týsdagur 31. mai 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 101 - 1. juni 2005
Myndin er tikin í 1915.
Millum Perluna og Havnar
kirkju síggja vit fyrstu
fimleikarhøllina í Havn,
sum varð bygd í 1870-
unum (húsini við pílin).
Tá so realskúlin varð
bygdur í Tórsgøtu, varð
fimleikarhøllin tikin niður í
1916 og flutt niðan í real-
skúlan.
Vit rokna við at myndin
er tikin í 1915, av tí at
Perlan varð bygd í 1914 og
fimleikarhøllin varð tikin
niður í 1916, so má myndin
vera tikin har ímillum.
Leggið til merkis jaktirn-
ar sum av og áskipa í Vágs-
botni.
Mynd:
Føroya Fornminnissavn
Ovara myndin. Hendan
myndin er tikin í Konrads-
brekku í Havn fyri 100
árum síðan, í 1905. Ovastu
húsini (gróthúsini) eru tey
sum Jákup Andr. Arge
(Jampan) bygdi saman við
bróðrinum Sigmund Arge í
1901.
Húsini niðan fyri »tey á
Kamarinum«
bygdi
Magnus á Kamarinum í
1902. Hesi húsini fingu
navnið Dragoonhúusini í
Konradsbrekku,
seinni
vórðu tey rópt Draguhúsini,
av tí at skjøldrarnir vóru
prýddir við drekum. Tað
finnast tvey onnur dreka-
hús í Havn, Tey hjá Gott-
ormi Eysturoy á Statsvegn-
um (J.C. Scvabosgøtu), og
tey hjá Sunnevá Gram í
V.U. Hammersheimsgøtu.
Húsini hinumegin vegin
eru øll bygd í 1880-unum.
Tað áhugaverda við teimum
er, at tey í dag standa so
gott sum órørd.
Fremst á myndini er urta-
garðurin, sum hoyrdi til
húsini, ið fyrr vóru brúkt til
at hýsa arbeiðsfólki, sum
bygdu vitan á Borðuni, og
Óla Svend Svendsen í Havn
flutti av Borðuni til Havnar
og setti tey upp á Skalatrøð
(húsini eru ikki við á
myndini).
Í 1994 byrjaði Andr.
William Restorff at handla í
hesum húsum, og í 1920
fekk handilin navnið P.A.
Restorff.
Ein bonkur stendur við
grótgarðin, sum varð róptur
Skálabonkur, hesin bleiv
seinni fluttur, har sum øl-
útsølan hjá P.A.Restorff
var.
Niðara myndin: Her er ein
nýggj mynd úr sama stað.
Handilin P.A. Restorff er
ofta broyttur og nógv út-
bygdur hesi árini. Nevnast
kann, at í hesum húsum
byrjaði bakaríið hjá Frants
Restorff, og eisini var Res-
torffs Bryggjarí eina tíð í
kjallaranum.
Um onkur av lesarum
okkara hevur okkurt at
viðmerkja í samband við
hesar myndirnar, eru hann
ella hon vælkomin at seta
seg í samband við Birgar
Johannessen
í
telefon
314647 ella 273168.
Ovara myndin:
Føroya Fornminnissavn
Niðara myndin:
Jens Kristian Vang
Havnar leksikon:
Fyrsta fimleikarhøllin í Havn
Konradsbrekka 1905 - 2005