Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 - 1. juni 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Listaframsýning Listaframsýning við Anker Mortensen, Hansinu Iversen, Marius Olsen og Vígdis Petersen er á Limfjordscentret frá 14. mai til 8. august 2005. Fjordstræde 1 · Doverodde · 7760 Hurup Thy · Tlf. 97 95 92 66 · Fax 97 95 92 55 · E-mail: natur@limfjordscenter.dk Upplatingartíðir: 20. marts - 1. nov. kl. 11.00-16.00 23. juni - 8. aug. kl. 10.00-17.00 Hurup Thy liggur uml. 20 km. sunnan fyri Thisted. Dagurin 1. juni. Nikomedes, deyður umleið ár 300. Rómverskur borgari ið gjørdist kristin og tí varð tikin av døgum. Tøkk Tøkk til tykkum øll, sum vóru um okkara kæru mammu Ingibjørg Frederikka Hansen, Mikladalur til hennara síðsta andadrátt. Tøkk til øll, sum komu at virða hennara minni. Tøkk til øll, sum so væl tóku hond um ervið. Tøkk til prestin Hans Ejler Hammer fyri hansara kenslubornu og vælvaldu orð. Ein serstøk tøkk til okkara yngstu systur, sum so væl tók sær av okkara kæru mammu tey síðstu árini hon livdi. Vegna familjuna Hildibjørg, Elsa, Eyðbjørg, Jan Erik, Marion, ommubørn og langommubørn Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu, tá ið elskaði pápi okkara, verfarðir, abbi og langabbi Hasse Kragesteen Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum, sum so trúliga vitjaðu hann í tí dagliga. Tøkk til tykkum á G4, ið tóku tykkum so væl av honum. Tøkk til Hera Joensen, prest, fyri troystarrík orð. Takk til tykkum øll, ið hjálptu til við ervinum. Takk fyri telefonsamrøður, takk fyri kransar og blómur, takk til sangarar fyri vakran sang og tann stóra skara, ið fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Anna og Borgarhjørt Mikudagin 1. juni 2005 tekur Edvard Joensen í Sandavági við sum kunn- ingarleiðari í Vágum. Edvard er eiðismaður og útbúgvin skrivstovumaður og journalistur. Síðan 2000 hevur hann arbeitt sum blaðmaður á Sosialinum. Starvið sum kunningar- leiðari er fyribils sett í eitt ár, og hevur Edvard far- loyvi frá Sosialinum. Fyrstu tíðina kemur hann at arbeiða á Kunningardisk- inum á Flogvøllinum. Kunningarleiðarin er settur av felagnum Vágar, ið er ein samanrenning av Vága Vinnufelag og Ferða- vinnuni í Vágum. Leiðarin hevur dagligu leiðsluna av felagnum. Verandi Kunningardisk- urin á Flogvøllinum heldur fram sum higartil við somu starvsfólkum. Andlát & jarðarferðir Ása Christiansen, fødd Hentze, ættað av Sandi, búsitiandi í Havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin 28. mai, 82 ára gomul. Kistan fer úr Lands- sjúkrahúskapellinum týskvøldið klokkan 19. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin klokkan 14. Jóhann Hermansen á Tvøroyri, vanliga nevndur Hanniba, andaðist sunnudagin 29. mai, 89 ára gamal. Kistan fer úr sjúkrahúskapellinum mikukvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju fríggjadagin klokkan 13. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Jóhann, kunnu lata Tvøroyrar kirkju eina peningagávu. Konto í Føroya Sparikassa. Elsa Mittelstein, ættað úr Sandavági, búsitandi í Havn, andaðist sunnudagin, 85 ára gomul. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum mikudagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hósdagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Elsu, kunnu lata Lágargarði eina gávu. Konto í peningastovnunum. Lis Nolsøe í Klaksvík andaðist 29. mai, 80 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mikukvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni hósdagin klokkan 13.30. Jákup Eli Steffensen, Klaksvík, andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sunnudagin, 73 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Ragnhild Olsen í Rituvík andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 30. mai, 67 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Kelda: Útvarp Føroya Edvard Joensen nýggjur kunningarleiðari í Vágum www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo