Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 100 - 31. mai 2005 Í dag er stórur føð- ingardagur í Syðru- gøtu, nú Anna Maria Mikkelsen, vanliga nevnd Mia á Støðini, fyllir 100 ár. Familjan hjá Miu veit, hvussu ein 100 ára føðingar- dagur verður hildin, tí mamma Miu, Jóhanna, gjørdist eisini 100 ára gomul. Jóhanna fylti 100, 19. mai 1977 og doyði ein góðan mánaða seinni. Tá var Mia, sum er fødd 31. mai 1905, 72 ára gomul. Í dag fyllir hon 100. Mia er sein- asta einkjan, sum er á lívi eftir teir, ið fórust við Immanuel á vári 1932 100 ÁR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mia er fødd á Gadd á Nesi og er dóttir Jóhannus á Gadd og Jóhonnu, sum var ættað av Húsum. Sjálv sigur Mia, at pápi hennara, sum var farin yvir á Bakkafjørðin í Íslandi at rógva út, sá seg ongantíð, tí hann gekk burtur har yviri, beint áðrenn Mia var fødd. Sum 20 ára gomul giftist hon til Søldarfjarðar við Sofusi Solmunde í Byrgi. Tey fingu fýra døtur, Hjørdis, Margrethu, Jó- honnu, sum doyði 9 mánað- ar gomul og Jóhonnu Sofíu, sum vanliga varð rópt Hannefía. Trý ár eftir, at maðurin fórst við Immanuel, giftist Mia uppaftur við Jákupi Andreasi í Barbustovu í Syðrugøtu. Tey fingu børn- ini, Katrin, Marjun og Tórður. Í dag búgva Mia og Tórð- ur undir somu lon í Syðru- gøtu, men Katrin og Marj- un eru nógv har eisini. Fleiri av ommubørnunum koma nógv á gátt, tá ið høvið býðst, og familjan er samd um, at tað serliga er Katrin, sum er einkja, ið tekur sær av mammuni. - Mamma býr heima; hon hevur ongantíð verið á nøkrum heimi, og hon hev- ur heldur ikki verið til um- lætting, sigur Marjun. Fyrri maðurin hjá Miu, Sofus, doyði soleiðis í 1932, 28 ára gamal – og seinni maðurin, Jákup Andreas, doyði í 1956, 51 ára gamal. Tær fýra døturnar í fyrru giftuni eru allar deyðar. Hóast mótgongd í lívin- um, sum byrjaði við, at Mia misti pápan á Bakkafjørð- inum, hevur hon altíð verið eitt positivt og trúfast menniskja. At hon fram- vegis er lættsint og dugir at taka skemtiliga til, upp- livdu vit seinasta fríggja- dag, tá ið vit vóru inni á gólvinum hjá henni og Tórður í Syðrugøtu. Blíðskapur Tú kanst hava arbeitt leingi sum tíðindamaður uttan at hava havt høvi til at skrivað um eitt fólk, sum fyllir 100. Men síðsta fríggjadag var so dagurin komin, tá ið hetta var mín uppgáva. Sigast má, at hetta var eitt upplivilsi fyri seg! Í túninum hjá Miu sták- aðust teir við at snøgga um húsini, nú so stórur føðing- ardagur stóð fyri framman. Niðanfyri var uppsett stillads, og uppi í stilladsini stóð Tórður, sonur Miu. Hann var skjótur niður, tá ið hann visti, hvørji ørind- ini hjá okkum vóru. - Farið innar; Katrin og Marjun eru har saman við gomlu, sigur Tórður frynt- ligur. Í úthurðini tekur Katrin ímóti okkum, og inni í køkinum verða vit sett til borð til gott kaffi og góðar køkur. Borðið er longu dekkað, áðrenn vit koma. Tórður fylgir við okkum innar. Hann er blíður og prátingarsamur og spyr, um vit ikki hava hitt hvønn annan nýliga. Jú, eg beri kenslu á mannin og spyrji, um hann nýliga hevur verið í brúdleypi í bygdarhúsin- um í Leirvík – og so fellir 5 oyrað. Tað er har, vit hava hitst. Við borðið situr eisini Miriam, sum er ommu- dóttir Miu. Hon er dóttir fyrsta barnið hjá tí gomlu, Hjørdis. Mirjam er óføra prátingarsom. Hon kennir fleiri, sum eg kenni og spyr eftir teimum. Katrin stendur uppi og sær eitt sindur ivingarsom út, nú Sosialurin er á vitjan. Hon hugsar, um alt nú er á borðinum, sum skal vera og spyr, um vit brúka mjólk úti. Nei, svart kaffi ella einki kaffi. Katrin tykist lítillátin og minnir um eitt lívsstykki. Marjun, dóttir Miu, tekur eisini lut í prátinum, men er í byrjan- ini eisini eitt sindur aftur- haldin. Best liggur fyri hjá Miriam og Tórða, men sum løtan gongur, gongur eisini prátið væl. Andrass, ommusonur Miu, sum er komin heim úr Danmark til føðingardagin, er eisini inni á gólvinum. Prátað verður um alt mill- um himmal og jørð og ikki bara um hina gomlu, sum vit skilja situr inni í stov- uni. Miu hava vit ikki heilsað upp á enn. Her er so hugnaligt at sita, og prátið gongur nú so væl, at vit tíma ikki at reisa okkum aftur. Katrin kemur aftur við kannuni og fyllir í aftur koppin, sum ikki er meira enn hálvtómur… og so verður ein køkubiti etin aftrat. - Óli Jacobsen hevði eina góða grein um mammu í Fiskimannablaðnum. Okk- urt pinkalítið var komið eitt sindur skeivt fyri, men tað hevði lítið upp á seg. Hann er kanska nakað "fortur", Óli, sigur Tórður. Hann vísir á, at seinni maður Miu, Jákup Andreas, var 51 ára gamal, tá ið hann doyði – og ikki 50. - Vit høvdu telefonstøð- ina í 27 ár og ikki í 25 ár, sum Óli skrivar. Mamma og pápi yvirtóku støðina í 1947, og støðin var her til 1974. At Mia verður rópt, Mia á Støðini, kemst sjálvsagt av, at tey høvdu telefon- støðina øll hesi mongu ár. Í grein síni í Fiskimanna- blaðnum vísir Óli á eina stuttliga søgu, sum Odd- fríður Gregersen fortaldi, tá ið Mia fylti 90. - Ein morgun ringdi Oddfríður til støðina og biðir um at fáa nummar 20, sum var Ólavur Gregersen. Men tá segði Mia nei: "Í morgun haldi eg, at Ólavur Mia á Støðini: – Eingin veit at eg fylli 100 "Humoristiski" sansurin er ikki burtur, hóast árini eru mong – og lagnan hevur verið hørð Mynd: Vilmund Jacobsen