týsdagur 31. mai 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 101 - 1. juni 2005
Nú um dagarnar komu vit við inniligari áheitan á landsliðsvenj-
aran í fótbólti. Henda áheitan snúði seg um at endurskoða avgerð-
ina at vraka okkara fræga fótbóltspælara Toda Jónsson til kom-
andi stórdystir móti Sweits og Írlandi. Vit hava síðani einki frætt
frá venjaranum. Men vit hava sæð og hoyrt onnur taka undir við
hesi áheitan okkara. So gott sum øll tann føroyska ítróttarpressan
er samd um, at tað var eitt mistak, tá venjarin gjørdu av at útiloka
Toda frá at spæla á landsliðnum – við eini sera ivasamari grund-
geving. Prátið millum fólk er tað sama. Hví útiloka okkara
kanska besta fótbóltsspælara nakrantíð frá at royna seg á
landsliðnum, nú ongar forðingar eru!
Grundgevingin hjá venjaranum er, at Todi er ikki í dystarvenjing.
Og hann vil bert hava spælarar, sum kunnu vera á vøllinum í 90
minuttir. Hetta er so hansara val. Men Todi kann koma at gera
munin, tá ástendur, sjálvt um hann ikki kann spæla fullan dyst.
Og sjálvt um hinir spæla ein góðan dyst. Okkum tykir henda
grundgevingin bæði óprofessionell og mangulfull. Venjarin átti at
givið Toda tjansin, nú hann ikki er skæddur, og nú Todi sjálvur
hevur víst stóran áhuga fyri at vera við. Og harvið latið hann
sloppið at víst síni framúrskarandi evni í verki. Tað er einki minni
enn ein katastrofa, tá leiðslan á okkara tjóðarlandsliði kappar
hondina av okkara besta fótbóltsspælara. Var hetta hent í øðrum
landi hevði har verið einki minni enn fólkauppreistur.
Danski landsliðsvenjarin og ikki minst hansara føroysku hjálpar-
menn áttu at vitað betur. Okkara fótbóltslandslið er nevniliga ikki
bara eitt vanligt landslið. Tað er eisini nakað heilt serligt fyri okk-
um føroyingar. Tí neyvan finst ein tjóð í heiminum, har so stór-
ur partur av fólkinum gongur so nógv uppí sítt fótbóltslandslið
sum nettupp Føroyar. Sum lítil tjóð hava vit eisini brúk fyri at
síggja upp til nakað, har vit klára at "hamla" upp við teir stóru. At
føla at vit eisini duga. At vit eisini eiga góðar spælarar. At vit eiga
ein sterkan vilja. Vit hava sæð, at hóast landsliðið hevur vunnið
fáar dystir, so hava úrslitini tó verið so fræg, at fótbóltslandsliðið
er vorðið okkara nationali ambassadørur. Okkara eygnasteinur.
Okkara skjaldramerki. Tað er hetta, sum Henrik Larsen átti at
givið sær fær um. Hvat veruliga bylgist í tí einstaka føroying-
inum, tá tað snýr seg um landsliðið!
Og hugsið tykkum – um vit nú fingu nøkur vinnandi stig eisini!
Um nú Todi megnaði tað, sum hevur manglað í, nevniliga at skora
mál! Uttan at siga nakað negativt um aðrar spælarar so mugu vit
staðfesta, at føroyska fótbóltslandsliðið hevur brúk fyri at vinna
dystir. Og tað er nú vit hava møguleika fyri at fáa okkara fremsta
fótbóltsspælara við í álopið, at vit eiga at taka av. Hetta skal ikki
skiljast sum, at vit ikki hava álit á hinum spælarunum. Men Todi
er bara nakað meira, tað, sum skal til aftrat.
Landsliðsvenjarin eigur tí at gera sær greitt, hvussu stóran
týdning fótbóltslandsliðið hevur fyri alla tjóðina og fyri
samleika okkara. Ja so nógv hevur hetta lið at siga fyri okkum
øll, at avgerðin hjá venjaranum at kolldøma, vraka og at geva
Toda "sekkin" átti at fingið avleiðingar fyri sama venjara. Átti
Henrik Larsen ikki at fingið sekkin fyri hesa skeivu avgerð!
Við at vraka Toda hevur hann nevniliga skert okkara møguleika
at fáa nakrar so hart tiltrongdar sigrar. Føroyska tjóðin
skríggjar eftir, at okkara tjóðarlandslið skal vinna á stórum
fótbóltstjóðum. Og øll vita, at hetta ber kanska bara til, um vit
troyta tað trumfkortið, sum Todi er. Føroya fólk krevur tí nú av
landsliðsvenjaranum, at Todi verður á liðnum móti Sweits og
Írlandi. Enn er tíð at bøta um mistakið.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Todi á landsliðið
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
YVIRLÝSING FRÁ MIÐFLOKKINUM
Jenis av Rana
Bill Justinussen
Miðflokkurin mótmælir, at
løgmaður og landsstýri við
vilja hava hildið týðandi
upplýsingum aftur fyri
Løgtinginum í málinum um
Miðnámsskúlan í Suðuroy.
Hetta er greitt brot á § 5 í
lóg um ábyrgd landsstýris-
manna, har staðfest verður,
at løgmaður ella landsstýr-
ismaður verða revsaðir, um
teir, tá Løgtingið viðger eitt
mál, tiga við upplýsingum,
sum eru av stórum týdningi
fyri tingsins meting av
málinum.
Undir
viðgerðini
av
nevnda máli valdi løgmað-
ur at tiga. Hóast hann ferð
eftir ferð varð spurdur av
tingsins røðarapalli um við-
komandi viðurskifti í mál-
inum, tagdi hann. Ongantíð
undir allari viðgerðini kom
fram, at ein arkitektafrá-
greiðing, umbiðin av lands-
stýrinum, var gjørd, sum
kundi
hava
avgerandi
ávirkan á støðutakanina hjá
tingfólki. Tí metir Mið-
flokkurin, at týðandi upplý-
singar eru hildnar aftur fyri
Løgtinginum, og er hetta
sama
niðurstøða,
sum
landsstýrismannanevndin
er komin til.
Miðflokkurin
ávarar
ímóti teirri vanvirðing, sum
løgmaður og landsstýri
sýna Løgtingsarbeiðnum.
Samstundis undrast Mið-
flokkurin á, at ongin av
teimum 21 í samgonguni
eru so mikið at sær komin,
at tey tora at mótmæla hesi
harðrendu framferð løg-
mans og landsstýrisins.
Okkara fólkaræði stendur
fyri falli, tá evsta vald okk-
ara ikki fylgir teimum lóg-
um, sum av teimum sjálv-
um eru smíðaðar og sam-
tyktar. Gongdin er ræðandi
og eigur at fáa allar
ávaringarklokkur at ringja.
§ 5. Løgmaður ella lands-
stýrismaður verður revs-
aður, um hann tilætlað ella
av grovum ósketni skúgvar
til viks tær skyldur, sum
liggja á honum sambært
løgtingslóg um stýrisskipan
Føroya ella lóggávuni ann-
ars ella starvsinnihaldi
hans~ara.
Stk. 2. Ásetanin í stk. 1
er eisini galdandi, um so er,
at løgmaður ella lands-
stýrismaður gevur løg-
tinginum skeivar ella vill-
leiðandi upplýsingar, ella
um hann, tá løgtingið við-
ger eitt mál, tigur við upp-
lýsingum, sum eru av stór-
um týdningi fyri tingsins
meting av málinum.
Svenning av Lofti
Hugaligt var at lesa odda-
greinina "Ongantíð aftur" í
Sosialinum herfyri, har
skrivað varð um fall nazis-
munnar fyri seksti árum
síðani. Eg fegnist saman
við oddagreinskrivaranum
um, at tað eydnaðist at basa
nazismuni. Somuleiðis tá
sagt verður: "Hvørki naz-
isma ella rasisma kunnu
góðtakast og eiga øll rætt-
hugsandi menniskju at vera
á varðhaldi."
Tí skilji eg ikki at polit-
ikkarar, blaðfólk og at Sosi-
alurin sjálvur í oddagreinum
hevur nýtt orðið "funda-
mentalistar" um bíbliutrúgv
kristin í okkara egna landi,
vitandi at orðið hevur fingið
negativan og illavorðnan
týdning, og verða tí tey, sum
verða skýrd at vera "funda-
mentalistar" í Føroyum
sammett við islamiskar
fundamentalistar,
sum
spreingja seg sjálvar, hús og
sakleys fólk í luftina.
Nazisman
nýtti
júst
hendan framferðarháttin:
At kalla jødar fyri líkt og
ólíkt og soleiðis lítisvirða
tey sum menniskju og
mettu tey vera "undirmenn-
iskju". Úrslitið gav seg
skjótt til kennar: Handlar
og synagogur hjá jødum
vóru rænd og brend í
grund. Jødar máttu bera
spjaldur - jødastjørnuna -
ið boðaði frá, at tey vóru
ein undirmettur tjóðflokkur
og soleiðis kundu verða
jagstraðir, niðraðir, niður-
gjørdir og háðaðir. Men
hetta var eisini miðvísa ætl-
an nazistanna. Haldi kortini
ikki at hetta er miðvísa
ætlanin hjá Sosialinum og
øðrum fjølmiðlum.
Men eg vil við hesum
peika á hvussu propa-
gandamaskinan hjá naz-ist-
unum arbeiddi. Tað byrjaði
í smáum, men endaði í
ljósum loga og í roykinum
frá gasskømurunum í týn-
ingarlegunum.
Tað var ein føroyskur
politikkari, sum í sínari tíð
hevði tað fyri at samanbera
føroyskar
javnaðarmenn
við kommunistar. Hetta var
ein skeiv og niðrandi sam-
anbering. Endamálið var
eyðsæð: At geva eina vil-
leiðandi og ræðandi mynd
av landsmonnum, ið vóru
politiskir mótstøðumenn og
samanbera teir við ómenn-
iskjansligu brotgerðirnar,
ið kommunistarnir framdu,
t.d. í gamla Sovjetsamveld-
inum.
Tí er mín áheitan á blað-
stjóran á Sosialinum og
aðrar fjølmiðlar um at ikki
at
nýta
orðið
funda-
mentalistur um landsmenn
sínar, vitandi at hetta orðið
hevur fingið ein so ljótan
negativan týdning orsakað
av ómenniskjaligum yvir-
gangsatsóknum úti í heimi.
Betri er at nýta orðið
"bíbliutrúgvur", at hann
ella hon eru bíbliutrúgv.
Sosialurin, nazisman og fundamentalistar