týsdagur 31. mai 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 100 - 31. mai 2005
Sunnudagin søgdu fransmenn á fólkaatkvøðu nei til ES
grundlógina. Hetta var ikki heilt óvæntað, tí at
meiningsmátingar hava víst eitt nei í tíðini uppundir
fólkaatkvøðuna, men óansæð er hetta er eitt álvarsligt
bakkast til Chirac forseta, og ivasamt er, hvussu leingi
sitandi stjórn í Frankaríki heldur fram.
Allastaðni í Europa verðru sagt, at grundlógin ikki er
deyð og at tær fólkatkvøður, ið ætlanin er at hava,
verða hildnar. Tann næsta verður í Hollandi longu
mikudagin, og tað verður áhugavert at síggja, hvussu
leikur fer. Óansæð hvat hollendarar og hini londini
siga, so má eitt franskt nei metast at verða eitt álvarligt
skot fyri bógvin hjá ES Grundlógini, eftirsum tað er
ringt at ímynda sær, at nakað verður framt í ES uttan
franska medvirkan antin so ella so.
Undanførslurnar fyri franska nei’ið eru nógvar,
harímillum generell ónøgd við Chirac og misnøgd við
ætlanini at loyva Turkalandi uppí ES. Tað kann verða,
at hetta eru faktorar, ið hava ávirkað, men um hesir
faktorar hava givið útslagið, so hevur undirtøkan verið
ov lítil óansæð. Spurningurin er, um ikki hetta er eitt
gott dømi um fremsta trupulleikan við ES, ið er
væntandi fólkslig undirtøka. Hetta skal ikki skiljast
sum mótstøða móti ES sum so, men tað vísir seg, at
hvørja ferð ein traktat skal atkvøðast ígjøgnum, so
hendir tað so at siga altíð við sera smølum meiriluta.
Vit kunnu bert minna um Maastricht avtaluna, ið so
bleiv lappað við Edinburgh avtalini, eftir at Maastricht
fall. Kann eitt samstarv millum 25 lond verða bygt
uppá, at man hvørja ferð akkurát fær skavað ein meiri-
luta saman í teimum ymsu londonum? Hvussu kann
undirtøkan tryggjast uppá sikt, um marignalarnir altíð
eru einstøk prosent? Hetta eru spurningar, ið ES lond-
ini mugu tosa um komandi tíðina.
Fyri okkum her í Føroyum var eitt franskt nei ikki
óbetingað ring tíðindi. Uppá stutt sikt kemur franska
nei’ið at ávirka okkara búskap. Euro gjaldoyrað fall
mótvegis dollarnum eftir fronsku fólkaatkvøðuna, og
fer framhaldandi at fella komandi tíðina. Hetta kemur
at ávirka donsku krónuna, og sostatt okkum. Fer danski
búskapurin at vikna, so fylgja vit við í ein ávísan mun,
men tó kunnu eisini fyrimunir verða fyri føroyskan
útflutning til ávísar marknaðir, um krónan viknar eitt
sindur. Á tí positivu síðini, so er Staturin Europa ein
hóttan móti fríhandli við lond uttan fyri múrarnar á tí,
ið viðhvørt verður nevnt "Europaskansin". Vit kenna
ES protektionismu á okkara kropp sum er, og tað eru
eingi tekin um, at henda protektionisman verður minni
við øktari integratión. Heldur tvørturímóti. Eisini
gevur eitt franskt nei til ES grundlógina okkum eitt
skoðbrá, at tosa um, hvussu okkara viðurskifti við
Danmark kunnu ávirkast av einari slíkari grundlóg.
Grundlógin var helst yvirmett av bæði teimum bjart-
skygdu og teimum dapurskygdu. Grundlógin hevði
neyvan verið tann kollveltingin, ið hesir báðir áður-
nevndu bólkar gera hana til, tí hon hveur ein rættiliga
generellan karakter. Tó eru stórveldistankar at síggja í
henni við t.d. einum ES forseta og einum ES uttan-
ríkismálaráðharra. Nú fáa vit í hvussu so er nøkur ár, at
diskutera hesi tingini í.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Franskt nei og hvat so?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Beate L. Samuelsen
Byráðslimur í Havn
Ein ódámligur málsvið-
gerðarháttur er byrjaður í
Tórshavnar
Býráð,
har
arbeiði verða sett í gongd
undan nevndarviðgerð og
uttan at peningur er játtaður
fyrst
Tá borgarstjórin í Tórs-
havnar Kommunu, Heðin
Mortensen, í einum blað
fríggjadagin verður endur-
givin fyri at siga, at alt er
farið fram eftir bókini í
sambandi
við
arbeiðið
framvið Müllers Pakkhúsi,
Lágukei og Høgukei, so eri
eg absolutt ikki samd við
honum í tí.
Hvat hetta er fyri ein bók,
hann hugsar um, veit eg
ikki. Kenni hana ikki. Kann
vera, at rithøvundur í nánd
av borgastjóranum er í ferð
við at skriva eina slíka bók,
Ja, man veit ongantíð.
Andstøðan kennir einki til
hana.
Einasta eg veit, er, at á
býráðsfundinum hóskvøld-
ið 26. mai 2005, atkvøddi
eg ímóti hesum máli um
Høgukei og Lágukei og
málinum, sum snúði seg
um
innrættan
av
eini
starvsfólkamatstovu í kjall-
araranum
undir
Gamla
Posthúsinum.
Starvsfólkamatstovan
skal nýtast gerandisdagar,
og í vikuskiftum skal hetta
vera ein útatvend matstova.
Hvat er ein útatvend mat-
stova? Havi ongantið hoyrt
orðið áður.
Ikki tí, at eg havi nakað
ímóti hesum báðum ætl-
anum, men eg vil til eina og
hvørja tíð harðliga mót-
mæla tí mannagongd, ið
málini hava fingið í teim
nevndum, tey hoyra heima.
Nevniliga, at arbeiðini eru
sett í gond, áðrenn nevnd-
arviðgerð og uttan, at pen-
ingur fyrst er játtaður.
Telefonpraj
Í samgonguni meta tey ar-
beiðini sum tað bera pea-
nuts.
Tað geri eg ikki. Eg neti
hesi mál sera álvarsligat
vera. Hetta eru arbeiði, sum
ávikavist eru mett at kosta
kr. 800.000 kr. (pluss kr.
800.000 aftrat, sum Havn-
arnevndin skal fíggja) og
kr. 900.000, tilsamans 1,7
mió. kr. í býráðsins lut
Í tí førinum, har Havna-
nevndin skal fíggja sín part
av keiunum við Müllers
Pakkhús, hevur málið ikki
fingið nakra viðgerð annað
enn, at formaðurin í nevnd-
ini, Leivur Hansen, hevur
ringt runt til nevndar-
limirnar og spurt, um teir
høvdu nakað ímóti, at kr.
800.000 vóru nýttar til
hetta arbeiðið.
At samgongan við borg-
arstjóranum
knappliga
hevur fingið ilt í politisku
samvitskuna ella eisini
hevur fingið nøkur orð frá
okkara nýsetta løgfrøðingi
um líka at fáa hasi tingini
uppá pláss, eftir arbeiðini
eru sett í gongd fyri skatta-
borgarans pengar og uttan
játtan um fígging á rætta
stað, er alla átalu vert.
Hetta er præcis tað, sum
sitandi samgonga í Tórs-
havnar býráð er farin at
arbeiða eftir. Brúka pengar
til alt, sum kann tekkjast
borgarunum uttan at játt-
anin er fingin til hetta.
Fekk eitt tips um hetta, tá
hendan samgongan var
veruleiki, men trúði tí ikki.
Hevði forsvorið, at tað
kundi blíva so galið.
Spurningar ikki svaraðir
á rætta stað
Allir teir spurningar, sum
undirritaða setti á býráðs-
fundinum hóskvøldið í
sambandi við hesi bæði
arbeiðini, sum sett eru í
gongd, áðrenn játtanin um
pening vóru givin, hvør
sett hevði arbeiðini í gongd,
og hvør hevði fingið ar-
beiðini, vóru ikki svarað.
Tað mátti bíða til dagin
eftir, segði borgarstjórin.
Tá fór hann at senda eitt
skriv út, og kundi eg sum
ganska gemenur býráðs-
limur fáa svar uppá teir
spurningar, sum eg setti
fram á býráðsfundinum.
Sum grundgeving fyri
hesum, upplýsti borgar-
stjórin, at tað komst av inn-
litinum í málinum um
Høgukei og Lágukei, sum
ein annar býráðslimur, Jan
Christiansen, vikuna undan
hevði biðið um. Umsitingin
var sett til at arbeiða yvir,
segði hann, og skuldi hon
nýta alla náttina, náttina til
fríggjadagin, um neyðugt
fyri at fáa skjølini til um-
bidna innlitið til vega.
Ein løgin framferðarhátt-
ur, eg má so siga. Áheitan
Jan Christiansens um innlit
hevði einki við mínar
spurningar at gera.
Men soleiðis verður lagið
komandi tíðina í Tórshavn-
ar kommunu, góðu borgar-
ar. Tað gjøgnumskygnið,
sum tveir av tjóðveldislim-
unum í Býráðnum tosaðu
seg hásar av sum andstøðu-
limir undir seinastu fýra ára
býráðssetu, er líka sum
døggað eitt sindur til,
síðani teir komu framat og
nú bóltað sær sum best ber
ti.l
At hinir limirnir taka
undir við teimum, skilji er
ikki, tí har skuldu verið
nøkur skilafólk ímillum.
Vil líka upplýsa, at í
einum skrivi frá borgar-
stjóranum dagin eftir bý-
ráðsfundin, er upplýst, at
tað er Guttesen & Staks-
berg, sum hevur fingið
bæði arbeiðini, sum málini
snúgva seg um, bæði tað
við Høgu- & Lágukei og
Posthúsið.
Høgakei og Lágakei eru ikki eftir bókini