týsdagur 31. mai 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
At fraklendingar
sunnudagin søgdu nei
til ES-grundlógina,
hevur neyvan ta stóru
ávirkanina á Føroyar,
heldur Jóannes
Eidesgaard, løgmaður
ES-GRUNDLÓGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Løgmaður heldur tó, at úr-
slitið í Fraklandi sunnudag-
in gevur nakað av innan-
hýsis trupulleikum í ES, og
hetta ger ikki okkara sam-
ráðingarstøðu betur.
Ferðin verður
sett niður
Jóannes Eidesgaard sigur,
at úrslitið í Fraklandi
kanska líka nógv er eitt
mótmæli móti sitandi stjórn
í Fraklandi, sum tað er eitt
nei til ES-grundlógina.
- Tað er tó einki at ivast í,
at talan er um ein kreppu í
ES-høpi, tí Frankland er
ikki
eitthvørt
ES-land.
Frakland hevur verið við
frá byrjan, og landið hevur
kanska verið tað mest ES-
sinnaða landið av øllum
limalondunum. Tað er tí
einki at ivast í, at tað er eitt
øgiligt afturstig fyri tey,
sum hava staðið aftan fyri
tilgongdina til ES-grund-
lógina, at úrslitið í Frak-
landi gjørdist eitt nei, held-
ur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður væntar, at
úrslitið í Fraklandi fer at
seinka Europeisku integra-
tiónini, og um fleiri lond
fara at atkvøðu nei, væntar
Jóannes
Eidesgaard,
at
ferðin á tilgongdini fer at
stegða munandi upp.
Noyðast at taka støðu
Í spurninginum um, hvørja
ávirkan eitt danskt ja og ein
møgulig samtykkjan av ES-
grundlógini fer at hava fyri
Føroyar, sigur Jóannes Eid-
esgaard, at her er støðan
heilt greið.
- Tað stendur í forfatning-
ini, at hon ikki er galdandi
fyri Føroyar, og tí hava vit
einki
at
óttast,
sigur
Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður heldur tó, at
tað er neyðugt hjá okkum
føroyingum sum skjótast at
fáa eitt kjak um, hvat vit
vilja, tí vit noyðast at taka
støðu til spurningin.
- Vit noyðast at fáa eitt
kjak, har vit taka støðu til,
um vit eru nøgd við verandi
støðu, ella hvat vit vilja.
Sjálvur haldi eg, at tað er
umráðandi, at vit taka støðu
sum skjótast, tí óansæð
hvørja niðurstøðu vit koma
til, so er processin long,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Nr. 100 - 31. mai 2005
15
Formaðurin í Tjóð-
veldisflokkinum,
Høgni Hoydal, held-
ur, at tað gevur føroy-
ingum eitt longri
skoðbrá at lýsa egnar
avleiðingar, at frak-
lendingar í sunnu-
dagin atkvøddu nei til
ES-grundlógina
ES-KONVENTIÓNIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í dag verður orðaskifti í
Fólkatinginum um, hvat
eitt møguligt danskt ja til
ES-grundlógina hevur at
siga fyri Føroyar og Grøn-
land. Tað eru teir tríggir
fólkatingslimirnir í Norður-
atlantsbólkinum,
Høgni
Hoydal úr Føroyum, og
grønlendingarnir
báðir,
Kuupik Kleist og Lars-
Emil Johansen, ið hava sett
danska
forsætismálaráð-
harranum, Anders Fogh
Rasmussen, spurningin.
Skal ikki hava avleið-
ingar fyri Føroyar og
Grønland
Í fyrispurningi sínum til
forsætismálaráðharran
spyrja teir tríggir fólka-
tingslimirnir,
hvussu
danska stjórnin tryggjar
sær, at nýggja ES-grund-
lógin ikki á nakran hátt,
hvørki poltiskt ella løg-
frøðisligt, kemur at verða
galdandi fyri Føroyar og
Grønland.
Høgni Hoydal sigur, at
Norðuratlantsbólkurin
miðjar ímóti, at tað verður
samtykt at gera eina óhefta
kanning av, hvat ein økt
ES-samansjóðan fer merkja
fyri Føroyar og Grønland.
Hesum hevur Anders Fogh
Rasmussen áður sýtt fyri.
- Danir fara ivaleyst at
trýsta
fólkaatkvøðuna
ígjøgnum í Danmark, óan-
sæð hvussu úrslitið verður
aðrastaðnis, og tað er tí
umráðandi, at vit fáa lýst
okkara støðu, sigur Høgni
Hoydal.
Mugu velja eina leið
Høgni Hoydal heldur, at tað
hevur givið okkum føroy-
ingum eitt longri skoðbrá at
velja eina leið, at fraklend-
ingar sunnudagin atkvøddu
nei.
- Vit noyðast at velja eina
leið, sum vit vilja ganga í
hesum málinum, og nú
hava vit fingið eitt longri
skoðbrá at velja hesa leið,
sigur Høgni Hoydal.
Formaðurin í Tjóðveldis-
flokkinum sigur tað verða
burturvið at tosa um før-
oyskan ES-limaskap, so
leingi vit eru partur av
danska ríkisfelagsskapin-
um.
- Tað hevði verið skila-
best, um vit gjørdu eina
samstarvsavtalu við fyrst
og fremst Noreg, Grønland
og Ísland, tí vit hava felags
áhugamál í Norðuratlants-
havi, og saman høvdu vit
staðið sterk, heldur Høgni
Hoydal.
Mótmæli til væntandi
demokrati
Í morgin fara hollendingar
at taka støðu til ES-grund-
lógina, og veljarakanningar
í Hollandi benda á, at eisini
har verður atkvøtt nei.
- Um hollendingar at-
kvøða nei, verður tað
spennandi at síggja, hvat
Tony Blair fer at gera.
Fólkaatkvøðan í Bretlandi
er útskrivað, men sigur
Holland nei, kann tað
verða, at Tony Blair fer at
avlýsa bretsku atkvøðu-
greiðsluna, sigur Høgni
Hoydal.
Formaðurin í Tjóðveldis-
flokkinum tulkar franska
valúrslitið sum eitt mót-
mæli til væntandi demokra-
tiið í ES, og tað sama er
galdandi, um hollendingar
eisini siga nei.
Peter Holm,
Kaupthing:
- Sæst ikki
aftur í bú-
skapinum
Stjórin í Kaupthing,
Peter Holm, dugdi
mánamorgunin ikki at
síggja nakað tekin um,
at franska nei'ið hevði
nakra
búskaparliga
ávirkan.
- Tað einasta, ið eg
dugi at síggja, er at
euroin er viknað eitt
sindur í mun til doll-
arin. Verður dollarin
styrktur,
verða
vit
meiri kappingarfør í
fiskivinnuni, serliga á
upsaøkinum,
sigur
stjórin í Kaupthing.
tn
Jóannes Eidesgaard, løgmaður:
– Neyðugt við kjaki um ES
Høgni Hoydal:
– Franskt nei gevur okkum
eitt skoðbrá
Fraklendingar atkvøddu sunnu-
dagin nei til ES-grundlógina, og
eygleiðarar meta, at grundlógin
nú hongur í einum klønum tráði.
ES-GRUNDLÓGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var greiður meirilut fyri einum
fronskum nei til grundlógina. 54,87
prosent søgdu nei, meðan 45,13 prosent
søgdu ja. Franski forsetin, Jacques
Chirac, segði eftir, at úrslitið var al-
mannakunngjørt, at tað var eitt afturstig
fyri Frakland, men at úrslitið ikki fór at
fáa fronsku stjórnina at umhugsa sín
limaskap í ES.
Fleiri lond tykjast ivasom
Franska nei'ið er eitt afturstig fyri til-
gongdina til ES-grundlógina, og tað ger
ikki støðuna betur, at tað eisini sær út til
at enda við einum nei'ið í fleiri øðrum
londum.
Millum annað fara hollendingar í
morgin at greiða atkvøðu, og har benda
veljarakanningar á, at úrslitið fer at gerast
eitt nei.
Danir skulu atkvøða um ES-grund-
lógina tann 27. september, og nógvir
danskir politikarar harmast um franska
úrslitið. Millum annað kallaði fyrrver-
andi danski forsætismálaráðharrin, Poul
Nyrup Rasmussen, sunnudagin fyri ein
svartan dag í ES-søguni.
Onkur danskur flokkur hevur heitt á
Anders Fogh Rasmussen, forsætismála-
ráðharra, um at avlýsa donsku fólkaat-
kvøðuna, men teir stóru flokkarnir standa
saman um, at danir skulu á val 27. sep-
tember. Báðir stjórnarflokkarnir, Venstre
og Konservative, vilja hava fólkaat-
kvøðuna í heyst, og tað sama vilja eisini
Sosialdemokratarnir og Radikale Venstre.
ES-grundlógin hongur í klønum tráði
Høgni Hoydal hevur biðið
um eitt orðaskifti í
Fólkatinginum, har Anders
Fogh Rasmussen skal greiða
frá, hvørjar avleiðingar tað
fær fyri Føroyar og
Grønland, um danir atkvøða
ja til ES-grundlógina, og um
grundlógin verður samtykt.
Orðaskiftið verður í dag
savnsmynd
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, heldur tað verða umráðandi,
at føroyingar sum skjótast fáa eitt kjak um støðu okkara til ES.
Savnsmynd