týsdagur 31. mai 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 100 - 31. mai 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Okkara kæra mamma
Ása Christiansen
fødd Hentze,
ættað av Sandi, búsitandi í Havn
andaðist á Landssjúkrahúsinum
leygardagin 28. mai, 82 ára gomul.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum
týsdagin kl. 19.00.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
mikudagin 1. juni kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Guðbjørg, Katrin, Birgit, Maj, Sámal og
Doffa
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá okkara góða mamma,
vermamma, omma og langomma
Lena Nón Eliasen,
Fuglafjørður
doyði og varð jarðað.
Ein serstøk tøkk til teir, sum bóru og tykkum
á Vesturstovu, sum vóru um hana ta tíð, hon búði har.
Takk fyri gávur, sum komu til Vesturstovu
og til tykkum øll, sum fylgdu henni til gravar.
Familjunnar vegna
Jim, Bergur, Elisabeth og Eyðstein
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum við
blómum, heilsanum, uppringingum og vitj-
anum, mintust til mín á 75 ára degnum hin
19. apríl
Gott summar øll somul.
Merry Bertholdsen, Vágur
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu okkum
samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Kathrina Jacobsen
Skála
andaðist og varð borðin til hvíldar.
Ein serstøk tøkk til starvsfólk og búfólk á
Sambýlinum á Skála fyri umsorgan, hjálpsemi og
fyri at tit vóru so góð við hana.
Takk til Jógvan Fríðriksson, prest, fyri
troystarrík orð.
Takk til kirkjutænarar, sangarar og berarar.
Takk fyri blómur, kransar og gávur til Sambýlið.
Takk øll tit, ið fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Fyri tey avvarandi
Myrna, Bill og børnini
40 ára starvsdagur
Í dag hevur Osvald Hansen, verkmeistari á
Sundsverkinum, arbeitt í 40 ár hjá Elfelagnum SEV.
Seks bilsmiðir fingið prógv
Fríggjadagin 27. mai fingu 6 bilsmiðir prógv á Tekniska Skúlanum í Havn.
Tey eru f.v.: Jógvan Kristoffersen, Hoyvík, lærupláss: P/f Reyni Service, Jona Jensen, Vestmanna, lærupláss: P/f Meinhardt Arge,
Martin T. Samuelsen, Tórshavn, lærupláss: Sp/f VR Bilar, Tom T. Hansen, Søldarfjørður, lærupláss: Sp/f O.C.D., Torleif
Johansen, Hoyvík, lærupláss: P/f Reyni Service, og Trúgvi Kjeld, Toftir, lærupláss: Sp/f O.C.D
Mynd: Jens Kristian Vang
Dagurin
31. mai. Petronella, deyð umleið ár 100. Ein kend
halgikona í fornkirkjuni. Halgisøgan sigur, at hon var
dóttir Pætur ápostul, men tað skal helst skiljast sum
andaliga dóttir hansara.
Andlát & jarðarferðir
Louis Højgaard, Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsin-
um hódagin 26. mai, 85 ára gamal. Jarðarferðin varð úr
Havnar kirkju mánadagin klokkan 15.
Franciskana systir Julia andaðist á Landssjúkrahúsinum
hósdagin 26. mai, 80 ára gomul. Jarðarferðin varð
mánadagin klokkan 13 úr Mariukirkjuni.
Tey, ið vilja minnast systur Juliu, kunnu lata eina gávu
til Mariukirkjuna. Konto í Føroya Sparikassa.
Ása Christiansen, fødd Hentze, ættað av Sandi, búsit-
andi í Havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardag-
in 28. mai, 82 ára gomul. Kistan fer úr Landssjúkrahús-
kapellinum týskvøldið klokkan 19. Jarðarferðin verður
úr Vesturkirkjuni mikudagin klokkan 14.
Jóhann Hermansen á Tvøroyri, vanliga nevndur
Hanniba, andaðist sunnudagin 29. mai, 89 ára gamal.
Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Elsa Mittelstein, ættað úr Sandavági, búsitandi í Havn,
andaðist sunnudagin, 85 ára gomul. Kistan fer úr
Landssjúkrahúskapellinum mikudagin klokkan 18.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hósdagin klokkan
14.
Tey, ið vilja minnast Elsu, kunnu lata Lágargarði eina
gávu. Konto í peningastovnunum.
Kelda: Útvarp Føroya