týsdagur 31. mai 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 31. mai 2005
11
VIÐMERKINGAR
Heidi Petersen
løgtingskvinna
Miðnámsskúlin í
Suðuroy
Miðnámsskúlin
varð
fluttur úr Vági til Por-
keris/ Hovs. Hetta varð
gjørt
• hóast allar sakligar
grundir vóru fyri at
byggja hann á byggi-
klára stykkið í Vági
• hóast lokalu myndug-
leikarnir vóru ímóti
hesari flyting
• hóast tað kemur at
kosta skattagjaldar-
anum tíggjutals milli-
ónir krónir meira
• og hóast at kalla allir
løgtingslimir
sóu
skilaloysið í at flyta
skúlan, so samtyktu
teir kortini at gera
hetta.
Hví? Vit frá andstøðuni
spurdu og fregnaðust
eftir, hvør orsøkin var til
hesa skilaleysu flyting,
men vit fingu onki svar
— ongi argument, ongar
sakligar grundgevingar.
Hvørki frá landsstýris-
manninum ella frá løg-
tingslimum í samgong-
uni. Sagt varð, at hetta
var ein politisk avtala,
og løgmaður tagdi.
Rækjustuðulin
Løgtingi samtykti at
veita rækjuvinnuni stuð-
ul. 20 mió. kr. av skatta-
borgarans peningi varð
fluttur
beinleiðis
í
lummarnar hjá nøkrum
fáum reiðarum.
Grundgevingarnar
fyri at lata stuðulin vóru
konstruerað argument,
sum kanska fá í sam-
gonguni trúðu uppá - og
ikki øll atkvøddu fyri.
Flokkar, ið fóru til val
upp á ikki at veita rakst-
rarstuðul til vinnulív,
atkvøddu fyri. Flokkar
sum fóru til val upp á
ein liberalan vinnulívs-
politikk, atkvøddu eis-
ini fyri.
Vórðu hesir flokkar
spurdir um hví, var svar-
ið tað sama: Vit halda
hetta er ikki so heppið
ella rætt, men hetta er
ein politisk avtala, og
tær halda vit - men løg-
maður tagdi.
Uttanríkispolitiska
heimildarlógin
Størsta broyting í viður-
skiftunum við Danmark
síðni heimastýrislógina
varð løgd fram langt
eftir seinasta framløgu-
dag í tinginum. Lógar-
broytingin varð skundað
ígjøgnum eina viðgerð,
har ongin fekk høvi at
kanna
og
útgreina,
hvørjar
avleiðingar
henda lóg fekk fyri
Føroya fólk og føroyska
fókaræðið.
Føroya fólk slapp ikki
at taka støðu til hesa lóg,
sum hevur so prinsipi-
ellan týdning fyri sam-
bandið millum Føroyar
og Danmark.
Vit spurdu, hví tað var
neyðugt at leggja tey
donsku
ríkislógartil-
mælini
fyri
tingið.
Nærum allir løgtings-
limirnir hildu tað vera
óheppi, men . . . .
Tá spurt varð, hví
hetta skuldi skrumblast
ígjøgnum, var svarið hitt
sama: Hetta er ein polit-
isk avtala, og løgmaður
hevur longu góðtikið
lógina mótvegis dønum.
Hvar er fólkaræðið?
Hvussu hava fólkaræði-
ligu mannagongdirnar í
hesum málum verið?
Hvar er gjøgnum-
skygni í førda politikk-
inum?
Hvar er opinleikin
mótvegis fólkinum og
tey sakligu argumentini?
Hvussu kunnu and-
støðupolitikkar og borg-
arar í landinum fyri-
halda seg til politiskar
avtalur, sum ongin veit
um? Avtalur, ið eru
gjørda handan læstar
dyr!
Hvussu hevur tað al-
menna kjaki tað, tá
málini koma fram, eftir
at avgerðirnar eru tikn-
ar?
Hvussu skal fólka-
ræðið og áhugin fyri
samfelagnum, vit liva í,
yvirliva í einum landið,
har hvørki politikkarar
ella fólkið fær høvi at
vera við í orðaskiftinum
um øll samfelagsmál?
Hevur sitandi løg-
maður - sum einaferð
hevði gjøgnumskygni
og opinleika sum sítt
eyðkenni - reduserað
fólkaræðið til polit-
iskar rossahandlar?
Er fólkaræði redu-
serað til politiskar
rossahandlar?
Jógvan Arge
Formaður í býarskipanar-
nevnd Tórshavnar Býráðs
Tann nýggi kommunu-
bygnaðurin í Suðurstreymi
krevur,
at
Tórshavnar
Býráð
leggur
nýggjar
ætlanir. Tann heildarætlan,
sum í fjør varð løgd fyri
menning av býnum kom-
andi 25 árini, er fyri ein
part óaktuell í løtuni.
Hetta kemst serliga av, at
Kirkjubøar kommuna er
løgd saman við Tórshavnar
kommunu. Tað hevur við
sær, at Tórshavnar komm-
una hevur til taks eitt nógv
størri lendi, enn hon hevði
frammanundan, tá mark var
millum
gomlu
Argja
kommunu og Kirkjubøar
kommunu.
Nú er hetta kommunu-
mark burtur, og Tórshavnar
kommuna fevnir um allan
Suðurstreym - og Kolla-
fjørð.
Tá heildarætlan varð
gjørd í farnu setu, varð valt
ikki at hava lendi vestanfyri
Tórshavnar kommunu við í
huganum, tá plánlagt varð.
Tað merkti aftur, at megin-
parturin av menningini av
miðstaðarøkinum við t.d.
bústaðarøkjum, vinnuøkj-
um og trivnaðarøkjum varð
ætlaður í Hoyvíkshaganum
- tí lítið var at dúva upp á
vestanfyri.
Hesin
veruleikin
er
broyttur í dag. Nú finst
minst líka nógv lendi vest-
an fyri sum norðanfyri, og í
endurskoðanini av heildar-
ætlanini, sum býráðið nú
einmælt hevur sanmtykt, er
høvuðssteningurin at fáa
javnvág í framtíðarútbygg-
ingina og meta um, hvussu
teir nýggju møguleikarnir
kunnu gagnnýtast til frama
fyri kommununa og trivn-
aðin hjá borgarunum. Mið-
ast skal samstundis eftir, at
trivnaðurin og menniskjað
verða í fokus.
Arbeiðið at endurskoða
og víðka heildarætlanina er
í tveimum liðum.
Í fyrra liðinum verður
dentur lagdur á at raðfesta
bústaðar- og vinnuøki í
Vesturbýnum og økinum
hjá gomlu Argja Kommunu
við hartil hoyrandi møgu-
leikum fyri trivnað við frí-
lendum, spæliplássum, gøt-
um, ítróttarvøllum/hallum
o.l. eins og atkomumøgu-
leikum við vegum og brúm
v.m. Miðað verður eftir, at
hesin parturin verður liðug-
ur til framløgu í oktober í
ár.
Mett verður, at ein stórur
partur av hagtalsliga grund-
arlagnum undir teirri ætl-
aðu endurskoðanini liggur í
tí tilfari, sum hesi seinastu
árini er fingið til vega og
gjøgnumarbeitt í sambandi
við ta heildarætlanina, sum
býráðið samtykti í 2004.
Annar liðurin verður at
gera uppskot um og ætlanir
fyri, hvussu Tórshavnar
kommuna kann skipa og
nýta tær stóru víddir, sum
kommunan er vaksin hesu-
megin Reynið við saman-
leggingini við Kirkjubøar
kommunu. Her kann talan
vera um øki bæði til trivn-
aðarendamál,
bústaðar-
endamál,
vinnuendamál
o.a. Ætlanin er at hava
hendan partin av arbeið-
num lidnan tíðliga í 2006.
Settur er ein stýringar-
bólkur við trimum limum
úr byggi- og býarskipanar-
nevndini, býararkitektinum
og býarverkfrøðinginum.
Byggi- og býarskipanar-
nevndin verður javnan tikin
við í ráðum, og ætlanin er
eisini at skipa fyri dialogi
við almenningin, áðrenn
tann endurkoðaða og víðk-
aða heildarætlanin verður
løgd fyri býráðið til enda-
liga samtykt.
- viðmerking til lands-
stýrismannin í fíggjar-
málum
Reidar Nónfjall
Í sambandi við blaðgrein
um almenna búskapin uttan
mál
og
strategi,
vísir
Bárður Nielsen landsstýris-
maður í fíggjarmálum á, at
arbeiðsloysið í Føroyum er
lágt í mun til onnur lond, og
at Føroyar hava avlop á
gjaldsjavnanum. Alt gott
um hetta, men verður farið
afturum hesi tølini sæst, at
búskaparliga gongdin ikki
er nøktandi.
Arbeiðsloysi
Arbeiðsloysið í Føroyum er
umleið 4%. Samanborið
við onnur lond er arbeiðs-
loysið í Føroyum ikki ser-
liga lágt – forsagnir fyri
2005 um arbeiðsloysi vísa,
at tað td. verður 5,7% í
Danmark, 5,3% í Svøríki
og 4,1 % í Norra.
Arbeiðsloysi er ikki eitt
ókent fyribrigdi í Føroyum
og føroyingar hava gjøg-
num tíðirnar verið noyddir
at flutt til onnur lond at fáa
sær arbeiði. Í nøkrum før-
um eru hesi fólk ongantíð
vend aftur til Føroya at
búgva, meðan onnur eru
vend aftur.
Munurin á fyrr og nú er
kortini, at fólk eru sera væl
upplýst um, hvar tey kunnu
fáa eitt trygt og spennandi
arbeiðspláss og harafturat
kunnu tey brúka sín lær-
dóm og vitan á einum glo-
balum
arbeiðsmarknaði.
Fleksibilteturin og mobili-
teturin í arbeiðsmegini er
sostatt nógv størri enn fyrr.
Arbeiðsloysið í Føroyum
sær út til at gerast perma-
nent fyri nakrar bólkar av
arbeiðsfólki, sum annars
ikki fara av landinum at fáa
sær arbeiði, vegna aldur,
vantandi førleika ella ar-
beiðsloysi í teimum lond-
um, har tey kundu ynskt at
fara til. Hetta slag av
arbeiðsloysi, sum er komið
til Føroya er kanska eisini
eitt tekin um, at vit ikki
megna kappingina innan
okkara tradtionellu fram-
leiðslu. Spuringurin er eis-
ini, um ikki arbeiðs-loysis-
prosentið fer at hækka
vegna tað, at arbeiðsmegin
minkar, tvs. væl útbúgvin
arbeiðsmegi er flutt ella í
størri mun fer at flyta til
onnur lond at búgva og ar-
beiða.
Er arbeiðsloysisprosentið
í Føroyum lægri enn í
norðanlondum, av tí, at vit
útflyta okkara arbeiðsloys-
ið til Danmark, Norra o.o.
lond. Kunnu vit rokna við,
at arbeiðsloysisprosentið
knappliga fer at hækka
munandi, tá tað almenna
fer undir neyðugar sparing-
ar á fíggjarlógini og tað fer
at raka tað almenna sjálvt
og avleiddar vinnur.
Gjaldsjavnin
Gjaldsjavnin vísir handils-
liga og fíggjarliga millum-
verandi millum Føroyar og
útlond. Landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum vísir á, at
gjaldsjavnin gevur avlop og
er hetta eftir hansara met-
ing eitt tekin um, at før-
oyski búskapurin hevur tað
gott. Eg skal royna at argu-
mentera fyri, at støðan á
gjaldsjavnanum møguliga
er eitt tekin um tað øvugta.
Til samanberingar kann
nevnast, at danir mittskeið-
is í 1980´unum høvdu stór
hall á gjaldsjavnanum. Tað
vísti seg, at stóra hallið á
danska
gjaldsjavnanum
stavaði serliga frá innflutn-
ingi av hátøkni, ídnaðar-
maskinur og vinnuligari
nýskapan av øllum slag og
var við til at styrkja kapp-
ingarføri og skapa nýggjar
vinnur. Sostatt var tað, sum
veruliga hendi, at danska
vinnan gjørdi stórar endur-
íløgur og nýíløgur. Eftir
nøkrum árum ekporteraði
Danmark seg úr búskapar-
ligari stagnatión og síðan
gav danski gjaldsjavnin av-
lop. Hetta dømið vísir m.a.,
at fyri at skapa inntøkur
muga avhaldast útreiðslur
(gera íløgur) - kommersielt
sæð er neyðugt, at hvør
króna í út-reiðslum gevur
meira í inntøku uppá longri
sikt.
Spurningurin er, hvat
liggur aftan fyri positiva
gjaldsjavnan hjá Føroyum.
Er tað soleiðis, at innflutn-
ingurin av framleiðslutól-
um til nýggjar vinnur og
vinnuliga nýskapan á landi
og sjógvi, er minkaður ella
steðgaður? Uppá longri sikt
fer henda gongdin ikki at
skapa
nýggjar
vinnur,
styrkja kappingarføri og
geva avlop í handlinum við
onnur lond.
Nýggj og víðari heildarætlan
Búskaparliga gongdin