týsdagur 31. mai 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
skal fáa frið. Hann er júst
blivin pápi til ein drong. So,
ring tú aftur eftir døg-
urða… "
Óli skrivar, at Ólavur átti
fimm gentur, áðrenn hann
fekk henda eina drongin.
- Soleiðis var Mia – og
harvið bleiv tað, skrivar
hann.
Rópar úr stovuni
Meðan vit enn sita við
køksborðið, hoyrist fyrstu
ferð røddin á Miu út úr
stovuni. Hon rópar á eitt av
børnunum um eitthvørt.
Nú er tíðin komin at fara
innar at heilsa upp á føð-
ingardagsbarnið, sum fyllir
100 um fýra dagar!
Mia situr í einum stóli
innast í hugnaligu stovuni
við einum minni sofaborði
frammanfyri sær. Hon ber
seg ógvuliga væl til høga
aldurin og tykist vera væl
fyri. Ein vøkur gomul kona.
Tykist ógvuliga avslappað,
men fylgir væl við, hvat
fyrigongur rundan um seg.
Hon sær, at fremmant fólk
er komið á gátt. Haldi tað
vera synd at órógva hana,
har hon situr í friði og
náðum. Fari heilt innar,
rætti hondina fram – og hon
rættir mær sína. Meðan vit
halda í hondina á hvørjum
øðrum, sigi eg, at eg eri
versonur
systkinabarn
hennara á Nesi, Astrid. Jú,
Astrid kennur hon væl, tí
hon er av Gadd, haðani Mia
eisini er ættað.
Eg fortelji, at tá ið hon
fylti 90, vóru bæði Astrid
og dóttirin, Karhild, í føð-
ingardegi hjá henni.
Mia hoyrir illa. Seti meg
tí hinumegin sofaborðið at
vita, um hon fer at fortelja
mær okkurt – ella siga
okkurt, sum kundi verið
áhugavert at havt saman við
hesi greinini.
Hini fólkini, sum eru í
húsinum hesa løtu, fylgja
við innar í stovuna – og nú
er eisini Jan Mohr, sonur
Katrin og ommusonur Miu,
komin á gátt. Vit kennast,
men eg visti ikki, at Mia
var omma hansara.
Mia hevur ikki hug at
gera nakað serligt burtur úr,
at hon fyllir 100 – og at so
nógv skal gerast burtur úr
hesum degi.
Hon endurtekur nakrar
ferðir, at tá ið hon fyllir
100, verður hon uppi hjá
sínum harra og frelsara,
sum hon tekur til.
Men tað eru bara fýra
dagar, til tygum fylla 100?
- Ja, men tað veit eingin
av – og fær nakar tað at
vita, fari eg at krógva meg.
Mia hevur ikki hug at
gera nógvan háva burtur úr,
og hon líkasum vil ikki
"fata", at týsdagin verður
ein stórur dagur í Gøtu.
Tygum kunnu vænta, at
løgmaður og onnur týðandi
fólk koma at heilsa upp á
tygum týsdagin, tá ið føð-
ingardagurin verður?
- Oyjesus, tað hopi eg
ikki. Kemur løgmaður, so
steingi eg hurðina. Tað
verður synd, um tey koma,
tí eg havi einki at bjóða
teimum. Tit kunnu bara
siga, at eg eri sjúk…
Meðan vit sita, sigur
Mia, at hon er fødd uppi á
Gadd á Nesi, har húsini
standa á einum kletti.
- Pápi mín sá meg ongan-
tíð. Hann róði út á Bakka-
fjørðinum í Íslandi, har
hann doyði.
Minnist væl
Við tað, at Mia hoyrir illa,
er ikki so lætt at samskifta
við hana, men tey, sum
kenna hana og eru um hana
um dagarnar, kunnu sakt-
ans tosa við hana um tað
dagliga.
- Hon minnist væl, sigur
Andrass,
ommusonurin,
sum býr í Danmark. Eg
havi ikki sæð ommu í sjey
ár, og nú eg kom heim til
føðingardagin, spurdi eg
hana, um hon kendi meg.
Hon hugdi upp á meg og
svaraði: "Kenni eg ikki
míni ommubørn, Andrass?"
Hóast
høga
aldurin,
tóktist Mia vera væl fyri.
- Omma býr heima; hon
hevur ongantíð verið á
nøkrum heimi, og hon hev-
ur ongantíð verið til um-
lætting. Hon svevur á loft-
inum og gongur upp á
loftið fleiri ferðir um dagin,
sigur Mirjam.
Meðan vit sita í stovuni
saman við Miu, fellir prátið
á Jóhonnu, mammu Miu, ið
sum nevnt eisini gjørdist
100 ára gomul.
Tórður sigur, at Mia er
nógv betur fyri, enn omm-
an var, tá ið hon fylti 100.
- Omma var seingjar-
liggjandi, tá ið hon fylti, og
hon var næstan blind.
Mamma er nógv betur fyri,
og hon er nógv byrgari, enn
omma var. Jóhanna doyði
ein mánaða eftir, at hon
hevði fylt 100, sigur hann.
Humoristiski "sansurin"
hjá Miu kom rættiliga til
sjóndar hendan dagin, vit
sótu og prátaðu. Yviri á
sofuni gongur prátið um
Jákup
Andreas,
seinna
mannin hjá Miu. Tá ið
prátið fór at snúgva seg um,
hvørt hann var 50 ella 51, tá
ið hann doyði, leggur Mia
uppí, hóast hon ikki rætti-
liga hevur fingið við, hvat
tosað verður um.
- Var eg 51, tá ið eg
doyði, spyr hon og fer at
flenna, so tað stendur eftir
í!
- Nei, góða, tygum fylla
100 týsdagin – og tygum
eru ikki deyð, sigur eitt av
børnum.
Strævnir dagar eru fyri
framman
hjá
Miu
og
familjuni, nú føðingardag-
urin stundar til, so vit vilja
ikki órógva meira.
Vit reisast, taka í hondina
á Miu, ynskja henni ein
góðan føðingardag og lova
at bera eina heilsu út á Nes.
Hon takkar fyri vitjanina.
Vit takka fyri høvi at
hyggja inn á gólvið og fyri
gott kaffi og góðar køkur.
Tá ið vit standa í túnin-
um, hevur Mia reist seg úr
stólinum og stendur í stovu-
vindeyganum og veittrar
farvæl.
Vit
ynskja
Miu
og
familju hennara hjartaliga
tillukku við stóra føðingar-
degnum í dag.
Nr. 100 - 31. mai 2005
21
Mia saman við børnum sínum frá seinni
giftuni, fv.: Marjun Joensen, Tórður
Mikkelsen og Katrin Mohr
Mynd: Vilmund Jacobsen
Stákast verður í túninum, nú føðingardagurin nærkast. – Eg
eigi bara ein son, plagdi Mia at siga um Tórð
Mynd: Vilmund Jacobsen
Útsýnið úr stovuvindeyganum hjá Miu yvir Gøtuvík
Mynd: Vilmund Jacobsen