Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 31. mai 2005 7 Hvørt ár mugu eini 40 børn undir læknahond, tí at tað verður roykt rundan um tey Royking – Hvørt ár mugu eini 15 børn í Føroyum leggjast inn á sjúkrahús, tí at tað verður roykt rundanum tey. – Harafturat eru tað eini 20 børn, sum mugu fáa ambulanta viðgerð hjá lækna av somu orsøk. Á roykitiltakinum hjá Fyribyrgingarráðnum í SMS leygardagin, greiddi Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsu- málum, frá, hví hann helt, at bardagin fyri ein- um tubbaksfríum um- hvørvi hevði so stóran týdning. Hann segði, at útfrá tølunum í grannalond- um okkara, eru tað hvørt ár eini 35 - 40 føroysk børn sum mugu undir læknahond, orsakað av óvirknari, ella passivari royking. Pál Weyhe, formaður í fyribyrgingarráðnum váttar, at hetta er eitt tal, sum heilt avgjørt er realistiskt. – Hetta eru ikki tøl, sum vit sjálvi hava rokn- að út, men taka vit tølini úr Danmark og umrokna tey til føroysk viður- skifti, koma vit til hasi tølini og tey eru avgjørt realistisk, metti hann. Hann segði, at tað eru serliga sjúkur, sum hava samband við viðkvomu slímhinnurnar í lungum og andaleiðini, at royk- ing elvir til so stórar trupulleikar, at børnini mugu til lækna. – Tað er ikki roykingin rundanum barnið í sær sjálvum, sum ger, at børnini mugu undir læknahond. Men tá ið roykingin verður løgd afturat ymsum øðrum trupulleikum, kann tað gera at krím, astma og aðrir trupulleikar gerast so stórir, at børnini mugu hava serstaka læknaviðgerð, sigur læknin. Og fleiri hagtøl um royking. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumál- um sigur, at tað, sum serliga hevur loypt hvøkk á hann, er, at ein viðurkendur serfrøðing- ur í royking hevur sagt, at fyri hvørja sigarett ein roykir, styttist lívið 15 minuttir. Tað eru 7300 korter í hvørjum árið og sum hagfrøðingur kundi hann sostatt roknað út, at tann, sum byrjar ung- ur at roykja, og roykir í nógv ár, missur sostatt eini skjótt eini 10-12 ár av lívinum. – Royking er so heilsuskaðilig, at tað er heilsuligi fíggindi okk- ara nummar eitt, segði landsstýrismaðurin. Og tað er formaðurin í fyribyrgingarráðnum samdur við honum í. – Tí heldur Hans Pauli Strøm, at tað hevur so ómetaliga stóran týdn- ing at styrkja rættin hjá fólki at kunna vera í ein- um roykfríum um- hvørvi. 40 børn í Føroyum mugu til lækna av royking Húsini eru til ampa fyri ferðsluna og tí ætlar býráðið at vita, hvat tað kostar at flyta tey FAKTORSHÚSINI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Klaksvíkar býráð fer nú undir at kanna, hvat tað fer at kosta at flyta gomlu Faktorshúsini í Klaksvík. Tað er Kristian Eli Zachariassen, býráðslimur, sum hevur reist málið í býráðnum, har hann hevur heitt á teknisku nevnd um at fáa húsini burturbeind ella flutt longur burtur frá vegnum so at tey ikki fram- haldandi skulu vera til ampa fyri ferðsluna. Málið hevur verið til umrøðu í býráðnum og nú hevur býráðið heitt á tekn- isku umsitingina hjá kommununi um at arbeiða víðari við málinum. Men tað er í øllum førum greitt, at húsini verða ikki burturbeind. Tað mesta, sum kann gerast við tey, er, at tey verða flutt. – Faktorshúsini eru eini gomul hús og tey eru frið- að, so tey verða í øllum førum ikki burturbeind, tí tað hava vit ikki loyvi til, sigur Steinbjørn O. Jacob- sen, borgarstjóri í Klaksvík. Men hann ásannar, at húsini standa illa fyri hjá ferðsluni. Tí er hetta ikki fyrstur ferð, at hugsanin um at flyta húsini burtur frá vegnum er frammi. – Býráðið hevur áður tosað um at flyta húsini, men ætlanin varð slept, tí tað var rættiliga kostnaðar- mikið. Minnist borgarstjórin rætt, kostaði tað einar 700.000 krónur at flyta tey nakrar metrar burtur frá vegnum. – Men tøknin batnar alsamt og tað kann væl verða, at amboðini eru so mikið fræg nú, at tað kostn- aðurin er ein annar nú. – Kostar tað einar 700.000 krónur at flyta húsini, er tað ikki minst ein fíggjarligur spurningur og so stendur tað til politik- ararnar, hvat teir eru sinn- aðir til og um teir meta, at fyrimunirnir standa mát við kostnaðin, sigur Steinbjørn O. Jacobsen. Faktorhúsini í Klaksvík standa dygst í vegin og eru til ampa fyri ferðsluna, men tað er dýrt at flyta tey og so er tað ein spurningur, hvør politiski viljin í býráðnum er, sigur borgarstjórin Leygardagin vórðu tey funnin, sum vunnu í kappingun- um, sum hava verið í sambandi við her- ferðina hjá fyribyrg- ingarráðnum, ímóti royking ROYKING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað skerst ikki burtur, at Fyribyrgingarráðið spælir upp á nógvar ymsar streingir í herferð síni ímóti royking. Eitt tiltak, sum ráðið hevur skipað fyri, eru ein teknikapping fyri børn og ein spurnarkapping fyri vaksin. Og beint eftir døgverða leygardagin, varð tað sjálvur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í al- mannamálum og íðin for- sprákari ímóti royking, sum fekk heiðurin at kunngerða vinnararnar á torginum í SMS, har Fyribyrgingar- ráðið hevur skipað fyri ávaringartiltaki ímóti royk- ing hetta vikuskiftið. Í teknikappingini vóru børnini býtt sundur í tríggj- ar aldursbólkar. Í yngsta aldursbólkinum vóru børn upp til sjey ár, í mittasta aldursbólkinum vóru børn- ini í aldursbólkinum 7-10 ár og í eldsta aldursbólk- inum vóru tey ímillum 11 og 14 ár. Tilsamans komu 1200- 1300 tekningar inn, so dómsnevndin hevði eina torføra uppgávu at finna vinnararnar Men úrslitið var so, at í yngsta aldursbólkinum hevði Fróði Mørkøre í Klaksvík tað vakrastu tekningina. Í mittasta ald- ursbólkinum var tað Bar- bara Eiriksfoss í Havn, sum vann og í elsta aldursbólk- inum var tað Jonhild Magnussen úr Miðvági, sum vann. Tey fáa øll 500 krónur í part. Eisini í spurnarkapping- ini vóru tríggir vinnarar og har varð sjálvsagt drigið ímillum øll svarini, sum komu inn. Sólrun Luid á Tvøroyri vann eina flogferð við Atlantsflog, Isabella Sivertsen í Norðdepli vann eitt stórt fiskafat og Odd- mar Selfoss í Sørvági vann eitt gávukort uppá 1000 krónur í SMS. Á tiltakinum hjá Fyribyrgingarráðnum í SMS um vikuskiftið, tóku nógv fólk avtilboðnum um at kanna blóðtrýstið Trý børn og trý vaksin fingu virðisløn Tríggir fegnir vinnarnar saman við landsstýrismanni num í almanna ogheilsumálum.F rá vinstru eru tey Barbara Eiriksfoss úr Havn,Fróði Mørkøre úr Klaksvík og Jonhild Magnus- sen úr Miðvági við tekningun- um, sum tey vunnu við Kanna hvat tað kostar at flyta gomlu Faktorshúsini í Klaksvík