Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 • týsdagur • 31. mai 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Vrakaði landsliðs- spælarin var á vøllin- um, inntil tað restaði eitt korter, tá ið næst- besta FCK liðið vann 5-0 ÚTISETI Jóannes Hansen Todi Jónsson arbeiðir stútt og støðugt fyri at koma aftur í toppvenjing og har- við at økja um møguleik- arnar at fáa líkinda sáttmála við okkurt annað felag enn FCK. Eftir FCK venjingina leygarmorgunin varð sekst- an manna hópurin til ferð- ina til Herning og FCM kunngjørdur, og navnið á Toda var ikki millum tey útvaldu. - Eg skal ikki dylja, at mær hevðí dámt best at farið við til Herning. Men um eg skal síggja tað frá positivu síðuni, so bar hetta møguleika fyri dystarvenj- ing á næstbesta liðnum við sær, og tað var kanska ikki so galið at fáa 75 minuttir á vøllinum, heldur enn kanska at sita í 90 minuttir á beinkinum í Herning, sigur Todi Jónsson. Næstbesta FCK liðið vann 5-0 á Helsingør. Todi Jónsson var á vøllinum, inntil tað restaði eitt korter, og hann skoraði til 2-0. - Eg kenni meg vera væl fyri, og eg eri nøgdur við mítt avrik á næstbesta lið- num, sigur Todi Jónsson. Í morgin fer landsliðið at savnast at fyrirreika seg til stóru avbjóðingarnar ímóti Sveis og Írlandi. Landsliðs- venjarin hevur ikki mett, at Todi Jónsson er nóg birgur til tær uppgávurnar. Í gjár fór Todi undir nýggja arbeiðsviku í FCK, og í morgin verður sjøtul settur á juni mánað, sum eftir øllum at døma verður síðsti mánaðurin hjá Toda í FCK. Millum teir, sum í gjár vóru til venjingar sam- an við Toda, vóru landsliðs- spælarar úr Noregi, Svø- ríki, Finnlandi, Estlandi og Suðurafrika, umframt spæl- arar, sum eru úttiknir til donsku A og U 21 lands- liðini. Todi á talvuna Alonso fyri fjórðu ferð Síða 31 - Eg kenni meg vera væl fyri, og eg eri nøgdur við mítt avrik á næstbesta liðnum, sigur Todi Jónsson, sum um vikuskiftið spældi fimm korter á næst besta liðnum hjá FCK B68 var aftur sann- førandi, hóast tað hesaferð eydnaðist mótstøðuliðnum at skora, og botnupp- gerðin millum GÍ og B36 endaði við javn- leiki 2. DEILD Jákup Mørk Samlaða myndin í 2. deild broyttist ikki stórvegis um vikuskiftið. Hvørki í toppi ella botni. Toftamenn, sum higartil í ár hava verið rættiliga sannførandi, vitjaðu hesa- ferð á Argjum, og tann dysturin varð mettur sum fyrsta veruliga styrkis- royndin hjá toftamonnum. Ikki minst, tí AB í kapp- ingini um FSF-steypið hevði spælt javnleik móti B68. Og oddaliðið fekk eisini ein lítlan skelk alt fyri eitt. Fyrrverandi stórskjúttin hjá B68, Súni Fríði Barbá, stóð brádliga leysur í brots- teiginum, og so kundi hann vísa, at hann framvegis veit, hvar málið stendur. Tað gekk tó ikki long tíð, áðrenn javnvág var komin í roknskapin. Ovi Magnus- sen skeyt B68 upp á javnt, og kundi ein væl spælandi Jóhan Petur Poulsen skjóta toftamenninar upp á bæði 2- og 3-1. Og so gekk tað mesta ein vegin. AB fekk í løtum tillutað leiklutin sum statistar, og tað var ikki fyrr enn móti dystarenda, at vertirnir aftur komu á talv- una. Tá hevði B68 longu skorað seks ferðir, og so var ikki meira at tosa um tann vegin. Tey næstu halda fast Tað eru B71 og FS Vágar, sum tykjast vera avbjóðar- arnir hjá B68, og tey vunnu bæði truplar útidystir leyg- ardagin. B71 vitjaði í Sumba, har tað væl kundi enda við heimasigri. Sumba legði seg í seinna hálvleiki á odda, men við málum frá Magnus Olsen og Clayton Soares móti dystarloki eydnaðist kortini gestunum at fara norður aftur við øllum. Tað gjørdist FS Vágar eisini, tá teir vitjaðu næst besta HB-liðið. Hendrik Rubeksen gav annars spenning í dystin, tá hann í seinna hálvleiki javnaði til 1-1, men við málum frá Per Joensen og Silva eydnaðist kortini gestunum at taka alt. Javnleikur í botnuppgerð Stórur spenningur var eisini um dystin í Gøtu, har tey bæði niðastu liðini í deildini skuldu takast. Gøtumenn hava higartil verið púra blankir, men teir komu á sigurskós fyri steðgin við máli frá Magnusi Jacobsen. Hetta tóktist eisini halda sær, men tað eydnaðist tó Tórðuri Hentze at javna fyri B36, og so kundu báðir partar ásanna, at innanhýsis støðan framvegis er óbroytt fyri teirra viðkomandi. Risa-sigur í Leirvík Og tað tykist ganga tann vegin, at Royn fer at nærk- ast botninum. Skaðar hava í ólukkumát rakt liðið, sum fyrstu tvey umførini fekk seks stig, men aftur hesa- ferð gjørdist talan um stór- tap. Í Leirvík var Royn enn- tá aftanfyri 9-0 í steðg- inum, og tó at vertirnir tóku sær meira av løttum eftir steðgin, so beyð ikki bøtur. 12-1 gjørdist úrslitið, og so mugu hvalbingar bara vóna, at skaddu menninir skjótt verða tøkir aftur. Úrslitini AB-B68 2-6 (1-3) 1-0: Súni Fríði Barbá 1-1: Ovi Magnussen 1-2: Jóhan Petur Poulsen 1-3: Jóhan Petur Poulsen 1-4: Eyðstein Skipanes 1-5: Øssur Jacobsen 1-6: Jóhan Petur Poulsen 2-6: sjálvmál Flúgvandi toftamenn