Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 - 1. juni 2005 11 Vælgagnist Hotel Føroyar skipar aftur í ár fyri so- nevndu føroysku borðunum, har borð- reitt verður eitt kvøld við føroyskum mati burturav. Tiltakið byrjaði mánakvøldið, og undirtøkan var góð FERÐAVINNA Edvard Joensen Føroyskur matur er væl umtóktur milum ferðafólk- ið, sum kemur hendanveg. Tað vita tey á Hotel Føroy- um og fara í ár at skipa fyri føroyskum kvøldum tvær ferðir um vikuna í mun til einaferð í fjør. Borðreitt verður við føroyuskum burturav mánakvøld og mikukvøld í summar. Til- takið verður millum klokk- an 18.00 og 22.00 hesi kvøldini. Mánakvøldið varð fyrsta borðhaldið av hesum slagn- um í summar hildið fyri fullsettari Glasstovu á Hot- el Føroyum. Mest var talan um útlendsk ferðafólk, sum búðu á hotellinum. Men onkur føroyingur var ímill- um, Treyðugt so. Og tað skal ikki skiljast soleiðis, at tað ikki er loyvt føroying- um at royna hesi frálíku til- boðini, borðið hevur at bjóða, sigur Birna Jacob- sen, sølustjóri á Hotel Før- oyum. Borðini mestsum bogn- aðu av mati. Tilgjørdum á ymsan hátt. Bæði tradition- elt føroyskum, so sum kók- að knettir, turr grind við kókaðum eplum eins og fiskasalat og rækjurættir. Nógv og gott og vónleyst at royna allar rættirnar. Til at siga útlendingum frá, hvat hetta ymiska nú var, sum lá á borðinum, vóru skelti sett við hvønn einstakan rætt. Men kortini tóktist, sum fólk høvdu hug at ivast eitt sindur, tá tey komu framat. Tí eitt nú var eingin, sum segði teimum, at spikið, sum lá í einum ílati, vanliga verður etið saman við tvøstinum, sum lá við síð- una av, ella turra fiskinum, sum lá hinumegin og ikki saman við seyðarhøvdinum ella skinsakjøtinum, sum forrestin smakkaði heilt væl. Vanligt er við slík høvi, at eisini annað enn føroysk- ur matur verður sýndt fram. Soleiðis var eisini á Hotel Føroyum hetta kvøldið. Klædnapløgg frá Guðrun og Guðrun vóru at síggja í matstovuni. Og sum leið út á kvøldið komu dansarar frá Tøkum Lætt at sýna fremmandafólkinum før- oyskan dans. Bæði »vanlig- an« dans og dansispøl. Og sum vanligt plagar at vera, sluppu gestirnir eisini uppí, áðrenn endað varð. Um vikuskiftið verð- ur eitt stórt altjóða tiltak í Havn, har umboð fyri ymiskar heimspartar hittast til stevnu. Gongur sum ætlað verður ein fel- agsskapur fyri altjóða mentan stovnaður ALTJÓÐAMENTAN Snorri Brend snorri@sosialurin Havn: Tað er ikki á hvørj- um degi, at føroyingar hava møguleika at fáa kunnleika um fremmanda mentan á heimvølli. Og tað er so als ikki gerandiskostur, at ein við sama høvi kann fáa innlit í mentan og siðir úr so ym- iskum støðum sum Japan, USA og Afrika samstundis. Tað er tó júst hetta sum stendur ovast á breddanum komandi vikuskifti í Lær- araskúlanum í Havn. Meðan summi fara á norðoyastevnu, til lands- dyst ella arbeiða í urta- garðinum, so fara í hópatali av øðrum á ein altjóða mentanardag á Læraraskúl- anum. Á skránni er tónleikur, dansur, framsýningar, mat- ur og ein rúgva av øðrum tiltøkum, har hvørt landið sær fær møguleika at seta sín dám á henda fyrsta dagin av slíkum slagi í Føroyum. Handaligt arbeiði Stóra mentanartiltakið er so umfatandi at neyðugt hevur verið at brúka tveir dagar til tað, soleiðis at øll londini kunnu sleppa framat fyri at vísa nakað av tí, sum sermerkir teirra land. Tiltakið byrjar fríggja- kvøldið við at umboð úr fimm londum fara at vísa ymiskt fram úr teirra landi. Hesi umboða Ongland, Noreg, Japan, Afrika og Latínamerika. Leygardagurin er kortini tann dagurin, tá mest er á skránni. Umframt allar framførslurnar verður somuleiðis høvið hjá fólki at royna mat úr hesum londum. Henda seinna dagin í tiltakinum verða tað umboð fyri Føroyar, russland, Thailand, Japan, USA, Noreg, Afrika, Ongland og Latínamerika sum luttaka. Her verður eisini høvið at hitta hesi fólkini á máli og tosa um teirra land, eins og møguligt er at síggja ym- iskt handaligt arbeiði úr teirra heimlandi. Felagsskap Eitt slíkt tiltak sum hetta kostar sjálvandi pening, og tí hava tey selt atgongu- merki til hesi tiltøkini. Og sum vanligt er, eru tey bí- ligari at keypa áðrenn til- takið enn við dyrnar. Ætlanin við tiltakinum er í fyrsta umfari at vísa fram nakað av tí, sum sermerkir hesi ymisku londini. Hinvegin er ætlanin somuleiðis, at tiltakið skal føra við sær eina stovnan av einum felagsskapi fyri al- tjóða mentan í Føroyum. So er bert eftir at vóna, at hetta tiltakið eydnast so mikið væl, at tað kann verða endurtikið eina aðru ferð. Altjóða mentanir hittast á sama staði Trummudansur, framførslur og mentanir úr ymsum londum hittast á Lærara- skúlanum um vikuskiftið, tá altjóða mentan er á skránni