týsdagur 31. mai 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 - 1. juni 2005
21
– Stórur áhugi er fyri
at seta pengar í leiting
við Føroyar. Tað er tí,
at hetta er eitt ókann-
að øki. Tí eru tað eftir
okkara meting stórir
møguleikar at gera
fund her og meta vit
goymslurnar at vera
stórar. Vit meta eisini,
at her kunnu gerast
sera stór fund. Tí eru
eisini fleiri av okkara
samstarvsfeløgum
stór oljufeløg sigur
nevndarformaðurin í
Faroe Petroleum, sum
heldur, at onnur
føroysk feløg eisini
kunnu læra av teirra
royndum
OLJUFUNDUR Í
LONDON
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Joe Darby er ikki hvør sum
helst í altjóða oljuhøpi. Var
stjóri í tí stóra oljufelag-
num Lasmo, sum nøkur ár
herfyri varð keypt upp av
øðrum oljufelag. Hann var
stæddur í London, tá før-
oyska sendistovan skipaði
fyri stóra tiltakinum har.
– Vit eru við búna okkara
loyvi á føroyska landgrunn-
inum og eru farnir undir at
skjóta seismikk við tí fyri
eygað at finna hóskandi
leiðir at kanna nærri og
vónandi eisini seta borin í
einaferð í framtíðini. Vit
eru sera vónríkir, tí vit
halda okkum hava fingið
tillutað sera góð loyvi. So
vit halda, at tað, sum okk-
ara lítla felag hevur megn-
að, vanliga er nakað, sum
er eyðkenni fyri eitt stórt
oljufelag. Tvs. at hava fing-
ið tillutað so nógv góð
loyvi. Eg eri sera nøgdur
við arbeiðið higartil og ikki
minst við okkara starvs-
fólk.
Joe Darby, sum er sera
væl kunnugur við Føroyar
og føroysku oljutilgongd-
ina frá tíðini, tá Lasmo varð
partur av leitingini, heldur
fyri, at teirra fyrsti brunnur
verður helst boraður í 2006
ella 2007, í loyvi 5, sum
liggur tætt upp at markin-
um móti Bretlandi. Nær-
hendis er gjørt eitt sera
væleydnað
fund,
nevnt
Cambo, júst hinumegin
markið. Hetta feltið líkist
ikki sørt teirra egna Ann
Maria prospek í loyvi 5 á
føroyska landgrunninum.
Føroya Kolvetni stendur
fyri 25% av hesum loyvin-
um, meðan ENI hevur
75%.
Sosialurin
hevur
annars skilt, at føroyska
felagið hevur verið í sam-
ráðingum við ENI at taka
yvir tess part av loyvinum.
Málið sigst liggja í Vinnu-
málaráðnum til góðkenn-
ingar.
Joe Darby sigur annars,
at Faroe Petroleum hevur
ikki bundið seg til at bora
ein brunn í hesum loyvin-
um. Komandi kanningar
skulu tí vísa, um man ætlar
sær at bora ella ikki.
Góð fólk avgerandi
Vit spurdu bretska olju-
mannin, hvat er svarið til
successina
hjá
Faroe
Petroleum, sum bæði hevur
megnað at fáa so nógv góð
loyvi og fáa so nógvar
útlendskar íleggjarar?
– Tað er avgerandi at
hava eitt lið av góðum og
vitandi fólkum og síðani
eisini tey góðu sambond,
sum hesi fólk hava skapt
ikki bert við føroyskar
myndugleikar, men eisini
við onnur og stór oljufeløg,
sum arbeiða í økinum.
– Men hvussu ber tað til,
at so nógvir íleggjarar vilja
seta pening sín í leiting í
einum so óvissum øki sum
tí føroyska?
– Tað er tí, at hetta er eitt
ókannað øki. Tí eru tað eftir
okkara meting stórir møgu-
leikar at gera fund her og
meta vit goymslurnar at
vera stórar. Vit meta eisini,
at her kunnu gerast sera
stór fund. Tí eru eisini fleiri
av okkara samstarvsfeløg-
um stór oljufeløg.
Joe Darby sigur annars,
at Faroe Petroleum er tað
fyrsta og fremsta føroyska
felagið, sum hevur tikið
stigið til at fáa útlendskar
íleggjarar til at seta pening í
eitt føroyskt felag. -Eg
vóni, at tit sum eru komin
saman her í London leggja
tykkum hetta í geyma og
eisini siga øðrum frá hesum
møguleikum. At tit læra av
okkara royndum, tí er talan
um eitt gott felag við góð-
um fólkum og møgleikum,
so stendur fíggingarmark-
naðurin í London opin fyri
tykkum.
Joe Darby, nevndarformaður í Faroe Petroleum:
– Lærið av okkum
kkum sjálvi
Føroyum. Og fólk sum
fíggjarmálaráðharrin og
hansara fólk kunnu seta seg
í samband við.
Hvussu sær Graham Ste-
ward Føroyaøkið komandi
árini!
Her er ein sera spennandi
framtíð og ikki minst eftir
fundið hjá Chevron beint
við markið. Hetta er eitt av
teimum størstu feløgunum
í heiminum. ´Teir leggja
nógv í hetta fundið. Eisini
stór feløg sum Shell og
Statoil eru við. Fleiri av
feløgunum hava sett sera
nógv fólk at arbeiða við
økinum. So tað sær bjart út.
Graham sigur, at Føroya
Kolvetni er eisini virkið í
økinum, og er farið at
skjóta seimsikk í loyvi 9 og
um ein mánað verður
skotið á Wyville Thomsen
rygginum.
Teir hava so eisini skotið
seismikk yvir Freyuøkið,
sum liggur beint norðan
fyri risa oljufeltið Clair.
Vit hava stórar vónir til
Freyu, sum eisini liggur
nær við Laggan gassfeltið,
sum nú verður bygt út.
Clair
er
annars
sera
t y d n i n g a r m i k i ð f y r i
føroyska felagið, tí tað
liggur bert 10 kilometrar
frá
Freyustrukturin
og
verður í løtuni tosað um at
samstarva um at bora og
menna Freyu.
Hvat viðvíkur loyvunum
hjá Faroe Petroleum á før-
oyska landgrunninum, so
skulu tey taka støðu til, um
borast skal innan trý ár. Tað
er tí neyðugt longu nú at
vera úti um seg at fáa
boripallar. Annars er áhugi
hjá øðrum feløgum at vera
við í loyvum hjá Faroe
Petroleum. Nøkur stór og
smá feløg eru hugað fyri at
farma inn. Men teir eru so
ikki enn farnir undir veru-
liga marknaðarføring av
loyvunum og siga tí við
áhuga feløgum, at tey
kunnu koma aftur í sep-
tember.
Joe Darby frá Faroe Petroleum tosar við Åke Hesselbrom, stjóri hjá Mærsk
Olie og Gas. Áhugavert at vita, hvat teir báðir tosa um!
Tvær væl hýrdir bankastjórar frá Føroya Banka og Føroya
Sparikassa vóru við frá byrjan til enda og fingu nógv burtur
úr
Joe Darby, nevndar-
formaður í Faroe
Petroleym og Graham
Steward, stjóri