Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 - 1. juni 2005 9 _ Føroyar eru ov lítið øki til at hava ein serstakan felagskap Orðini eigur Sunnleif Rasmussen, tóna- skald. Tey eru prentað í lítla faldaranum »KODA í Føroyum«, sum varð borðin út til føroysk tónaskøld í síðstu viku, saman við eini innbjóðing til kunningarfund í Norðurlandahúsinum um KODA, Gramex, NCB og hvussu hesir felagskapir virka før- oyskum tónaskøldum at frama TÓNLEIKUR Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Kunningarfundurin í Norð- urlandahúsinum var sera forvitnisligur. Umboð fyri KODA og Gramex greiddu frá og svaraðu spurningum um tónleikarættindi. Einans 20 fólk vóru á fundinum, men bæði Gramex umboð- ið og KODA umboðið frøddust um góðu uppmøt- ingina, sum var størri enn tann, sum vanliga er á aðal- fundunum hjá hesum felagskapum. Neyðugt samstarv Umboðini fyri donsku fel- agskapirnar, søgdu, at tá málsøkið um upphavsrætt- indi gerst føroyskt, vilja tey fegin bjóða seg fram til at umsita rættindi til tónleik fyri føroyingar. Umsitingin av rættindum til tónleik er sera umfatandi, umframt at umsita rættindini fyri før- oysk tónaskøld, skal ein slíkur felagsskapur umista rættindini hjá útlendskum tónaskøldum, sum verða spæld í Føroyum. Her er talan um eini 10.000 løg um árið. Hvørt av hesum løgum skal skrásetast. Hetta arbeiðið krevur eina stóra umsiting, og vandi er fyri, at allur innkomni pen- ingurin hevði farið til umsiting. KODA inntøkur- nar fyri Føroyar vóru í 2004 beint yvir 2 milliónir, so her er ikki so nógvur peningur at taka av. Ísland hevur roynt seg við egnum felagsskapi, sum samstarvar nógv við svenska bróðurfelagsskap- in. Men Ísland megnar sambært stjóranum fyri Gramex, Bjørn Juell- Sundby kortini illa at røkja uppgávuna. Tí er neyðugt hjá føroyingum at sam- starva við størri felag- skapir. Samdur Sunnleif Føroyska tónaskaldið Sunnleif Rasmussen var samdur við Bjørn Juell- Sundby. Hann fegnaðist um arbeiðið, sum KODA hevði gjørt fyri hansara rættindi, og vildi vera forsprákari fyri, at KODA eisini í framtíðini fór at verða hansara upphavsrættinda- felagskapur. Sunnleif er ikki einasti KODA limur í Føroyum. Felagsskapurin hevur 295 føroyskar limir, men ikki allir eru líka virknir. Seinstu ferð avroknað varð, fingu 106 føroyskir limir avrokning. Samstarv um rættindi KODA, Gramex og NCB samstarva um umsitingina av rættindum hjá tóna- skøldum og tónleikarum. KODA umsitur rættindini til løg og tekst, Gramex umsitur rættindi hjá tón- leikarum og plátufeløgum, og NCB er norðurlendskur felagsskapur, sum umsitir rættindi viðvíkjandi inn- spæling av tónleiki. Samstarvið millum hesar felagskapir tryggjar, at tey, sum nýta tónleik alment, ikki skulu rinda fleiri ymisk gjøld men bara til KODA, sum so flytir peningin til hinar felagskapirnar. Nógvur peningur KODA hevði í fjør eina samlaða inntøku, sum varð 439 milliónir. Hesin pen- ingur varð í stóran mun deildur út til limirnar hjá KODA. Av hvørjari inn- goldnari krónu fara 93 oyru til tónaskøldini. 10% av hesum sum stuðul av yms- um slag, og restin til tey, sum eiga rættindini til tón- leikin, sum verður spældur á konsertum, í miðlum og aðrastaðni. Eisini í Føroyum verða 10% av inntøkunum latnar sum stuðul, hetta var í fjør 175.000 kr. KODA stuðlar millum anna konsertum, skeiðum fyri tónleikarar og útgávum. Á hendan hátt tryggjar KODA rættindini hjá føroyskum tónleikar- um, og virkar samstundis fyri at menna føroyskan tónleik. Útgjaldið eftir inngjaldi Útvarp Føroya rindar 3,3% av síni inntøku til KODA, Gramex og NCB, prosent- talið verður roknað eftir, hvussu nógvan tónleik støðin sendur um tíman. Hetta eru fastar reglur, sum eisini eru galdandi í Dan- mark. Men har hava út- varpsstøðirnar hægri inn- tøkur, hetta merkir, t.d. at gjaldi fyri at verða spældur í Útvarpi Føroya er nógvar ferðir lægri enn í Danmarks Radio. Fyri fýra minuttir á DR fært tú 129,84 kr., meðan gjaldi fyri fýra minuttir í ÚF er 11,52 kr. Á TV2 fært tú 609,6 kr. fyri fýra minuttir, og í SVF er gjaldið 57,6 kr. Meira føroyskt merkir fleiri pengar til Føroyar Tá eitt lag verður spælt í útvarpi, í sjónvarpi ella á konsert, fáa tey, sum hava skriva lagið, eitt gjald.Hetta merkir, at við teimum óvanliga lágu prosenttølun- um, sum ÚF og SVF hava av føroyskum tónleiki á skránni, fer næstan allur peningurin til útlendsk tónaskøld. Niels Bak, stjóri í KODA, segði, at í Danmark var DR gingið á odda við at spæla danskan tónleik, og tiltøk sum spil dansk dagen hava bøtt nógv um spæli- títtleikan hjá donsku bólk- unum í miðlunum. Hetta kundi verið ein møguleiki hjá føroysku miðlunum, tí sum Niels Bak segði, so er so nógvur góður føroyskur tónleikur at velja í, at miðlarnir onga umbering hava, fyri ikki at spæla hann. Gramex stuðlar øllum útgávum Gramex fær eisini ein part av peninginum, sum verður innkravdur, hesin peningur verður sendur aftur til framleiðarar og tónleikarar. Í Føroyum fara 50% til framleiðslufelagið og 50% til Felagið føroysk tóna- skøld. Bæði feløg gjalda stuðulin út aftur til út- gávustuðul. Ein tónasmiðjur fær ikki pening fyri at venja, heldur ikki fyri skriva eitt lag, hóast hetta eru arbeiði. Einasta gjald tóna- smiðjurin fær fyri løgini, er fyri nýtslu av teimum, tá tey verða framførd ella spæld TÓNLEIKUR Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Hans Dal tónaskald og formaður í ráðnum hjá KODA, segði á fundinum at tónleikarar og tóna- smiðir máttu krevja sín rætt. Tónlistin er týdning- armikið arbeiði og hevur uppiborðið virðing. Hann nevndi eitt dømi. Ein svágur hansara, sum er múrari, ringdi til hann, og spurdi, um hann kom at spæla í hansara veitslu. Hann skuldi fáa alt tað spruttið og matin honum lysti og fáa eina heita dýnu at sova undir, og um hann hevði hug at verða verandi nakrar dagar, so var hann eisini vælkomin til tað. Hans svaraði, at tað kundi hann ikki. Men, at honum tørvaði at fáa takið skift. So um múrarin tímdi at koma til Skagen og skifta honum takið, so skuldi hann fáa alt tað spruttið og matin honum lysti, og fáa eina heita dýnu at sova undir. Tað mest syrgiliga var, at svágurin slett ikki helt hetta vera stuttligt og gjørdist forner- maður. Virðingin fyri starvinum sum tónleikari var ikki til staðar. Hugsanin millum manna er, at tað er stuttligt at spæla tónleik, so tí nýtist man ikki at fáa pening fyri tað. Hetta er sambært Hans Dal heilt skeivur hugburð- ur, sum kann skaða ment- anina. Tí eingin tímir at blíva við at skapa, um einki fæst aftur fyri tað. Tónleikur verður nýttur til at skapa hugløg í handl- um, á matstovum og til Aerobic. Tí er tónleikurin sambært KODA ein partur av innbúgvinum, eins og ljósið úr lampunum. Hetta er ein veiting, sum gjaldast skal fyri. Tá tú rindar útvarpsgjald, fer hetta til raksturin av útvarpinum, og tú rindar fyri at hoyra útvarpið sum einstakling- ur. Keypur tú eina fløgu, er tað sama galdandi. Tú rind- ar fyri framleiðsluna av fløguni. Brúkar tú tón- leikin, sum er á fløguni ella í útvarpinum til vinnulig endamál, eigur eigarin av tónleikinum at fáa endur- gjald. Tónleikur er eisini ein vøra Høgni Zachariassen (3'arin), Kristian Blak (Tutl), Hans Dal (ráðsformaður í KODA), Bjørn Juell-Sundby (stjóri í Gramex) og Niels Bak (stjóri í KODA) Mynd: Niels Uni F.v. Hans Dal ráðsformaður í KODA, Bjørn Juell-Sundby stjóri í Gramex og Niels Bak stjóri í KODA Mynd: Niels Uni