týsdagur 31. mai 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 101 - 1. juni 2005
Ein nýggjur ferða-
fólkabátur og nýggj
matstova og kunn-
ingarstova vórðu víst
fram á samkomu í
Vestmanna fríggja-
dagin
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Vestmanna: Nýggja mat-
stovu og kunningarstovu
fyri tvær milliónir og
nýggjan ferðafólkabát fyri
fýra milliónir kundu vest-
menningar sýna fram á
samkomu fríggjadagin.
Fjørukrógvin er heitið á
bygninginum, sum Vest-
manna
Ferðavinnufelag
hevur bygt á havnarlagnum,
har skúrarnir hjá teimum,
sum sigla Eystur undir
Land, fyrr stóðu.
Tað eru teir fýra Louis
Kristensen, Gunnar Skúva-
dal, Poul Erik Johannesen
og Áki Johansen, sum í
felag hava bygt hetta húsið.
Umframt snotuliga mat-
stovu við tilhoyrandi ný-
mótans køki, er eisini
kunningarstova við sølubúð
í húsinum.
Bygningurin kostar, sum
hann stendur, einar tvær
miliónir,
sigur
Gunnar
Skúvadal. Men tá er bara
niðara hæddin innrættað.
Loftið er stórt og stendur
óbrúkt at byrja við. Men
har eru góðir møguleikar til
at gera eitthvørt. Eitt nú at
innrætta til gisting, sigur
Gunnar Skúvadal, sum tó
leggur afturat, at í fyrsta
umfari verður einki gjørt
har.
Á vegginum í Fjøru-
krónni er stórur málningur
av Vestmannabjørgunum,
sum Pauli Vang í Havn
hevur málað. Og hann hev-
ur eisini eina framsýnign
hangandi í húsinum, nú
latið verður upp.
Samstundis sum Fjøru-
krógvin varð sýnd fram,
varð eisini nýggi túrbátur-
in, Froyur, hjá felagnum
Skúvadal, sýndur fram.
Talan er um ein spildur-
nýggjan bát, sum felagið
hevur latið gera í Íslandi,
sigur Gunnar Skúvadal,
stjóri.
Báturin, sum er gjørdur
úr glastrevjum, er 13,4
metrar langur og 4,2 metrar
breiður. Hann er innilok-
aður, og hevur 43 sitipláss
undir taki, sigur Gunnar
Skúvadal. Ferðin, sum teir
báðir motorarnir upp á 575
HK hvør kláraðu á roynd-
artúrinum, var 28 míl, sigur
hann. Ætlanin er at seta
setur upp á taki eisini, so
fólk kunnu sita úti, meðan
siglt verður fram við land-
inum. Froyur kostar góðar
fýra milliónir krónur, sigur
Gunnar Skúvadal.
Hóast hesin báturin er
væl størri enn teir báðir,
Urðardrangur og Barbara,
sum felagið frammanundan
hevur, er eingin trupulleiki
at fara við honum inn á
barmar og gjáir undir
bjørgunum.
Umframt vanligu dagtúr-
arnar, sum sigldir verða við
ferðafólki, sum vil síggja
seg um, verður nú pláss fyri
einum dagligum fiskitúri
við øðrum av eldru bátun-
um, sigur Gunnar Skúva-
dal. Tað verður tó ikki so, at
báturin heilt verður tikin úr
hinari siglingini, men fer
eisini av og á at sigla við
fólki fram við landi.
Vestmenningar spenna seg út
Froyur stendur í góðum fýra
milliónum, nú hann liggur
klárur í Vestmanna
Mynd: Edvard Joensen
Snotuligi bygningurin hjá Vestmanna Ferðavinnufelag , Fjørukrógvin
Mynd: Edvard Joensen
Louis Kristensen er stjóri og kokkur á Fjørukrónni
Mynd: Edvard Joensen
Gunnar Skúvadal er væl nøgdur við nýggja bátin hjá
felagnum Skúvadal
Mynd: Edvard Joensen
Sóleyð Poulsen, leiðari á
kunningarstovuni í
Fjørukrónni, greiðir John
Eysturoy, leiðari á
kunningarstovuni hjá
Ferðaráðnum, frá snotuliga
húsinum
Mynd: Edvard Joensen
Tað er sum at sita í bussi inni í salongini umborð á Froyi
Mynd: Edvard Joensen