týsdagur 31. mai 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 101 - 1. juni 2005
– Endamálið við míni
vitjan her í London er
at menna búskapar-
liga og handilsliga
samstarvið millum
Stórabretland og
Føroyar og samtíðis
at fara undir ein
politiskan dialog
segði landsstýrismað-
urin Bárður Nielsen,
tá hann talaði fyri 80
framstandandi um-
boðum fyri kapital-
marknaðin, oljufeløg
og fíggjarpressuna í
London herfyri og
harvið lat dyrnar upp
fyri teimum at vera
við í privatiserings-
tilgongdini
SAMKOMA Í
LONDON
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Myndir: Jan Müller
Tosað hevur verið um at
privatisera – einskilja – tær
almennu fyritøkurnar nú í
mong ár. Uttan at nakað
ítøkiligt er hent. At staðurin
hetta varð kunngjørt av
álvara og kanska meira
ítøkiligt enn nakrantíð fyrr
skuldi vera London og ikki
Tórshavn, hevði væl fáur
grunað. Og tað var í Lond-
on, fíggingardeplinum av
øllum í heiminum, at før-
oyski fíggjarmálaráðharrin,
Bárður Nielsen fyri fyrstu
ferð legði kortini á borðið
og gjørdi altjóða íleggj-
arum og bankum greitt, at
nú kunnu teir venda eygun-
um móti Føroyum, tí her
verður skjótt ein møguleiki
at gera nakrar skilagóðar
íløgur.
Bárður
Nielsen
man
neyvan
nakrantíð
hava
staðið frammanfyri eitt so
kapitalsterkt publikum sum
hesa løtuna í hjartanum á
fíggjardeplinum London.
Ikki færri enn 80 íleggjarar,
bankafólk
og
oljufólk
høvdu tikið av innbjóðing-
ini frá føroysku sendistov-
uni í Bretlandi at hoyra um
møguleikarnar at gera íløg-
ur í Føroyum.
Gott at vera í London
– Eg eri ovurfegin at vera í
London – hesum livandi og
nútímans býnum, við tess
vakra byggisniði og hug-
takandi søgu. Tá eg vitjaði
parlamentið í dag kendist
tað sum hoyrdi eg søguna
tosa vóru byrjunarorðini
hjá fíggjarmálaráðharran-
um og legði hann dent á, at
tað var sera hugaligt at
møta so mongum týðandi
umboðum fyri vinnulív og
fíggingarkervið
í
bæði
Bretlandi og Føroyum.
Endamálið við míni vitjan
er at menna búskaparliga
og handilsliga samstarvið
millum londini og samtíðis
at fara undir ein politiskan
dialog.
Eftir at hava givið eina
stutta frágreiðing um polit-
isku skipanina og støðuna í
Føroyum leitaði landsstýr-
ismaðurin fram orð sum
globalisering og frían hand-
il og segði, at Føroyar eru
partur av hesi menning og
hava ein upplatnan og út-
flutningsvendan búskap og
vit eru fyri frælsum handli.
Føroyar hava gjørt av ikki
at vera partur av ES tó at vit
hava samtykt skandinaviskt
og europeiskt regulverk og
somuleiðis altjóða stand-
ardir fyri okkara ídnað. Vit
hava eina fríhandilsavtalu
við ES og arbeiða við at fáa
eina búskaparliga sam-
starvsavtalu við Ísland og
at menna samstarvið við
EFTA londini.
Landsstýrismaðurin helt
fyri, at bretski marknaðurin
hevur stóran áhuga hjá
føroyskum ídnaði og her
serstakliga fiskiídnaðurin,
men sambandi á øðrum
vinnuøkjum er sera av-
markað, og tað er hetta vit
vilja hava ment. – Eg vóni
at henda løtan, og tað at tit
eru tilsteðar her í kvøld,
kann vera við til at knýta
samstarv millum londini og
menna tey búskaparligu
bondini. Í hesum sambandi
nevndi landsstýrismaðurin
týdningin av, at føroyskir
ungdómar í størri og størri
mun leita sær til Bretlands
at fáa sær eina útbúgving. Í
dag lesa 80 føroyingar í
Stórabretlandi og talið bara
veksur.
Síðani treiv Bárður Niel-
sen framtíðar vinnumøgu-
leikar og segði, at tað er
ikki nóg mikið bara at
grunda
sína
tilveru
á
Bárður Nielsen við útlendskar íleggjarar:
Privatisering veruleiki í ár
Føroyska ferðalagið uttanfyri St. Paul´s í London
Tað var allar besta veður, tá umboð fyri vinnulív og
myndugleikar gingu í gøtunum í London
Føroysk vinnulívsfólk verða kunnað um møguleikarnar á
Virðisbrævamarknaðinum
Petur Lamhauge aðalstjóri og landsstýrismaðurin uttan fyri
virðisbrævamarknaðin