Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 100 - 31. mai 2005 Karsten Hansen: Vit mugu ikki spæla okkum øll kortini av hondini – Fara føroyskir myndugleikar at gera serligar skattaskipanir fyri bretsk oljufólk, hava bretar ikki brúk fyri eini dupultskatta- avtalu við Føroyar og so hava vit onki at handla við, sigur gamli landsstýrismað- urin í fíggjarmálum, Karsten Hansen DUPULTSKATTUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Veruleikin er, at bretar hava ikki viljað havt eina dupultskattaavtalu við Før- oyar. Men føroyingar mugu ikki vera so undirbrotligir, at tað tað verður fullkomi- liga óneyðugt hjá bretum at gera eina dupultskattaav- talu við okkum. Tað sigur gamli lands- stýrismaðurin í fíggjarmál- um, Karsten Hansen. Tað var hann sum byrjaði arbeiðið at fáa eina dupult- skattaavtalu við bretar. – Men tá ið tað kom til stykkis, vóru teir kortini ikki sinnaðir at gera eina slíka avtalu. Ein dupultskattaavtala ímillum Føroyar og Bret- land er aftur komin á breddan. At ongin slík avtala er, darvar oljuvinnuni í Før- oyum illa, tí, sum er, skulu bretar, sum koma higar, at arbeiða í styttri tíð, betala skatt í Føroyum, umframt at betala skatt í Bretlandi. Tað merkir, at ein breti, sum kemur til Føroyar á fund í ein dag, skal betala skatt í Føroyum og tað hev- ur ført til, at nógvir fundir verða lagdir uttanlands ístaðin. Hetta er ein tvørleiki, sum oljuvinnan er altráð eftir at koma til lívs. Mugu ikki leggja okkum flatar Karsten Hansen, sum ar- beiddi nógv við avtaluni í síni tíð í Fíggjarmála- ráðnum, sigur fyri tað fyrsta at bretar, sum koma higar á fund í ein dag, verða ikki skattaðir, tí tað er ómøguligt at rokna inn- tøkuna út. Annars var tann regla galdandi, at bretar kundu arbeiða í Føroyum í 30 dag- ar, uttan at rinda skatt her. Men tann reglan var ikki í samsvari við skattalógina og tí vað hon avtikin. Og Karsten Hansen ávar- ar føroyskar myndugleikar ímóti at leggja seg flatar fyri bretum í hesum sambandi. – Vit eiga at vera sera varin við at gera serskipanir fyri bretskar oljustarvsfólk í Føroyum, tí so hava Bretar ikki brúk fyri eini dupult- skattaavtalu. – Føroyingar, sum fara til Bretlands at arbeiða, skulu eisini betala skatt har. Í løtuni er ikki so nógv virksemi í Føroyum, men tað kann koma. – Fara vit at gera serskip- anir fyri at sleppa bretum í Føroyum undan skatti, hava vit spælt okkum øll kort av hondum. So hava bretar als ikki brúk fyri eini slíkari avtalu, tí teir fáa allar sømdir kortini. – Vilja bretar ikki hava eina dupultskattaavtalu, er ikki so nógv at gera. – Gamli Landsstýrismað- urin sigur, at vit mugu halda uppat at vera so und- irbrotligir, at vit so fara at gera serskipanir fyri bretar fyri at tekkjast oljuvinnuni. – Tá ið tann dagur kemur, tá ið vit skulu samráðast um eina dupultskattaavtalu, mugu vit hava nakað at handla við og at lata av, fyri at fáa eina slíka avtalu. Karsten Hansen sigur, at orsøkin til, at Bretar ikki vilja hava eina dupul- skattaavtalu, er, at teir halda seg ikki fáa nakrar fyrimunir av henni. – Teir vóna uttan iva, at 30 dagar reglan fer at halda fram, so at teir kunnu ar- beiða her, uttan at betala skatt, men so er dupult- skattaavtalan eisini óneyðug. – So kunnu bretskt olju- feløg senda fólk til Føroyar at arbeiða í 30 dagar og so senda nýtt fólk o.s.fr., fyri heilt at sleppa undan at betala skatt í Føroyum. Annars sigur Karsten Hansen, at tað besta árið fekk landskassin 30-40 milliónir inn í skatti frá fremmandum oljuarbeiðar- unum og tað er eisini eitt slag av pengum. Annars minnist Karsten Hansen, at tá ið hann sat í landsstýrinum og Bárður Nielsen í andstøðu, var Bárður Nielsen íðin at fregnast eftir hesi dupult- skattaavtaluni við bretar. – Men nú má hann so bara ásanna, at tað er ikki so lætt, sum hann kanska hugsaði, sigur Karsten Hansen. LANDSDYSTUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er nú greitt, at tað eis- ini fer at bera til hjá suður- oyingum at síggja lands- dystin ímóti írum miku- kvøldið 8. juni. Landsdysturin byrjar- klokkan 19.30 og Strand- ferslan hevur nú gjørt av at útseta fráferðina hjá Smyrili til Suðuroyar til klokkan 22. Annars skuldi Smyril sigla klokkan 19 og so høvdu suðuroyingar, sum fóru til landsdyst, verið noyddir at ligið nátt í Havn. Tað var FSF sum heitti á Strandferðsluna um at broyta sigligina og tað hevur hon tikið undir við. Strandferðslan metir at dysturin móti Írlandi hevur serligan áhuga fyri alt landið, og við hesi broyting kunnu suðuroyingar síggja dystin á Tórsvølli og koma suður aftur sama dag. Sostatt kunnu suðuroy- ingar nú fara við Smyrli úr Suðuroy klokkan 15.30 mikudagin 8. juni og suð- uraftur klokkan 22, beint eftir landsdystin. Eisini suðuroyingar sleppa til landsdyst Smyril hevur broytt siglingina í sambandi við landsdystin ímóti Írlandi. Nú fer at bera til hjá suðuroyingum at fara úr Suðuroy klokkan 15.30 mikudagin og suðuraftur klokkan 22, beint eftir landsdystin