stóran týdning trygdarbelti
hevur.
– Foreldur, sum lata smá-
børn síni sita leys í bili,
hava ikki skilt nógv av
álvaranum
í
málinum,
heldur hon. Tað er ikki til at
fata, heldur hon.
Hon heldur, at allir partar
eiga at ganga saman um at
royna at broyta hugburðin
hjá fólki.
– Bæði politiskir mynd-
ugleikar, heilsuverkið og
skúlaverkið mugu ganga
hond í hond fyri at loysa
trupulleikan.
Eitt nú heldur hon, at
politisku myndugleikarnar
eiga at raðfesta ferðslu-
trygd hægri, so at tað
verður sett á dagsskránna
fyri at tað kann verða ein
natúrligur partur av ger-
andisdegnum. Tað kann
bæði gerast við at styrkja
undirvísingina í ferðslu-
trygd og tað kann gerast við
at útvega hagtøl, so at vit
fáa lagt tað fyribyrgjandi
arbeiðið á rætta stað, sigur
hon.
Men tað er eisini neyðugt
at ábyrgdrfólk í landinum
ganga undan sum góð fyri-
dømi.
– Eg havi sæð politist
fylla fleiri børn í bilin enn
trygdarbelti eru til. Hvat
skulu vit onnur so hugsa,
spyr Rúna Sivertsen.
Hon leggur afturat, at
kanningar
vísa,
at
ferðsluskaðar kosta før-
oyska samfelagnum næstan
200 milliónirum árið, sum
kundu verðið brúktar til
nógv hentari endamál.
Tað er heilt hopleyst
at fáa fólk at brúka
trygdarbelti, sigur
politiið í Klaksvík
FERÐSLUTRYGD
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Talið á bótum, vit kunnu
skriva um dagin, er bara ein
spurningur um, hvussu
nógv fólk, vit hava.
– Tað verður sagt av
politistøðini í Klaksvík.
Umvikuskiftið visti út-
varpið at siga,at løgreglan í
Klaksv´ík hevði gjørt eitt
ordans hál nú ein dagin,
hon kannaði ferðsluna.
Uppá góðar fýra tímar
høvdu teir skrivað 102
bøtur og tað var kanska met
hjá løgregluni í Føroyum.
Nógv tær flestu bøturnar
verða skrivaðar tí at fólk
ikki brúka trygdarbelti.
– Tað er heilt vónleyst at
fáa fólk at brúka trygdar-
belti og høvdu vit nokk av
fólki, kundu vit sum onki
skriva 1000 bøtur um dag-
in, sigur politistur á vakt á
politistøðini í Klaksvík.
– Talið á bótum er bara
ein spurningur um, hvussu
nógv fólk vit hava, leggur
hann afturat.
Politisturin í Klaksvík
sigur, at løgreglan ger
ferðslukanningar regluliga
og skrivar bøtur, men tað
hjálpir púra onki.
– Vit kunnu koma fyri at
steðga somu fólkum við
ongum trygdarbelti fleiri
ferðir sama dag, sigur
hann.
Hann sigur, at tað er bara
beint aftaná, at politiið
hevur gjørt ferðslukann-
ingar, at tað hjálpir eitt
sindur, men so slaka fólk
aftaftur og so er líka galið
sum tað var framman-
undan.
– Tað er so galið, at hóast
tað verður gjørt vart við tað
í bløðunum og hóast Ráðið
fyri Ferðslutrygd hongur
plakatir upp og ávarar í
lýsingum um, at ferðslu-
kanningar verða gjørdar,
ger tað ikki mun.
Politisturin heldur, at
einastu ráðini er at hækka
bótina so at tað veruliga
merkist.
– Fyrrenn fólk fáa eina
bót sum merkist, væmnti eg
ikki at tað fer at hjálpa,
sigur hann.
Kundu skrivað 1000 bøtur
um dagin
– Einastu ráðini eru at hækka bótina fyri at koyra við ongum trygdarbelti so at hon veruliga
merkist, sigur politistur í Klaksvík
Meiri politi á gøtuna og betri
hugburður ímillum fólk
– Foreldur, sum lata
smábørn síni sita leys í bili,
hava ikki skilt nógv av
álvaranum í málinum,
heldur hon. Tað er ikki til at
fata, heldur forkvinnan í
Ráðnum fyri Ferðslutrygd
Eli Frederiksen, borgarstjóri í Porker