Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórsvøllur fullsettur til Írlands-dystin Enn eru nøkur at- gongumerki eftir, men roknað verður við, at hesi verða seld seinastu dagarnar undan dystinum LANDSDYSTUR Jákup Mørk Tað líkist einum fullsettum leikvølli, tá Føroyar og Ír- land fara at dystast kom- andi mikudag. Tá vit týsmorgunin høvdu samband við skriv- stovuna hjá Fótbóltssam- bandinum, vóru enn nøkur atgongumerki eftir, men roknað verður fyri víst, at hesi verða seld seinastu dagarnar undan dystinum. - Tað eru á leið 1.000 atgongumerki eftir, so vit rokna við, at talan verður um fult hús, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari. - Vit fara at lata suður- oyingar keypa atgongu- merki í forsølu hesa vik- una, og so verður tað, sum eftir er, sett til sølu her hjá okkum frá mánadegnum av. Hvussu tann sølan so fer at ganga, ber sjálvandi ikki til at siga her og nú, men vit rokna við, at tá mikudag- urin kemur, eru øll at- gongumerki burtur. Um ikki, so ber sjálvandi eisini til at keypa seinastu at- gongumerkini við inn- gongdina til Tórsvøll, sigur aðalskrivarin. Veðrið kann bjarga Sveis Til landsdystin móti Sveis tykist áhugin ikki vera heilt tann sami. Í forsølu eru á leið 1.000 atgongumerki seld, og hartil koma so tey, sum FSF letur stuðlum og øðrum, so í løtuni er talan um eini 1.500 áskoðarar. Tað skerst ikki burtur, at tað helst tekur nakað av landsliðsáhuganum, at dysturin verður leiktur um sama mundið, sum kapp- róðurin er á norðoyastevnu. Nakað, sum eisini Ísak Mikladal ásannar. - Ja, tað er eitt sindur harmuligt, at so skal vera, men tað mugu vit so liva við. Tíbetur sær tó til, at veðrið fer at skikka sær heilt væl, so vit vóna, at nakað av áskoðarum legst afturat í døgunum og tím- unum upp til tann dystin. Um hálvanannan mánað - tann 16. juli - fer triðja Atlantic Air- ways maratonrenn- ingin av bakkastokki MARATHON Tíðindaskriv Frá fyrireikarunum verður sagt, tiltakið er fyri øll - ung sum eldri, tí umframt fulla teinin upp á 42,2 km verður eisini runnið hálvt maraton og ein sokallað stuttleikarenning upp á 5,8 km. Stuttleikarenningin hjá børnum er 3 km. Øll byrja í senn og renna fyrst ein rundtúr í býnum upp á 5,8 km - børnini kort- ini 3 km - og síðani koma stuttleikarennararnir í mál. Maratonfólkið rennur nú út úr Havnini - til Kaldbaks og aftur. Tey, sum renna hálv- maraton, venda eitt sindur innan fyri Sandvíkahjalla og hava upp á seg tyngstu rutuna, tí tungu brekkurnar um Hvítanesleiðina skulu rennast við stuttum mill- umbili á út- og heimferðini. Cecil Weihe úr Havn er einasti luttakari yvirhøvur, sum hevur runnið henda maratonteinin undir tríggj- ar tímar - og enntá tvær ferðir. Fyrraárið var tíðin hjá honum 02:55:54, og í fjør var hon 02:49:06. Rigmor N. Arge og Sol- eyð í Eyðansstovu runnu báðar maratonteinin undir 4 tímar í fjør. Tíðin hjá Rig- mor var 03:19:29, og hjá Soleyð var hon 03:57:23. Cecil og Rigmor skulu luttaka á oyggjaleikum í Hetlandi í summar. Um- framt at bæði skulu renna hálvmaraton, skal Rigmor eisini renna 10.000 metrar. Cecil luttók í Copenhagen Marthon 22. mai í ár og setti persónligt met við tíðini 02:43:05. Vegna oyggjaleikir verður Rigmor ikki við í Tórshavn Mara- thon í summar, meðan Ce- cil kemur, um tað yvir- høvur letur seg gera. Umframt at fólk frá nær og fjar eru farin at tekna seg á www.torshavnmara- thon.com, hava fleiri ís- lendingar boða frá, at teir eisini koma. Enn eru eini 1.000 atgongumerki eftir til landsdystin móti Írum, men roknað verður við, at hesi eru seld undan dystinum Marathon-renningin nærkast Luttakaratal 2003 2004 Maraton: 27 menn og 3 kvinnur. 33 menn og 3 kvinnur Hálvmaraton: 20 menn og 6 kvinnur. 22 menn og 7 kvinnur 5, 8 km: 27 menn og 21 kvinnur 34 menn og 29 kvinnur 3, 0 km børn: 39 dreingir og 34 gentur 32 dreingir og 25 gentur FAKTA Nr. 101 • mikudagur • 1. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo VB- venjar- in í klønum tráð Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá vágbingum við fótbóltinum higartil í ár. Besta mansliðið hevur seinastu umførini havt sera laka úrtøku, og á stigatalvuni hevur givið úrslit í, at liðið sunnu- dagin datt niður um GÍ, sum annars hevur verið niðasta liðið í deildini størsta partin av árinum. Mánakvøldið hevði nevndin hjá VB fund, har millum annað venj- araspurningurin varð umrøddur, men týs- morgunin bar ikki til at fáa nakrar sum helst viðmerkingar um, hvørja niðurstøðu nevndin var komin til. At útmeldingin ikki er, at nevndin framhaldandi hevur álit á venjaranum, bendir tó tann vegin, at ein uppsøgn er ávegis, og um so verður, so er John Christensen næsti venjarin í ár, sum fær sekkin. John hevur annars verið væl lýddur í starvi sínum, men stigatalvan vísir sjónliga, at úrtøkan higartil ikki hevur staðið mát við vónirnar. Ikki minst hevur gingið illa seinastu seks umfør- ini, har VB bara hevur vunnið eitt stig av 18 møguligum. -jm