Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 100 - 31. mai 2005 MARKNAÐARRÁK Í farnu viku vóru nógv týð- andi hagtøl kunngjørd, bæði í USA og í Evropa. Vøksturin í amerikanska búskapinum í 1. ársfjórð- ingi varð uppmettur úr 3,1% til 3,5% í mun til í fjør. Farna vika vísti, at brúkarin í USA ikki hevur trupulleikar við at halda búskapin koyrandi. Bæði privat inntøka og nýtsla hækkaðu meir enn væntað. Eisini prísvøksturin hækk- aði, og tað bendir á, at eis- ini virkini eru væl fyri. Í Evropu vístu hagtølini hin- vegin, at drúgva dapra bú- skaparliga útsýnið, neyvan lýsnar í bræði. Tað er ser- liga Týskland, sum tyngir Evropu, og álitistøl haðani vístu, at bæði vinnuleiðarar og búskaparfrøðingar eru vorðnir meiri dapurskygnir. Lánsbrævarenturnar lækka enn Renturnar settu enn einaferð met í farnu viku. 10-ára danska rentan var heilt niðri á 3,30%, og helt seg alla vikuna niðan fyri 3,35%. Eftirsum rentan aldri áður hevur verið so lág, er ringt at meta um, nær tær munnu fara at venda. Enn sær tó út til, at tær kunnu lækka nakað aftrat. Partabrøv hækkaði javnt og samt Aftur í farnu viku hækkaðu partabrævakursirnir í Norð- urlondum. Seinasta mánað- in hava vit sæð fáar dagar, har kursirnir eru lækkaðir. Samlað eru Norðurlond tí- skil hækkaði útvið 6% seinasta mánaðin. Bestu feløgini seinasta mánaðin hava verið Electrolux, Nokia og Ericsson, ið eru hækkaði millum 10% og 13%. Myndin hevur verið áleið tann sama í USA og so leingi renturnar eru met- lágar og oljuprísurin sam- stundis heldur sær undir 50 dollarum fyri tunnuna, kann gongdin halda fram. Hesa vikuna Fraklendingar atkvøddu nei fyri ES-grundlógini um vikuskiftið. Hetta hevur at kalla ikki ávirkað virðis- brævamarknaðirnar, hóast evran er viknað. Mikudagin skulu hollendingar at- kvøða. Siga eisini teir nei, kann politisk kreppa taka seg upp í Evropa og hetta kann ávirka evruna meira. Umvegis evruna kunnu virðisbrævamarknaðirnir vænta ávirkan. Partabrøv- ini sýnast kortini sterk og nógv skal til fyri at fáa rent- urnar at hækka stórvegis, men fríggjadagin, tá ar- beiðsmarknaðarfrágreiðing in úr USA verður kunn- gjørd, fara virðisbrøvini, uttan iva, at ávirkast. Evropa fylgir ikki við USA Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 591,38 0,4% Lánsbrøv í DKK 103,64 0,1% JPY 5,48 -0,2% Evru Lánsbrøv 174,86 0,2% GBP 1.079,05 -1,0% Norrøn Partabrøv 91,13 1,7% NOK 93,20 1,5% Altjóða Vøkstur 63,10 1,2% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. 3,3% 3,9% 4,5% 2004 2005 700 800 900 2004 2005 Vika 22, 2005 www.kaupthing.fo Nú uttanríkispolit- iska heimildarlógin er samtykt, hevur løg- maður fingið heimild til at venda sær bein- leiðis til russarar fyri at fáa teir at góð- kenna fríhandilsav- taluna ímillum Føroyar og Russland FRÍHANDILSAVTALA VIÐ RUSSARAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Løgmaður fer nú at gera eina roynd afturat fyri at fáa russarar at góðkenna frí- handilsavtaluna ímillum Føroyar og Russland. Tað fer hann at gera í einum brævi beinleiðis til russisku stjórnina í næstu framtíð. Fríhandilsavtalan ímill- um Føroyar og Russland hevur verið klár at skriva undir í heilt langa tíð, men tað hevur drigið út at fáa russarar at góðkenna hana. – Hetta er at harmast um og vit hava roynt allar vegir, vit yvirhøvur kunnu, fyri at fáa gongd á málið aftur, men higartil hevur tað altso verið til fánýtis, sigur Jóannes Eidesgaard. Russiska statsapparatið er ómetaliga stórt og fløkt, so tað er langt frá orðum til veruleika. – Vit arbeiða alla tíðina við málinum, men vit hava sjálvsagt onga vissu fyri, at vit koma á mál, sigur løgmaður. Men nú fer landsstýrið so at royna eina heilt nýggja leið fyri at fáa gongd aftur á málið – Nú uttanríkispolitiska heimildarlógin er samtykt, hevur Føroya Landsstýrið fingið nýggjar møguleikar fyri at fáa loyst málið og teir møguleikarnar fer løg- maður nú at brúka. – Vit uttanríkispolitisku heimildunum, hava før- oyingar fingið heimild til at venda sær beinleiðis til útlendskar myndugleikar í málum, sum eru yvirtikin og handilsmál eru yvirtikin. – Og hesa heimildina, sum landsstýrið nú hevur fingið, fara vit at brúka í málinum um fríhandils- avtalu við russarar, sigur løgmaður. Tí fer hann nú at skriva russisku stjórnini bræv, har hann fer at royna at fáa gongd aftur á málið, so at fríhandilsavtalan kann setast í verk. – Sum eg havi skilt støð- una vilja russarar fyrst hava umsóknina um limaskap í altjóða handilsfelagsskap- inum, WTO, góðkenda, áðrenn teir vilja góðkenna fríhandilsavtalur við Før- oyar og onnur lond. – Í skrivinum til russisku stjórnina fari eg at boða russarum frá, at sum støðan er nú, hava Føroyar verri samstarvsmøguleikar við russarar enn mong onnur lond í vesturheiminum hava. – Og eg fari at boða teimum frá, at eftir okkara tykki er hetta ein órímilig støða, sum russarar seta eitt land í, sum var eitt tað allarfyrsta í vesturheim- inum, sum yvirhøvur vildi hava nakað sum helst samstarv við russarar. Løgmaður sigur, at tað var heilt afturi í sjeyti- árunum, at Føroyar tóku upp samstarv við gamla Sovjettsamveldi á fiski- vinnuøkinum og á øðrum økjum við. – Hetta var í eini tíð, tá ið ongin annar vildi hava nakað sum helst við teir at gera. Sostatt vístu vit russsarum samstarvsvilja í eini tíð tá ið fá onnur vildu samstarva við teir og tí haldi eg at tað er órímiligt at teir fara soleiðis við einum lítlum landi, tí nú hava vit verri sømdir enn bæði íslendingar og norð- menn hava. Løgmaður sigur, at frí- handilsavtalan við russarar hevur alstóran týdning fyri Føroyar, tí sum er noyðast vit at betala toll av okkara útflutningi til Russland og tað rakar serliga uppisjóv- arvinnuna meint. Tað eru vælvitandi keld- ur sum vilja vera við, at russarar hava lagt nógv samstarv við Danmark á ís, eftir at danir nakað síðani ikki vildu útflýggja teimum ein tjetjenara, sum teir søgdu var yvirgangsmaður. Hetta skal hava ført til, at tað er blivið rættiliga kalt ímillum Russland og Dan- mark og tað skal somu- leiðis vera orsøkin til, at fríhandilsavtalan við Før- oyar eisini er løgd á ís? – Eg havi eisini hoyrt hasa metingina um at handan hendingin skal hava loypt ólag á viðurskiftini ímillum Føroyar og Dan- mark, men eg havi onga beinleiðis ábending fingið um, at tað er orsøkin til, at fríhandilsavtalan við Før- oyar dregur út. – Tað, sum vit hava fingið at vita um orsøkina, er, at tá ið fríhandilsavtalan var liðug, tók tað so langa tíð at fáa hana góðkenda í danska uttanríkismála- ráðnum, at stjórnarskiftið varð í Russlandi í meðan. Og nýggja russiska stjórnin fann so at siga, ikki frí- handilsavtaluna aftur. – Men nú uttanríkispol- itiska heimildin er samtykt, letur tað upp fyri, at føroy- ingar kunnu taka upp bein- leiðis samskifti við russarar og tann møguleikan fara vit at brúka, tí tað er altíð best at tala sína egnu søk, heldur enn at dúva uppá at lata onnur gera tað, sigur Jóannes Eidesgaard. – Russarar hava søkt um limaskap í WTO, men ætla teir at bíða við fríhandils- avtaluni til tað er komið í rættlag, koma vit í klemmu. Men eg ætli at boða teimum frá, at eg haldi, at hetta er ein órímilig støða at seta okkara lílta land í, tí tað var tann tíð, tá ið tað bara vóru vit, sum vildu samstarva við teir, sigur løgmaður. Løgmaður fer nú at skriva til russarar