Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 100 - 31. mai 2005 Ymiskt er hvussu lagnan lagar seg hjá tí einstaka. Fá munnu tey tó verða, ið á ellisárum verða »heimskend í Føroyum« av verki avrikað er í manndómi 2. hvítusunnudag bleiv far- bróður, Petur Højgaard Saltangará 87 ár. Her á leiðini verður hann bert nevndur Petur hjá Palla. Sum flestu Højgaard´arar hevur hann verið raskur og nærlagdur og baldist stóran part av lívi sínum á havin- um, har hann í sjálvdrátti royndist sonn fiskiklógv. Tá Petur legðist uppi, arbeiddi hann eitt longri tíðarskeið á Vónavirkinum í Fuglafirði; trol og bøting hava havt hansara stóra áhuga, og hann gjørdi eitt stórt granskingararbeiði við einum segli á trolinum, sum skuldi bøta um fiski- skapin. Alt sítt vaksna lív hevur Petur verið tjóðskaparsinn- aður, og sjálvstýrisneistin hevur brunnið sterkur í barmi. Allastaðni møgu- leiki var fyri hesum, hevur hann á sín sermerkta hátt víst á møguleikarnar, ið finnast her, og at vit eiga at tillaga samfelagið til bú- skaparligu fortreytirnar. Sigast kann, at í hesum máli hevur ljós hansara ikki hevur staðið undir skeppu- málinum. Hugnalig samkoma var á Casa Blanca týskvøldið, tá Eldrafelagið Nón endaði fundarvirksemi sítt á hes- um sinni og fari varð í summarfrí. Duettin »Hvør- visjón« við Torbjørn Jacob- sen og Jónsveini Knudsen settu sín sermerkta dám á kvøldið. Kensluborið sang Tobbi á íslendskum máli, um týskan trolara, ið illveð- ursnátt rendi á flúr við Íslands strond, fór til botns og 5 menn funnu har sín bana. Yndisligi sangurin Anana er um barnið, sum hevur so nógvar spurningar um ymisk viðurskifti, og blíva hesir til: Hví Mamma? Undirritaði er sera hugtikin av hesum sangi og Tobbi sang hann eisini hetta kvøldið á rung- andi grønlendskum máli. Eftir at sangurin »Tú føddur føroyingur fríur« varð sungin sum felags- songur, tók skaldið, ið bæði hevur gjørt orð og lag, orð- ið. Hann greiddi frá søguni um sangin, hvussu hann fyri mongum árum síðani sat og tonkti um sundur- lyndi í fólkinum, sum býtti tjóðina upp í tveir nærum eins stórar partar ið gjørdi, at sjálvstýrisleiðin kámað- ist. Tí føddist hendan hugs- anin, ið kemur fram í tekst- inum og lagnum, um ein vanligan ungan føring, sum reinur og óspiltur lítur kring seg og greiðir frá tí, hann sær og hugsar. Sangurin hevur øll hesi ár ligið í dvala, og er bert sungin hendinga fer í veitslulag. Helst hevði hann farið í gloymskunar hav, um verðdótturin Varna ikki hevði tikið sakina í egnar hendur. Hon skipaði so fyri, at Árni og Marner sungu sangin inn á eina fløgu, og teir góvu við frálíku røddum sínum og spæli sanginum og lagnum nýtt lív. Frumframførðslan var í eini útvarpsmorgunsending hjá Elis Poulsen, har Varna ringdi inn og ynskti verfaðirnum tillukku við føðingardegnum og bað vertin spæla sangin, ið fekk so gott skoðsmál frá Elis, ið eg ikki havi hoyrt áður. At sangurin »Tú føddur føroyingur fríur«, verður ein landaplága, eri eg onga løtu í iva um. Sangurin vísir til gudsótta og álit á hann sum øllum valdar, og er trygdin fyri eini framtíð, har føroyingar sjálvir taka róðrið í hond á føroysku skútuni og hevja flaggið í húnar hátt. Tey vóru seks systskin: Nancy, Petur, Poula, Jensa, Mary og Meinhardt. Tey trý seinast nevndu eru ikki longur okkara millum. Serliga Nancy, Petur og Jensa høvdu góðar skalda- gávur. At andaligi førning- urin er arvaður heimanífrá, sæst aftur í skaldskapinum hjá teimum øllum. Á minn- isvarðanum í Rituvík sum avmyndar ommuna og abb- an, (tey vóru fyrstu niður- setufólkini), yrkti Nancy hesi fáu orð sum siga so nógv. Tann trúgv sum teimum treysti gav, Var lít til Gud, til land og hav. Nancy hevur skrivað og givið út yrkingarsavn. Millum tað ið hon hevur avrikað, man Skálafjarðar- sang-urin vera tann best kendi. Útvarp Føroya hevur frøtt mangan fjarðbúgva eftir loknan kappróður, tá sangurin dunar úr lurtitól- unum, tí bátar av Skála- fjørðinum fyrstir eru farnir um málstrikuna. Jensa hevði góða sang- rødd (tað høvdu tey øll ). Minnist yndisliga tvírædd- aða sangin, tá eg sum barn vitjaði í heimi teirra; hon spældi mandolin og mað- urin Agga slerdi rútmuna við tveimum skeiðum. Jensa hevur m.a. yrkt sang- in, »Kom latum os syngja um heimið tað besta«, ið finst á songbandinum, Eva og Hans Andrias góvu út. Nógv er komið á loggið í siglingini yvir lívsins hav, og teinurin móti málinum styttist. Hóast høgan aldur er lyndið lætt; Petur fylgir væl við og gleðist um tað sum rørist í býnum, tí nógva virksemi á havna- lagnum og øll tey nýggju húsini, ið standa í gerð. Jú sanniliga, tað grør um gangandi fót. Konan Elsa Maria van- liga nevnd Essimi, hevur somuleiðis verið eitt ar- beiðsgrev. Fyrimyndarliga hevur hon hildið heimið og tann stóra barnaflokk tykk- um untist at fáa, heili 10 í talið. Fari eisini her at nýta høvi til at takka tær fyri all- ar tær mongu hugnaligu løturnar við øllum blíð- skapi, mær untist at njóta í heimi tykkara. Eg og Sig- mund vóru spælibrøður, og tað mundu vera fáir dagar áðrenn fermingaaldur, at vit ikki vóru saman. Somu- leiðis fari eg at frambera øll góðynskir, nú tú skjótt hevur rundan føðingardag. Eg fari til seinast, at ynskja tykkum báðum eitt langt og blítt lívskvøld, við góðari heilsu og Harrans signing. Kári P. Højgaard Tú føddur føroyingur fríur Tú føddur føroyingur fríur Orð og lag: Petur Højgaard, Saltangará Tú føddur føroyingur fríur, væl borin i móðurlands fang, væl veri tín byrur b1íður, tín framtíð rík og long. Niðurlag: Tað landið, tú nemur er F øroyar, væl runnið úr norrønar' rót, Guds trúgv og álit á landið, tá grør um gangandi fót. Føroyingur, tú kennir teg heima, títt borðfæ, tað fongríka hav várar forfedrar ei vit gloyma, tær oyggjar tú Harrin teim' gav. Hygg só1in a tindamar roðar, nú brosar tín móðir til tín, tær kenslur í hjartað hon boðar um Skaparans verk til tín. Hann álitið hevur tær givið, tú setir teg aftur i rong, tak róðrið og eingin ivi, vind Merkið á fulla stong. Leygarkvøldið var Hildebrand Midjord, bussførari hjá Bussleiðini í Havn, fullkomiliga tikin á bóli, tá starvsfelag- arnir við 6 býbussum komu niðan Millum Gilja eftir honum og skipaðu fyri eini veitslu 1. juli 2005 hevur Hilde- brand Midjord koyrt bý- buss í Havn í 25 ár. Í hesum sambandi høvdu starvsfel- agarnir skipað soleiðis fyri, at hann var boðin til døg- urða hjá soninum, Ólavi, sum býr Millum Gilja. Har var dekkað borð, og tað luktaði av góðum mati. Meðan Hildebrand situr og bíðar eftir at vera boðin til borðs bankar upp á, og hann fekk blómur fekk tá blómur handaðar av Thyru Skarðhamar, bussførarra. Uttan fyri stóð ein býbuss- ar, meðan 5 aðrir stóðu longri niðri í gøtuni. Tá skilti hann, at okkurt var á vási. Hann varð síðan biðin um koma við ein túr við einum av bussunum. Síðan koyrdu allir seks bussarnir í fylgi gjøgnum býin eftir rutuni hjá Leið 2, har enda- støðin er á Norðasta Horni. Tá vóru øll boðin til veitslu í húsunum hjá Føroya Ríð- ingarfelag í Havnardali. Umframt starvsfelagarnar var konan, Ingrid, og børn- ini, Ritva, Ólavur og Heini og svigarbørnini við í veitsluni. Tilsamans 36 fólk. Hildebrand sigur, at hann hevði ikki minsta illgruna um nakað, og hann var fullkomiliga tikin á bóli. Hann varð so yvirraskaður at hann hevur ikki orð fyri tí. Hildebrand er ættaður ú Lopra. Hann hevur búð í Havn síðan 1952 og arbeiddi sum barberur á barberstovuni hjá Hjalta Skaale á "Glade Hjørn" í tilsamans 16 ár. Meðan hann arbeiddi har, koyrdi hann eisini hýruvogn og var onkrar túrar í Íslandi til garnafiskiskap og róði út við bátum í Grønlandi. Hildebrand, sum verður 67 ár í september, byrjaði at koyra býbuss 1. juli 1980, tá P/F Bil rak Bussleiðina. Hann hevur trivist sera væl í hesum starvi øll 25 árini. Bussførarin varð tikin á bóli Hildebrand Midjord fær blómur handaðar Býbussarnir í veg niðan Millum Gilja