týsdagur 31. mai 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 101 - 1. juni 2005
Síðani 2001 hevur
mentanarnáttin í
Havn verið hildin
fyrsta fríggjadag í
juni, og í ár verður
einki undantak í so
máta. Komandi
fríggjakvøld verða
hópin av tiltøkum og
tilboðum í Havnini
MENTANARNÁTTIN
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Tá vit týsmorgunin fingu
orðið á Ingigerð á Trøðni á
Kunningarstovuni í Havn,
hevði hon úr at gera, við at
leggja seinastu hond á
skránna til mentanarnátt-
ina. Hon gav sær tó stundir
at greiða okkum frá um
tiltakið.
Alsamt vaksandi
Ingigerð sigur, at fyrsta
mentanarnáttin varð hildin
í 2001, og hon gekk fyri-
myndarliga væl. Síðani tá
er tiltakið bert voksið ár um
ár, men í fjør vaks tað heilt
nógv.
– Tað vóru nógvir handl-
ar, sum ikki vóru við fyrstu
árini, men sum síðani hava
tikið avgerð um at vera við.
Tað koma so nógv fólk í
býin bæði úr Havn og av
bygd, og tað er synd, um tey
ætla sær inn í ein ávísan
handil og so koma til
stongdar dyr, greiðir Ingi-
gerð frá.
Men eisini mentanarligu
ískoytini gerast fleiri í tali.
Hon sigur, at umframt
føroyingar hava ferðafólk-
ini tí eisini stóra gleði av
mentanarnáttini.
– Tey flestu koma higar
at uppliva náttúruna og
mentanina. Tey plaga at
nýta dagarnar úti í náttúr-
uni, men um kvøldið er ikki
so nógv at fara til. Á
mentanarnáttini kunnu tey
síggja sera nógv ymiskt,
sum tey annars ikki høvdu
havt høvi til, sigur Ingi-
gerð.
Eitt sindur av
hvørjum
Spurd, um tað ikki er vandi
fyri, at tiltøkini gerast ov
nógv í tali, svarar Ingigerð,
at tey hava tosað um tann
trupulleikan.
– Vit hava havt spurning-
in á lofti, um alt skal verða
loyvt, soleiðis, at miðbýur-
in verður ein stórur hurli-
vasi nakað sum á ólavsøku.
Men enn hava vit ikki sagt
nei við nakran, sum hevur
ynskt at vera við, vísir hon
á.
Eisini í ár eru nøkur
nýggj tiltøk løgst afturat.
–
Amtmannsgarðurin
verður opin fyri almenn-
inginum, Westward Ho,
sum júst er afturkomin,
verður við, og so er nýggja
miðlahúsið eisini komið í
býin
síðani
seinastu
mentanarnátt, og har verður
okkurt á skránni, greiðir
Ingigerð frá.
Hon sigur, at tey sjálv-
andi royna at leggja seg
eftir at hava fleiri ymisk til-
boð, sum svara til allar
aldursbólkar, men av tí, at
tiltakið liggur um kvøldið
og um náttina, eru tiltøkini
til børn nakað avmarkað.
– Fólk av brandstøðini
koma oman í býin við bil-
unum, og tað plagar at
dáma børnunum væl. Og so
hevur musikkskúlin eisini
staðið fyri nøkrum áhuga-
verdum tiltøkum fyri bæði
stór og smá. Men tað mesta
er nokk fyri tey vaksnu,
sigur Ingigerð.
Mentanarnáttin verður
sett fríggjakvøldið 3. juni
kl. 18.00 í gamla komm-
unuskúlagarðinum.
Tiltøkini, sum kunning-
arstovan hevur við at gera,
enda við eini konsert kl
23.00 somuleiðis í gamla
kommunuskúlagarðinum.
– Men, sum Ingigerð á
Trøðni sigur, – Fleiri av
hinum tiltøkunum plaga at
halda fram inntil langt eftir
tað.
Mentanarnáttin
2005
Amtmansgarðurin verður eitt av nýggju tilboðunum á listastevnuni. Garðurin er tiltikin vakur,
men er ikki opin fyri almenninginum. Tað verður hann tó fríggjakvøldið. Listastevnan 2005 fer
annars at hava sera nógv ymiskt at bjóða
Mynd: Bárður
Miðlahúsið á mentanarnáttini
Fyri fyrstu ferð veðrur miðlahúsið í Vágsbotni eisini
við á mentanarnáttini.
Kl. 21 fara Spælimenn við Kristian Blak á odda at
spæla.
Eftir tað, fer Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í ment-
anarnevndini í býráðnum, at hugleiða.
Arbeitt verður eisini við at fáa onkran upplestur í
lag, men enn er hetta ikki heilt komið undir land.
eys
Mentanarnáttin 3. Juni 2005 – fyribilsskrá
Tá blaðið fór til prentingar var endaliga skráin framvegis ikki liðug, men hetta
er so fyribilsskráin, sum skuldi givið eina góða ábending um hvat fer at henda
nær og hvar.
Kl. 18.00
Gl. Kommunuskúlagarði
Havnar Hornorkestur spælir og setur mentan-
arnáttina.
Umboð
fyri
tiltakinum
International Culture spæla
Kl.
Amtmansgarðurin
Kvintettin hjá Havnar Ungdómshornorkestur
spælir
Kl. 17-23
Bojsensgarður
Urtagarðurin er opin, Glymur syngur kl. 20
Kl. ?
Býarbókasavnið
Yrkingar og tónleikur
Kl. 17 og 19 Dr. Jakobsens gøta
Sælimenninir spæla
Kl. 10-20
Føroya Fornminnissavn
og Hoyvíksgarður
Lær at gera tog og bond
Kl. 16-22
Galerie Focus
Framsýning
Grasagarður
Tilhaldið hevur søluframsýning og café
Kl. 15-20.30 Grasagarður
Tórshavnar Musikkskúli hevur konsertir í
Grasagarði við tónleiki frá barnasangum til
svingandi jazz og til ráan rock. Konsertin
endar við sangum frá Grease
Kl. 15.00
Grasagarður
Blástrið
Kl. 15.30
Grasagarður
Barnakórið Dropar
Kl. 16.00
Grasagarður
Látipípan
Kl. 16.30
Grasagarður
Ung Stjørnuskot
Kl. 17.00
Grasagarður
Skansa Big Band
Kl. 18.30
Grasagarður
Tórshavnar Ungdómshornorkestur
Kl. 17.00
Grasagarður
Skansa Big Band
Kl. 19.00
Grasagarður
Stórbandittarnir
Kl. 19.30
Grasagarður
Paradox
Kl. 20.00
Grasagarður
Sangir úr sangleikinum Grease
Handilskjarnin
Glott og Gleimur undirhalda í Barnadeildini
Kl. 17-20
Kommunuskúlin
Høvið
verður
at
síggja
nýggja
skúlabygningin
Kl. 11-22
Listaskálin
Summarframsýningin letur upp kl. 21.
Kl. 17-23
Miðbýurin
Kórið Glymur hevur pylsuvogn og syngur
Kl. 17-23
Miðbýurin
Skótalið Sigmund brestisons hevur telt
og undirhald
Kl. 21
Miðlahúsið
Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í
Mentamálanevndini og Spælimenninir spæla
Kl. 10-21
Náttúrgripasavnið
Jubilæumsframsýning
Kl. 22
Norðurlandahúsið
Summarframsýningin 2005 letur upp kl.
22.00
Til Mentanarnáttina spæla Karsten Vogel og
Birds of Beauty.
Listafólkini eru hesi: Edward Fuglø, Astri
Luihn, Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen,
Torbjørn Olsen, Eyðun av Reyni og Ingálvur
av Reyni
Kl. 19-23
Odd Fellow Losjan
Odd Fellow Loge F1, Ambólturin hevur opið
hús í losjuni, Grønslandsvegur 56,
Kl. 23.00
Rex
Konsert við Lama Sea
Kl.16-22
Sjónlekarhúsið
Virkni og Vónin hava framsýning og søla í
Sjónleikarhúsinum. Café og tónleikur
Kl. 18-23
Smiðjan í Lítluvík
Tórshavnar Sløkkilið verður við á mentanar-
náttini har høðustemaðið er »nýtt og gamalt«.
À Skálatrøð verða nýggir og gamlir
brandbilar.
Møguleiki verður at sleppa upp við 30m høga
stigabilinum at síggja ta deiligu Havn úr erva.
Eisini verður møguligt at sleppa at royna
eldsløkking við brandteppi og eldsløkkjara.
Í smiðjuni verður framsýning av myndum,
gamlari og nýggjari útgerð, videoclip av
ymsum eldum og venjingum og eisini verða
spurnaðarlepar, ið verða við í lutakasti har 12
vinnarar sleppa á eitt 3 tímar brandskeið.
Kl. 10-23
Snarskivan
Øssur Mohr hevur listaframsýning
Kl. 20-23
Teledepilin
Tónleikur alt kvøldið við m.o Unn Patursson
Kl. 16
Torgið í SMS
Angela og Hannibal undirhalda
Kl. 17
TrøllaPætur, Omman og Erling politistur
undirhalda
Kl. 19
Sangkórið Suð við orkestri framførir kendar
sangir hjá m.ø. Abba.
Kl. 20
Nósabarnaprix-vinnarin í 2004, Ingibjørg
Hansen syngur. Afturat sær hevur hon Kim
Hansen og James Olsen.
Kl. 21
Sangkórið Suð við orkestri framførir kendar
sangir hjá m.ø. Abba.
Kl. 23
Bólkurin 200 spælir
Kl. 19 og 21 Skansapakkhúsið
Rundvísing
Kl. 20.00
Vesturkirkjan
GHM hevur konsert
Kl 17-23
Onkunstaðni í býnum
GHM bás og eitt festligt program