týsdagur 31. mai 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 • mikudagur • 1. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Tvær føroyskar fyri-
tøkur sleppa nú at
royna seg í grøn-
lendskari námsvinnu.
Tær eru Sofus M.
Jacobsen og KJ-Elráð,
sum eru valdar út at
taka sær av menning-
ini av einum heilt
nýggjum námsbýi í
Grønlandi
FØROYSK VINNA Í
ÚTLANDINUM
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Grønlendska Heimastýrið
hevur givið kanadisku og
svensku
fyritøkunum
CRAW og Minelco útvinn-
ingarloyvi til námsvinnu í
Fiskifjørðinum, 90 fjórð-
ingar norðan fyri Nuuk.
Talan er um at útvinna
olivin, ið er málmur, sum
verður brúktur til stálfram-
leiðslu.
Í tí sambandinum hevur
ein útbjóðing verið millum
5 norðurlenskar byggifyri-
tøkur um at byggja eina
námsbygd til 50 mans. Har
skulu vera íbúðir, royndar-
starvstova, verkstaður, veg-
ir og kai, orkuverk, tele-
samskifti,
vatnveiting,
kloakkskipan, oljugoymsla,
tyrlupallur og brennistøð
o.a.
Sjálv uppgávan var gjørd
eftir sama leisti, sum tá
Føroya Tele bygningurin
var lagdur til rættis og
bygdur. Tvs. sum Partn-
ering. Hetta var ein av or-
søkunum til,, at MT Høj-
gaard hevur valt samstarv
við føroysku ráðgevarafyri-
tøkurnar Sofus M Jakobsen
og KJ-Elráð.
MT Højgaard úr Dan-
mark vann hesa útbjóðing í
kapping við aðrar norður-
lendskar byggifyritøkur, og
við í tilboðnum var ráðgev-
ingin til námsbygdina og
allar teknisku veitingarnar.
Tað er hesa ráðgevingina,
sum føroysku fyritøkurnar
Sofus M. Jakobsen og KJ-
Elráð skulu standa fyri.
Samlaða verkætlanin í
hesum umfarinum er uppá
umleið 150 mill. Kr. Tað,
sum føroysku ráðgevararnir
skulu standa fyri er at
byggja námdsbygdina sam-
an við teimum teknisku
veitingunum, og er hetta
mett at kosta uml. 40-50
mill. Kr.
Byrja longu í summar
Nú er so skipaður ein pro-
jektbólkur við donskum,
svenskum og føroyskum
verkfrøðingum, sum skal
skipa verkætlanina. Fyrsti
parturin
skal
gerast
í
summar. Har skal fyribils
kai og vegir gerast. Framm-
anundan er einki uttan ber
hella, so alt skal gerast heilt
frá byrjan. Hesin bólkurin
fer komandi hálva árið at
hava eitt sera tætt sam-
arbeiði og verða arbeiðs-
fundir í Kiruna, Keyp-
mannahavn, Tórshavn og
Nuuk.
Í fyrsta umfari kemur
verkætlanin at taka 2 ár tvs.
at byggja bygdina við øll-
um veitingunum, umframt
tað skal MT Højgaard
standa fyri brotinum, har
ætlanin er at fáa 120.000
tons av Olivine út í ár og
500.000 tons út næsta ár. Tá
ið henda tíðin er farin skulu
metingar gerast av rakstrin-
um av brotinum. Tá verður
ein langtíðar avtala gjørd
millum svensku Minelco
og MT Højgaard um at reka
námið í 5 ár í senn. Ætl-
anin er at kunna bróta 1-2
mill. tons árliga.
Tá arbeiðið er komið í
gongd fara umleið 36 fólk
at verða knýtt at virksem-
inum, og tá verður eisini
møguligt hjá føroyingum at
fáa lut í arbeiðinum sum
starvsfólk hjá MT´Høj-
gaard Føroyar. Ætlanin er
at arbeiða í 2 mánaðir og
halda frí í ein.
Tað áhugaverda í hesum
landnámi er, at fyri uml. 50
árum síðani tóku føroying-
ar land uttast á Fiskifjørð-
inum, har menn vóru til út-
róður um sumrarnar.
At danska fyritøkan hev-
ur valt Sofus M. Jacobsen
til at vera við í uppgávuni
kemst m.a. av, at fyritøkan
var við til at byggja nýggja
Føroya Tele og tí at fyritøk-
an hevði føroying í arbeiði,
sum hevur drúgvar royndir
at arbeiða í Grønlandi.
Føroyingar
professionellir
Jóannes Niclassen, ættaður
úr Miðvági og og projekt-
leiðari hjá MT Højgaard í
Danmark við ábyrgd av
øllum aljóða virksemi sigur
við Sosialin, at samstarvið
við Sofus M. Jakobsen við
Føroya Telebygninginum
hevur víst, at fyritøkan var
sera professionell, og at
fyritøkan ikki hevur hildið
seg aftur at súgva til sín
vitan. Eisini vísti føroyska
fyritøkan, at hennara fíggj-
arligu metingar við FT
byggingini hildu. Og tað
vóru stórt sæð eingi mistøk
gjørd av teimum.
Hann sigur eisini, at SMJ
hevur víst seg at vera ein
fyritøka, sum man hevur
álit á og sum kann gera sítt
arbeiði til fulnar og til
tíðina. – Tað mest avger-
andi fyri okkum, tá vit
skulu velja út samstarvs-
fyritøkur, er, at hesar
fyritøkur alla tíðina fáa sær
nýggja vitan og royndir.
Hetta er eisisni einasti
mátin, sum kann tryggja
eini fyritøku at vera við á
altjóða pallinum í harðari
kapping frá øðrum dugna-
ligum fólkum í bransjuni.
Sera spennandi
Árni Jakobsen, stjóri hjá
Sofus M. Jakobsen sigur, at
teir eru sera nøgdir við at
hava fingið hesa spennandi
uppgávuna, sum er tann
fyrsta av sínum slag í
útlandinum.
– Tað
er
áhugavert at vera við til at
byggja nakað frá botni av
og so eisini í útlandinum.
Um tvær vikur verður
farið á eina kanningarferð
til Grønlands, har umstøð-
urnar skulu kannast á stað-
num. Árni Jakobsen sigur,
at tað er eisini ein stór
avbjóðing fyri tvær før-
oyskar fyritøkur at arbeiða
saman við fleiri útlendsk-
um fyritøkum úr Kanada,
Svøríki og Danmark.
Talan verður um, at einir
5 verkfrøðingar frá teimum
báðum føroysku fyritøk-
unum koma at arbeiða nógv
við hesi verkætlan til tíðir.
– Eydnast hetta væl so
kann tað vera ein lopfjøl
fyri øðrum arbeiði í fram-
tíðini eisini sigur ein fegin
Árni Jakobsen.
Føroyskir ráðgevar við í stórari
grønlendskari námsverkætlan
Projektbókurin savnaður á høvuðsdeildini hjá MT Højgaard í Danmark
Jóannes Niclassen, projektleiðari hjá MT Højgaard og Árni
Jakobsen, stjóri í Sofus M Jakobsen, sum báðir hava týðandi
leiklut í at fáa fyritøkunum spennandi arbeiðsuppgávur í
Grønlandi
Mynd Jensk Vang
Her í Fiski-
fjørðinum, har
føroyingar
gjørdu land-
nám fyri 50
árum síðani,
verða nú aftur
føroyingar til
arbeiðis,
hesaferð til at
projektera
eina stóra
námsbygd