týsdagur 31. mai 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Leygardagin 4. juni fara
børn at fylla miðbýin í
Havn við sjónleiki. Tað er
Barna-sjón-leikarastevnan,
sum
MáF,
Meginfelag
áhugaleikara Føroya, skipar
fyri, ið verður hildin hend-
an dagin.
Frá kl. 9 til uml. 15 fara
11 bólkar við tilsamans 150
børnum at spæla sjónleik í
býnum. Ætlanin við stevn-
uni er, at børn, sum arbeiða
við sjónleiki í skúla og
frítíð, fáa høvi at spæla fyri
øðrum børnum og síggja,
hvussu onnur gera. Spenn-
andi uppliving, ið gevur
íblástur.
Ætlanin við stevnuni er
eisini at eggja lærarum til at
brúka sjónleik og drama í
síni undirvísing, at arbeiða
við eini søgu, søgn, ævin-
týri, kvæði, yrking, mytu
ella onkrum øðrum.
Tað var 20. februar í ár at
MáF sendi øllum lærarum
og øllum skúlum í Føroyum
innbjóðing til sjónleikara-
stevnuna.
Áhugin
fyri
stevnuni tykist stórur. Tó er
tað ein trupulleiki, at børn-
ini í dag hava í so nógv at
gera viðhvørt. Leygardagin
4. er umframt Barnasjón-
leikarastevna bæði Norð-
oyastevna og landsdystur.
Tó ber til við lagaligheit at
leggja soleiðis til rættis, at
t.d. nólsoyingar, ið koma úr
Nólsoy
um
morgunin,
kunnu vera við á Barna-
sjónleikarastevnuni, spæla
sjónleik, og síðani halda
áfram til Klaksvíkar at
rógva kapp.
Áskoðararnir
verða
leiddir úr Sjónleikarhúsin-
um - oman í Grasagarð -
oman á Meiaríið - niðan í
Amfiteatrið við Áarvegin
og so fram vegis .... og so
framvegis ... Frá einum
sjónleiki til annan. Frá
einum upplivilsi til annað.
Rituvíkar Skúli, Komm-
unuskúlin í Havn, Nólsoyar
Skúli, Dramaverkstaðið og
Skúlin í Sjónleikarhúsinum
fara at framføra.
Stevnan byrjar í Sjón-
leikarhúsinum kl. 9.00, har
formaður MáF’s Hilmar
Joensen setur stevnuna.
Fyrsta stevnan av hesum
slagnum varð hildin í 2001.
Hon varð hildin aftur í
2002 og í 2003. Ætlan-in
er, at Barnasjónleikara-
stevnan í framtíðini verður
hildin
annaðhvørt
vár,
meðan MáF annaðhvørt ár
skipar fyri útileiki á ólav-
søku.
Framførslurnar
eru
ókeypis.
Aðrar barnastevnur
MáF skipar eisini fyri
øðrum barnastevnum uttan-
lands í summar, og 27. juni
til 3. juli verður sjónleik-
araskúlin í Nólsoy umboð
fyri Føroyar á stórari H.C.
Andersen-stevnu í Slag-
else, meðan klaksvíkingar
fara at umboða okkum á
stevnuni "1001 minutes of
street theatre" í Kretinga í
Litava, sum verður 1.-11.
juli.
Nevndin
MáF hevði aðalfund 16.
apríl, og 13. mai skipaði
hon seg við Hilmari Joen-
sen sum formanni, Jógvani
E.
Ósá
næstformanni,
Sólvu Jónsdóttir kassa-
meistara, Eyð Matras skriv-
ara, og Heðini Mortensen
sum nevndarlimi. Tiltaks-
limir eru Karlot Hergeirs-
son og Eyðbjørt Simonsen.
Jógvan Ravnsfjall takkaði
fyri seg eftir 16 ár sum
kassameistari. Hann vildi
hava yngri kreftir framat. Í
hansara stað kom tó Jógvan
E. Ósá, undangongumaður,
sum fyri 25 árum síðani var
ein av teimum, sum stovn-
aðu MáF.
Nr. 101 - 1. juni 2005
7
Royna at finna
semju
Føroya
Lærarafelag
hevur vegna ein av
limum sínum, ið bleiv
uppsagdur
á
ALV-
skúlanum
við
Áir
stevnt stýrinum fyri
skúlan.
Málið var fyri í Før-
oya Rætti týsmorgun-
in, og har upplýstu
løgfrøðingarnir
hjá
partunum báðum, at
roynt verður at finna
eina semju í málinum.
Av tí at semjusamráð-
ingar eru í gongd, av-
gjørdi rætturin at út-
seta málið í tvær vikur
fyri at vita, um part-
arnir kunnu gera eina
semju.
tn
Atli heldur
fram
Fríggjadagin var aðal-
fundur í Føroya Hav-
búnaðarfelag.
Aðal-
fundurin var í Vinnu-
húsinum í Smærugøtu
í Havn.
Tríggir av nevndar-
limunum, Atli Greger-
sen, Suni Durhuus og
Bogi Jacobsen, stóðu
fyri vali. Suni Durhuus
bar seg undan aftur-
vali, og ístaðin bleiv
Ragnar Joensen frá
Panfisk
valdur
í
nevndina,
skrivar
Vinnuhúsið á heima-
síðu sínari.
Aftaná aðalfundin
skipaði nevndin seg
við Atla Gregersen
sum formanni.
tn
Leingi er tað, ið væl
skal verða, og soleiðis
tykist eisini verða í
rættarmálinum um
fiskiloyvið hjá Jógvan
S.
JÓGVAN S MÁLIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sakarmálið millum reiða-
ríið hjá Jógvan S. og Fiski-
málastýrið var fyri í Føroya
Rætti týsmorgunin, men
enn einaferð bleiv málið út-
sett. Nýggjur rættarfundur
er ásettur at verða í málin-
um tann 17. august.
Savna upplýsingar
Sp/F Nakkur hevur reist
endurgjaldskrav móti Fiski-
málastýrinum upp á umleið
11 milliónir krónur, men
tað gongur striltið við at fáa
málið avgreitt.
Jógvan
Páll
Lassen,
sakførari hjá Sp/F Nakki,
sigur, at máið gongur sína
gongd, og at tað í løtuni
verður arbeitt við at fáa til
vega allar upplýsingar, ið
skulu nýtast í málinum.
Málið um Jógvan S. útsett
Sjónleikur:
Børn spæla fyri børnum
Enn røkist einki fyri, at
sakarmálið millum Sp/F
Nakki, ið átti Jógvan S., og
Fiskimálastýrið fær ein enda.
savnsmynd
Fleiri enn 100 børn fara at taka lut á barnasjónleikarastevnuni, sum verður í Havn leygardagin.