Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 101 - 1. juni 2005 – Tað ber til. Men fortreytin er, at vit trúgva uppá okkum sjálvi. Føroya Kol- vetni hevur víst, at tað ber til at fáa út- lendskan kapital til Føroya. Hetta tí at vit arbeiða professionelt og spæla við opnum kortum. Gongur tað væl fær íleggjarin nakað burtur úr. Men vit siga eisini frá tá tað gongur illa sigur stjórin í Føroya Kol- vetni Graham Ste- ward, sum heldur eina orsøk til teirra succes vera, at teir ikki satsa alt á einum stað, men satsa bæði uppá Føroyaøkið og bretska landgrunnin. Tað spjaðir váðan, og tað dámar íleggjarun- um best OLJUFUNDUR Í LONDON Jan Müller jan@sosialurin.fo Umleið 100 umboð fyri fíggingarstovnar og íløgu- feløg, fyri oljufeløg og fyri pressuna høvdu leitað sær á føroysku sendistovuna í London, tá tað herfyri varð skipað varð fyri kunn- ingarsamkomu um Føroyar sum framtíðar íløguland. Millum fyrilestrarhaldar- arnar var eisini stjórin í Faroe Petroleum, Graham Steward, sum greiddi frá, hvussu tað hevur eydnast einum føroyskum oljufelag at fáa so nógvar íleggjarar at seta pengar í oljuleiting við Føroyar. Hann vísti m.a. á, at nú varð so nógv borað í Norðsjónum, at tað eftir øllum at døma er ikki møguligt at gera nógv stór oljufund aftrat, og tí er rætt at venda eyguni móti Atlantsmótinum, har lítið er borað men har møguleik- ar eru fyri at finna stórar kolvetnisgoymslur í undir- grundini. Tað ræður bara um at bora og finna kol- vetni. Graham Steward segði, at eitt føroyskt felag sum kann og vil nakað, kann fara út í heim eftir pengum at fíggja sítt virksemi. Før- oya Kolvetni valdi at fara til London, og tað kundu nógv onnur feløg í Føroyum eisini gjørt. – Møguliga eru vit ein fyrimynd fyri onnur feløg, ja ein pionerur. Nógvir før- oyingar hava á London- vitjanini sæð, hvussu ting- ini ganga fyri seg, eitt nú á børsinum. Tað er ikki so torskilt og ræðandi, sum onkur kanska heldur. Tað ber til. Man skal bara trúgva uppá seg sjálvan. Gera neyðugu fyrireiking- arnar og fáa góð sambond og brúka tey. Byggja hetta upp bæði forætningsliga og sosialt. Tá er tað so nógv lættari at taka stigið til eitt nú virðisbrævamarknaðin sigur oljustjórin og heldur fram: – Vit vita, hvat vit gera, bæði tekniskt og kommer- sielt. Vit arbeiða saman við teimum stóru fyritøkunum, Shell og Statoil, so tær trúgva væl eisini, at vit hava nakað serligt at bjóða. At vit hava fingið so góð loyvi er sjálvandi avger- andi. So tað eru ikki bara starvsfólkini og leiðslan, sum er tað avgerandi. Men at man hevur nakað at arbeiða við. Vit hava so fingið fatur á loyvum, figging og partnarum, og tað virkar væl. Vit koyra sum eitt ærligt felag, Man hevur álit á okkum. Tað er vigtugt. Partaeigararnir síggja, at vit arbeiða pro- fessionelt. Gongur illa so siga vit tað, eins og tá tað gongur væl Vit siga alla tíðina okkara partaeigar- um, hvussu støðan er. Eingin skal kunna siga, at vit hava goymt nakað. Alt hjá okkum er gjøgnum- siktugt. Ein íleggjari vil hava at vita, hvat hendir í mótgangi og viðgangi. Og tað fær hann frá okkum sigur Graham Steward og leggur aftrat, at tað eru ikki øll, sum eru so opin sum eitt nú Faroe Petroleum. Risikospjaðing Vit spurdu hann, um Før- oyar eitt gott pappír at gera íløgur í. – Í sær sjálvum eru Før- oyar eitt highrisk øki. Tvs. at váðin er stórur. Váðin í Bretlandi er minni. Kanst tú sum felag blanda hesi bæði økini saman, so kann tað geva nógv. Hetta er okkara strategi. Íleggjarnir kenna seg væl, tá vit gera hesa risikospjaðing. Teir vita, at alt verður ikki lagt í eina kurv. Faroe Petroleum hevur longu víst, at tað torir nak- að, sum onnur oljufelag treyðugt gera. Nevniliga t satsa. Hetta er okkara styrki og kennimerki. – Nógv av teimum, sum eru her í kvøld, eru ana- lytikarar og onnur fólk frá fíggingarverðini, og hetta eru m.a. fólk, sum hava arbeitt fyri okkum, tí tey trúgva uppá okkum. – Hvat heldur tú um til- takið í London? – Hetta er eitt sera gott tiltak. Og hetta má vera byrjanin til regluligt sam- band millum føroyskar fyritøkur, bankar, politikar- ar og so samsvarandi bretar. Ætlanin var at stjórin á bretsku oljufyrisitingini skuldi vera við til tiltakið í London, men hann fekk forfall. Graham Steward heldur, at tað hevði hjalpt, um vit fingu eitt betri sam- band bygt upp millum før- oysku og bretsku oljufyri- sitingarnar. Tí metir hann tað vera av stórum týdningi at bygt verður upp eitt sam- starv millum føroysku og bretsku oljufyrisitingarnar. – Fyri at fáa samstarv millum føroyskar og bretskar fyritøkur, so er man noyddur at smyrja. Tvs. at møtast og tí er hetta tiltakið rætti vegurin at ganga. Men hetta er so bara byrjanin. Vit vilja sum oljufelag fegnir vera við til at byggja brýr. Tað er av- markað, hvat vit kunnu gera. Men vit vilja fegnir vera við til at gera nakað líknandi. Fyrr í ár fingu Føroya Kolvetni fólk úr London til Føroya at greiða frá børsinum og virksem- inum har. Ætlanin er í næst- um at koma við umboðum fyri partar av London Stock Exchange í næstum, tann parturin, sum ber heitið AIM. London heldur enn Keypmannahavn – Hví gera tit hetta? – Vit síggja fegnir, at tingini millum Føroyar og Bretland koyra betri. Vit halda, at føroyingar í dag missa nakað við ikki at hava meiri samband við Bretland. Hetta er ein sera stórur marknaður. Føroyar kunnu so nógv. Og mugu tí ikki bara fara til Danmark- ar, har tað eru 5 mill. fólk. Her í Bretlandi eru fleiri enn 60 mill. Og her er nógvur kapitalur. Bretar vilja fegnir arbeiða saman við føroyingum. Tí er rætta staðið at fara til London heldur enn bara Keyp- mannahavn. Stjórin í Faroe Petroleum sigur víðari, at í London ber eisini til at fáa góðar ráðgevar. Tað er eisini um- ráðandi at velja tey røttu fólkini at geva tær ráð. Teir hava gott samband við brókarafelag í býnum, og nógvir bankamenn og brók- arar vóru við til Føroya- kvøldið í London, fólk, sum hava áhuga fyri at hjálpa føroyingum. Fólk, sum síggja møguleikar í Graham Steward, stjóri í Faroe Petroleum: Tað ber til um vit trúgva uppá ok Menningarstjórin Kjartan Kristiansen var millum mongu fólkini til samkomuna Leitistjórin hjá Chevron, Rosemary her saman við Rúna Hansen frá Statoil til móttøkuna í London Ein væl hýrdur Graham Steward greiðir frá á føroysku sendistovuni í London