týsdagur 31. mai 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 31. mai 2005
17
Roykfrí matstova á Hotel Føroyum
Glasstovan á Hotel
Føroyum hevur verið
roykfrí síðan á nýggj-
árinum. Hetta tiltakið
hevur ikki minkað
um umsetningin, sig-
ur sølustjórin á
hotellinum
HEILSUMÁL
Edvard Joensen
Sum tann fyrsta matstovan í
landinum gjørdist Glas-
stovan á Hotel Føroyum
roykfrí á nýggjárinum.
Hendan royndin hevur
verið góð, sigur Birna Jac-
obsen, sølustjóri á Hotel
Føroyum. Í hvussu er hevur
hon ikki ávirkað umsetn-
ingin hjá matstovuni neg-
ativt, sigur hon, Heldur
hinvegin.
Tað ger so, at tey hava
gjørt av at hava matstovuna
roykfría permanent, og at
døma eftir eini kanning, tey
hava gjørt millum við-
skiftafólkið, er hetta ein
røtt avgerð, vísir hon á.
Kanningin, sum Gallup
hevur gjørt fyri hotellið,
vísir, at stórur meiriluti av
teimum spurdu, bæði roykj-
arum og ikki roykjarum,
halda, at Glasstovan eigur
at vera roykfrí. Ikki færri
enn 84 prosent av samlaðu
luttakarunum í kanningini,
eru fyri hesum.
Bæði millum roykjarar
og ikki roykjarar er meiri-
luti av teimum, sum vilja
hava matstovuna roykfría.
Ikki færri enn 63 av roykj-
arunum halda tað vera í lagi
við roykfríari matstovu.
Ikki óvæntað eru heili 91
prosent av ikki roykjarun-
um fyri hesum tiltakinum.
Eisini
hava
tey
í
kanningini spurt, hvat fólk
halda um, at hotellið, alt
sum tað er, skal vera royk-
frítt. Har er býtið helvt um
helt av teimum, sum vóru
við í kanningini. 50 prosent
prosent til hvønn partin.
Ávirkan uttaneftir
Tað er í samband við royk-
fría dagin týsdagin 31. mei,
at hesi tølini verða kunn-
gjørd nú, sigur Birna
Jacobsen.
Men sjálvt tiltakið hjá
Hotel Føroyum er ávirkað
av gongdini á hesum øk-
inum uttanlands. Har gerst
tað alt meira vanligt í alt
fleiri londum, at slík støð
sum matstovur og gisting-
arhús
yvirhøvur
gerast
roykfrí. Nevnd verða lond
sum Írland, Italia, Malta og
Noreg, sum undangongu-
lond. Eisini í Svøríki kemur
roykiforboð í gildi á mat-
stovum og almennum støð-
um frá 1. juni í ár.
Belgia fer eisini at seta
eitt roykiforboð á matstov-
um í gildi frá 2007. Tó
verður hetta forboð heldur
meira avmarkað enn í
ørðum ES londum.
Verja starvsfólkið
Umframt at koma við-
skiftafólkinum, sum ikki
roykir, til góðar, er átakið
eisini gjørt fyri at verja
starvsfólkið, sum dagliga
ferðast í matstovuni, sigur
Birna Jacobsen.
Kanningar hjá danska
»Arbejdsmiljøinstituttet«
vísa, at í Danmark doyggja
fimm til tíggju tænarar
árliga av passivari royking.
Hóast matstovan á hotell-
inum er roykfrí, eins og
fundarhøli eisini eru tað, er
tað kortini ikki fullkomið
roykibann. Tað privatar
veitslur verða hildnar, er
tað verturin, sum ger av, um
roykjast kann ella ikki,
sigur Birna Jacobsen, sølu-
stjóri á Hotel Føroyum. Og
í barrini í móttøkuhøllini, á
Vaglinum og í einstøkum
gistingarrúmum á hotell-
inum ber eisini til at roykja,
sigur hon.
Kanningin, sum Gallup
hevur gjørt fyri Hotel Før-
oyar, vísir eisini, at í mun til
2003 minkaði samlaða talið
av roykjarum í 2004 við
seks prosentum.
Glasstovan á Hotel Føroyum
gjørdist á nýggjárinum tann
fyrsta roykfría matstovan í
landinum, sigur Birna
Jacobsen, sølustjóri
Mynd: Jens Kristian Vang
Leygardagin verður
gongulagskapping
fyri íslandsross við
flúgvarabedingina
Nirði við Vatn í Vág-
um. Eisini onnur til-
tøk verða á skránni
hendan dagin
RÍÐING
Edvard Joensen
Vágar: So fáa Vágar sín
egna festival. Tó ikki ein
tónleikafestival, uttan ein
rossafestival, sum hildin
verður á ríðibreytini Niðri
við Vatn um vikuskiftið.
Umframt kappríðingar
verða eisini onnur tiltak
sum eitt nú ponyríðing fyri
børn, hoppiborg, søla av
kaffi, pylsum cowboyhatt-
um og tílíkum.
Um kvøldið verður fel-
agsbál og sangur. Jóhann
Mortensen fer at halda
midnáttarrøðu, og aftan á
verður dansur, har Vága-
Jam fara at spæla.
Kappríðingar vera sjálv-
andi eisini á eini slíkari
stevnu. Bæði gonguglags-
kapping fyri íslandsross og
kappríðing, har tað ræður
um at vera fyrstur á mál.
Vága Ríðingarfelag, sum
skipar fyri tiltakinum, sig-
ur, at umframt tær vanligu
kappingarnar, verður eisini
kapping fyri old boys.
Gongulagskappingin
byrjar
leygarmorgunin
klokkan 10.00. Klokkan
17.00 seinnapartin verður
kappríðing, og tá byrja
eisini hini tiltøkini, sum
vera í samband við stevn-
una.
Sjálv finalan í gongu-
lagskappingini verður hild-
in sunnudagin klokkan
15.00, boðar Vága Ríðing-
arfelag frá.
Rossafestivalur í Vágum
Gongulagskapping verður á
ríðibreytini hjá Vága
Ríðíngarfelag Niðri við Vatn
um vikuskiftið
Savnsmynd