Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 100 - 31. mai 2005 Franska fólkaatkvøð- an um ES-grundlóg- ina var líka nógv ein spurningur um inn- anríkismál, og tí fall grundlógin. Tað sama hendir væntandi í Niðurlondum í morgin FÓLKAATKVØÐA Árni Joensen fartekst@mail.dk Fronsku veljararnir vóru ikki í iva, tá teir tóku støðu til ta ætlaðu ES-grundlóg- ina. 54,9 prosent søgdu nei, og 45,1 prosent søgdu ja. Ósigurin verður roknaður sum ein dygur smeitur fyri Jaques Chirac, forseta, sum av øllum alvi stríddist fyri at fáa veljararnar at at- kvøða ja. Hann viðgekk ósigurin sunnukvøldið og boðaði samstundis frá, at úrslitið fer at hava broyt- ingar í stjórnini við sær. Samstundis kravdu fleiri, at forsetin eigur at leggja frá sær. Hann víðgongdi høgramaðurin Jean-Marie Le Pen, sum var ein av oddamonnunum ímóti ES- grundlógini, segði bart út, at forsetin er ikki førur fyri at leiða franska fólkið long- ur. Men forsetin fer ikki frá. Harafturímóti verður rokn- að við, at Jean-Pierre Raff- arin, forsætisráðharri, noyðist frá, og tey flestu vænta, at Dominique de Villepin, innanríkisráð- harri, fer at taka við. Onga ávirkan - Úrslitið av fronsku fólka- atkvøðuni fær onga ávirkan á avgerðina at halda fólka- atkvøðu um sama spurning her í september. Tað segði Anders Fogh Rasmussen, forsætisráð- harri, sunnukvøldið, tá tað var greitt, at fransmenn høvdu vrakað ES-grund- lógina. Men tey, sum eru ímóti grundlógini, hava eina aðra uppfatan av støðuni. For- kvinnan í Danska Fólka- flokkinum, Pia Kjærsgaard, vil vera við, at uppskotið til eina ES-grundlóg er fallið, nú fransmenn hava felt tað, og tí eigur danska stjórnin at avlýsa fólkaatkvøðuna tann 27. september, sigur hon. Tað sama siga tey í Fólkafylkingini ímóti ES og Juni-rørsluni. Onnur mál avgerandi Eygleiðarar í París søgdu sunnukvøldið, at teir fronsku politikararnir, sum eru fyri grundlógini, megn- aðu ikki at fáa orðaskiftið at snúgva seg um grund- lógina, og tí kom orðaskift- ið at snúgva seg um ymisk fronsk innanríkismál. Tað gjørdi, at í roynd og veru var fólkaatkvøðan ikki um grundlógina, men heldur ein spurningur, um fólk vóru fyri ella ímóti Jaques Chirac, forseta og stjórnini. Tað sama kann henda aðrastaðni, og nógv bendir á, at ymisk innanríkismál fáa eisini avgerandi ávirkan á fólkaatkvøðuna, sum verður í Niðurlondum í morgin. Har eru ymisk mál drigin upp í orðaskiftið, og tær seinastu meiningakann- ingarnar vísa, at ES-grund- lógin fer eisini at fella har. Sambært teirri seinastu kanningini fara umleið 56 prosent at atkvøða ímóti. Mugu finna loysn Sambært reglunum skulu øll tey 25 ES-londini góð- taka grundlógina, fyri at hon kann fáa gildi, og spurningurin er tí, hvat hendir, nú fransmenn hava vrakað hana, og niðurlend- ingar eftir øllum at døma fara at gera tað sama. ES-serfrøðingar søgdu sunnukvøldið, at spurning- urin má takast upp, tá ríkis- og stjórnarleiðararnir í teimum 25 londunum hitt- ast í Bruxelles tann 16. juni. Víst verður á, at sam- bært reglunum skal grund- lógin góðkennast innan árslok næsta ár, og tí er tað ikki óhugsandi, at spurn- ingurin verður tikin upp- aftur í Fraklandi og Niður- londum eina ferð afturat til ta tíð. Hvat Fraklandi við- víkir, er ikki óhugsandi, at landið fær loyvi at bíða eitt ár afturat, so fólkaatkvøða kann haldast aftan á for- setavalið har, sum verður í 2007. Minni mótstøða ímóti hvalaveiði Seinastu tíggju árini hevur norska uttanríkis- ráðið goldið Bobby Evans 1,5 millión krón- ur fyri at verja norsk áhugamál, hvørja ferð orðaskiftið um hvala- veiði hevur tikið seg upp í USA. Men nú tykist hvalaveiðan hava so lítlan áhuga ímillum amerikanarar, at Bobby Evans er uppsagdur, skrivar Aftenposten. Ein talskvinna hjá uttanríkisráðnum í Oslo sigur við blaðið, at sendistovan í Washing- ton fær framvegis fyri- spurningar um hvala- veiði, men at nú eru spurningarnir so fáir, at sendistovan klárar at svara teimum. Verri var í nítiárunum, tá stjórnin hjá Bill Clinton hótti við hand- ilstiltøkum ímóti No- regi, tí norðmenn fóru aftur at veiða stórhval í 1993. Í einum brævi til Kongressina skrivaði Clinton, at norska stór- hvalaveiðan var í and- søgn við amerikanska lóg, og at tað var nóg mikið til at seta handils- tiltøk í verk. Meiri hendi kortini ikki. Fýra ár seinni kravdu heim- náttúrugrunnurin World Wildlife Foundation og Greenpeace, at USA skuldi seta tiltøk í verk ímóti Noregi, sum júst hevði økt hvalaveiðina, men heldur ikki ta ferð- ina hendi nakað. Dálka Eystrasalt Póland og Svøríki eru tey ringastu at dálka Eystrasalt, men verður dálkingin mátað eftir fólkatalinum, er Svøríki tann stóri syndarin, skrivar svenska blaðið Dagens Nyheter. Blaðið skrivar, at pó- lendingar lata 200.000 tons av nitrogeni út í Eystrasalt um árið, meðan tann svenska nøgdin er 117.000 tons. Tað merkir, at hvør pólendingur letur 5 kilo av nitrogeni út í havið árliga og hvør svii 14 kilo. Ein frágreiðing til ta stóru svensku dálk- ingina er tann langa svenska strondin, at sviar koyra nógv í bili, og at svenski landbún- aðurin dálkar illa. Dagens Nyheter skriv- ar, at dálking og ovveiða eru orsøkin til, at toska- stovnurin í Eystrasalti er í vanda fyri at doyggja út. Spenningur í Bolivia Mótstøðan ímóti boliv- iska forsetanum, arlos Mesa, harðnar í hvørj- um. Um vikuskiftið fingu fleiri løgreglu- menn skaða í saman- brestum við mótmælis- fólk, sum royndu at taka bygningin, sum forsetin og tjóðartingið halda til í. Higartil hevur herurin styðjað forsetan, men sunnudagin frættist, at partar av herinum vilja hava hann frá. Carlos Mesa hevur fingið ein stóran part av boliviska fólkinum ímóti sær, eftir at hann hevur gjørt av at tjóðar- taka tann sera týðandi olju- og gassídnaðin. Samstundis hevur hann fingið tingið at taka undir við, at tey út- lendsku oljufeløgini skulu gjalda 50 prosent í skatti, men tað halda nógvir bolivar vera alt ov lítið. Teir vilja hava feløgini at gjalda 80 prosent av vinninginum í skatti. Um vikuskiftið var ein brasilskur sendimaður í Bolivia og kannaði ta spentu støðuna. Heim- afturkomin greiddi hann frá, at halda mótmælini ímóti forsetanum fram, kann tað enda við borg- arakríggi. Kanska flýddur til Iran Bretska blaðið The Sunday Times vil vera við, at yvirgangsleiðarin Abu Musab al-Zarqawi er flýddur úr Irak til Iran. Í síðstu viku kunn- gjørdi felagsskapurin hjá al-Zarqawi, at leið- arin var særdur, og væl- vitandi keldur vildu vera við, at hann var vorðin særdur av einari ameri- kanskari rakett. Ameri- kanska herleiðslan segði seg ikki hava nakrar upplýsingar um al- Zarqawi, men nú sigur The Sunday Times, at hann er í Iran. Men tað avsanna iransku myndugleikar- nir. Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum í Tehe- ran, Hamid Reza Asefi, segði í gjár, at tað ber ikki til at fjala seg í Iran. Hann legði afturat, at tíðindini í bretska blað- num eru tann beri heila- spuni. Amerikanarar halda, at al-Zarqawi hevur skipað fyri mótstøðuni í Irak, og USA hevur lovað 125 milliónir krónur í finningarløn, verður hann avdúkaður. NON