týsdagur 31. mai 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 31. mai 2005
9
Útlendsk oljufólk,
sum koma til Føroya í
arbeiðsørindum og
eru her í nakrar fáar
dagar, skulu gjalda
skatt í Føroyum.
Hetta sigur føroysk
kolvetnislóggáva. Fyri
at koma hesum til lívs
er neyðugt við eini
dupultskattaavtalu
við Bretland. Men
hon dregur út, og tí
má umhugast, um
broytingar skulu
gerast í føroysku
lógini
OLJUSKATTUR
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað dregur út at fáa eina
dupultskattaavtalu
við
Bretland. Oljufeløgini sum
virka í Føroyum hava nú í
eina tíð eftirlýst eina slíka
avtalu, sum skal gera tað
lættari hjá feløgunum og
teirra fólkum at arbeiða í
Føroyum eitt stutt skifti.
Hetta visti Útvarp Føroya
at siga frá í farnu viku. Eftir
áheitan frá oljufeløgunum
fór landsstýrið at arbeiða
við málinum og tíðliga í ár
hevði tað so gjørt uppskot
til eina dupultskattaavtalu,
sum varð send bretskum
myndugleikum.
Men
bretska valið gjørdi, at øll
henda
tilgongdin
varð
steðgað. Bárður Nielsen,
fíggjar- og skattamálaráð-
harri segði við útvarpið nú
um dagarnar, at tað tekur
tíð at gera eina slíka avtalu.
Vanliga tekur tað eini 2 til 3
ár at gera eina dupult-
skattaavtalu millum lond.
Hann veit ikki, nær ein
avtala gerst veruleiki, men
viðgongur, at tað fer at
ganga ein tíð, áðrenn ein
slík avtala er í hús.
Endamálið
við
eini
dupultskattaavtalu tvørtur
um landmark er at forða
fyri, at íbúgvar og fyritøkur
ikki gjalda dupultan skatt,
tá hesi arbeiða í tveimum
londum. Eisini er endamál-
ið at geva íbúgvum og
feløgum fulla greiðu á
skattligu avleiðingunum, tá
arbeitt verður í einum
øðrum landi.
Fyri okkum í Føroyum
merkist hetta serstakliga í
oljuvinnuni, har útlendsk
feløg eru við at leita eftir
kolvetnum. Hetta virksemi
hevur við sær, at umboð
fyri feløgini javnan eru í
Føroyum men oftani er
talan um stuttar arbeiðs-
vitjanir. At oljufólkini so
skulu skattast í Føroyum
frá 1. degi tey eru her og til
tey fara av aftur landinum
halda tey vera sera órímu-
ligt. Tí tey gjalda framman-
undan skatt í heimlond-
unum. At skula gjalda skatt
í Føroyum eisini gevur
oljufólkunum og feløgum
teirra stórar umsitingarligar
trupulleikar, og tað elvir
ikki júst til áhugan fyri at
koma til Føroya. Tí hevur
hetta eisini havt við sær, at
fundir eru fluttir til eitt nú
Danmarkar ístaðin, fyri at
sleppa undan ørkymlandi
skattaviðurskiftunum. Tað
ger so aftur, at bæði flog-
felag, gistingarhús og onn-
ur sum eitt nú hýruvognar
missa inntøkur.
Hesin trupulleiki rakar
sjálvandi ikki tey fólkini,
sum eru virkin úti á havin-
um, tvs. á boripallum og
oljuskipum av ymsum slag.
Tað er talan um fólkini,
sum
hava
arbeiði
og
arbeiðsuppgávur á landi.
Bárður Nielsen heldur, at
vit missa meira fyri minni
við ikki at hava eina dupult-
skattaavtalu. Hann staðfest-
ir í samrøðu við útvarpið, at
tað hevur við sær sera
óhepnar avleiðingar fyri
oljufeløgini, at ein dupult-
skattaavtalu enn ikki er
komin uppá pláss.
Hann vísir tó á, at tað
nógva virksemi í summar
verður úti á landgrunn-
inum, har skip eru í ferð við
at skjóta eitt nú seismikk.
Tað skapar so ikki nakrar
trupulleikar. Men ein kann
rokna við, at neyðugt er at
halda arbeiðsfundir á landi,
og tað er hetta, sum nervar
feløgini vísir landsstýris-
maðurin á.
Tað var undir undanfarna
landsstýri, at oljufeløgini
gjørdu vart við trupulleikan
við ikki at hava eina
dupultskattaavtalu. Bárður
Nielsen, landsstýrismaður
sigur, at tað er ikki gott
nokk, at eingin avtala er
gjørd enn, tí málið hevur
verið hjá myndugleikunum
nú í eina tíð.
- Um tað gerst neyðugt
og viðvirksemi á landi
serliga fer at økjast, so eru
vit noydd at gera broytingar
í okkara egnu lóggávu, men
mær hevði dámt best, at vit
fingu eina avtalu við bretar,
so tað hevði verið óneyðugt
at broytt egna lóggávu sigur
Bárður Nielsen við Út-
varpið.
Ben Arabo, stjórií olju-
felagnum Amerada Hess og
formaður í FOÍB, sum er
áhugafelagið hjá oljufeløg-
unum í Føroyum, sigur við
Útvarpið, at um tað fer at
draga nógv meira út við
dupultskattaavtaluni,
so
eiga vit at gera broytingar í
okkara egnu lóggávu. Hann
heldur tað vera sera órímu-
ligt, at ein oljuarbeiðari,
sum bara hevur verið her í
ein dag, skal lata inn
sjálvuppgávu og rinda skatt
her.
Ben Arabo heldur tað
vera skeivt at gera mun á
fólki, sum kemur til Føroya
í arbeiðsørindum, tí um-
rødda skipan fyri oljufólk,
er ikki galdandi fyri fólk í
aðrari vinnu. –Vit kunnu
venda tí við. Um føroyingar
fóru til Skotlands í ein ella
tveir dagar í arbeiðsørind-
um og vóru kravdir eftir
skatti, so høvdu vit helst
ivast í, um vit fóru til Skot-
lands yvirhøvur og um tað
mundi vera nóg týdningar-
mikið yvirhøvur at fara
avstað, tá avleiðingin var
henda.
Stjórin í FOÍB dylur
heldur ikki fyri, at skipanin
hevur gjørt, at oljufeløg
hava aftrað seg at koma til
Føroya at halda arbeiðs-
fundir og heldur skipað fyri
teimum í útlandinum.
Sambart
útvarpinum
gekk vinnan í 2001, tá nógv
virksemi var í Føroyum,
vinnan eftir eini 30 daga
reglu, sum ásetti, at ein
persónur kundi arbeiða upp
til 30 dagar í Føroyum um
árið, uttan at skula rinda
skatt her. Men í 2002 fingu
oljufeløgini at vita, at tað er
ikki í tráð við føroyska
lóggávu.
Tað var tá, at oljufeløgini
raknaðu við sigur Ben
Arabo. – Man hevur gjørt
eina so stramma lóggávu
fyri tí einu vinnuna, at tað
ber ikki til at umsita hana.
Ben Arabo tekur undir
við orðunum hjá Bárði
Nielsen,
at
fæst
ein
dupultskattaavtala
ikki
uppá pláss, so verður neyð-
ugt at gera broytingar í
føroysku lóggávuni.
Tørvandi dupultskatta-
avtalavið bretar darvar
oljuvinnuni
TÓNLEIKUR
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Makrel hava lagt Føroyar
fyri sínar føtur við lagnum
Forever and Beyond, sum
hevur ligið fleiri vikur
ovast á 15 teimum bestu.
Men nú sleppur frálíka
lagið at royna seg í norður-
lendskari
lagskrivingar-
kapping. Samsung MTV
Unsigned, er ein kapping
millum norðurlendskar ein-
staklingar og bólkar, sum
kappast um ein útgávusátt-
mála.
Hesa vikuna eru Makrel
valdir, sum ein av teimum
tíggju
bólkunum,
sum
kappast um eitt pláss í
mánaðarfinaluni. Tríggir
bólkar av teimum tíggju
sleppa í mánaðarfinaluna.
Tað eru tey vitjandi á
heimasíðuni
http://www.nordicunsigned.com,
sum atkvøða um hvør bólk-
ur sleppur víðari. Við at
fara inn á síðuna, kunnu
eisini tit hoyra løgini, sum
kappast, og atkvøða fyri tí
lagi tykkum dámar best. Til
ber at atkvøða einaferð um
samdøgrið pr. teldu. Vinn-
arnir
verða
avdúkaður
hvønn fríggjadag á mið-
degi.
Fjórðu hvørja viku er
mánaðarfinala, og úr henni
sleppa tríggir bólkar í
sjálva finaluna. Finalan
verður avgjørd við lutvíst
internetatkvøðum og lutvíst
dómaraatkvøðum.
Lagið hjá Makrel á
heimasíðuni lá fyrstu dag-
arnar við í fleirfaldanum
tempo, og ljóðaði tí sum
tekno smurkar. Hetta er
sera óheppið fyri Makrel,
sum ikki hava kunna kapp-
ast í helvtina av tíðarskeið-
inum..
Makrel við í norðurlendskari tónleikakapping
Í summar koma
svensku forsætis-
ráðharrahjúnini til
Føroyar at ferðast í
nakrar dagar
RÁÐHARRAVITJAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í summar koma svenski
forsætisráðharrin, Gøran
Persson og konan til
Føroyar at vitja í nakrar
dagar.
Svensku forsætisráð-
harrahjúnini skulu ferð-
ast í Føroyum í døgun-
um frá 19. til 23. august
í summar.
Hetta má mest metast
sum ein kurteisisvitjan,
tí høvuðsørindini eru
ikki at viðgera ávís
politisk mál.
Mesta samstarvi, sum
Føroyingar
og
sviar
hava, er tað, sum er
ígjøgnum Norðurlanda-
ráðið og tey stóru poli-
tisku málini verða neyv-
an á skránni á vitjanini.
Kanska verður okkurt
politiskt prát á vegnum,
men høvuðsendamálið
er at vísa svensku for-
sætisráðharrahjúnunum
landið.
Tað er heldur ikki av-
gjørt enn um nøkur, ella
hvørji,
politisk
mál
verða tikin fram í sam-
bandi við vitjanina.
Gøran Persson hevur í
onkrum samanhangi lat-
ið eitt orð fella um, at
hann ongantíð hevur
verið í Føroyum, men at
hann kundi væl hugsað
sær at komi higar.
Og møguleikan at fáa
ein av fremstu politikar-
um í Norðurlondum til
Føroya, hevur Lands-
stýrið ikki latið fara
afturvið borðinum og
hevur tískil bjóðað hon-
um og konuni henda-
vegin.
Ongin skrá er løgd
fyri vitjanina enn, men
av tí at hann ongantíð
hevur verið her fyrr, eru
møguleikarnir
nógvir
fyri eini skrá.
Gøran Persson
til Føroya
Gøran Persson kemur
fyrst og fremst higar at
síggja landið