týsdagur 31. mai 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 - 1. juni 2005
19
Sambært Reuters
verður tosað um fleir-
faldan av kursvirðin-
um hjá oljuleitingar-
feløgum á enska
virðisbrævamarknaði
num. Føroya Kolvetni
vil tó ikki gera við-
merkingar til hesar
metingar
VIRÐISBRØV
Jákup Mørk
Á
London
Stock-Ex-
change, har stórur partur av
oljuvirðisbrøvunum verða
handlað, verður roknað við
methøgum prísum komandi
tíðina.
Sagt verður, at olju-
marknaðurin í løtuni er í
eini støðu, sum er at sam-
meta við hana, sum var
galdandi undir oljukrepp-
uni. Sagt verður, at prísirnir
kunnu fara somikið høgt
upp sum $105 fyri tunnuna
av olju.
Fleirfaldan
Hetta er í øllum førum tað,
sum ein kanning hjá Reut-
ers vísir. 25 analytikarar og
ráðgevar av ymsum slag
hava verið við til at gjørt
kanningina,
og
roknað
verður við, at hetta veruliga
kann føra eina minkaða
oljunýtslu við sær. Og ikki
fyrr enn hendan er veru-
leiki, fara prísirnir at falla
aftur, verður sagt.
Í greinini verður sagt, at
BNP Petroleum Corp er eitt
av feløgunum, sum kann
rokna við eini øgiligari
virðisøking komandi tvær
vikurnar, og sæð úr einum
føryskum sjónarhorni tyk-
ist hetta sera áhugavert.
Talan er nevnliga um eitt
sonevnt »exploration and
development« felag. Altso
eitt felag, sum fæst við
leiting og menning innan
oljuvinnuna. Hetta eru júst
somu øki, sum føroyska
Atlantic Petroleum eisini
fæst við.
Sambært teimum við-
merkingunum, sum Reuters
hevur fingið, so kunnu
íleggjarar hjá BPET rokna
við, at prísurin á virðis-
brøvunum komandi tvær
vikurnar fer at økjast $0,02
til $0,45. Og innan fyri 12
mánaðar kann roknast við,
at kursurin kemur heilt upp
á $1,12 fyri hvørt parta-
brævið.
Kunnu ikki úttala seg
Niels Sørensen, stjóri á
Føroya Kolvetni, hevur tó
ikki serligan hug at gera
viðmerkingar til greinina
hjá Reuters. Og als ikki, tá
tosið fellur á, hvussu hetta
møguliga
kann
ávirka
kursin hjá føroyska olju-
felagnum.
– Vit hava jú ávísar regl-
ur, sum vit mugu fyrihalda
okkum til, tá talan er um
partabrøv og kursir. Og tí
fert tú so ongantíð at síggja
okkum úttala okkum um
kursvánir v.m. á partabrøv-
um. Tað eru tað aloftast
analytikarar av ymsum
slag, sum gera.
– Og so kann eg leggja
afturat, at tað er øgiliga
trupult at siga nakað sum
helst um slík viðurskifti.
Tað eru jú óteljandi lutir,
sum ávirka kursin á parta-
brøvum, og teir flestu av
hesum hava vit ikki nakra
sum helst ávirkan á.
– Tað einasta, sum vit
kunnu gera, er at arbeiða
sambært teirri strategi, sum
vit hava lagt. Tað er tann
ætlanin, sum okkara parta-
eigarar hava fyrihildið seg
til, tá tey hava gjørt sína
íløgu, og við at gera hesa
hava tey eisini góðtikið
strategiina.
Men tá tosað verður um
oljprísir, sum kunnu koma
yvir hundrað dollarar fyri
tunnuna. Er tað so ikki
nakað, sum alt annað líka
vil økja um tykkara kurs-
virði?
– Tað hvørki kann ella vil
eg siga nakað um, er ein-
asta viðmerkingin, sum før-
oyski oljustjórin hevur til
hetta.
Tað er tó lítið at ivast í, at
ein slík hækkan vil ávirka
støðuna hjá føroyska olju-
felagnum. Spurningurin er
kanska meira, hvussu stór
ein slík ávirkan verður.
Oljuprísirnir
beina kós
uppeftir
Hóast tosað verður um stórar kurshækkingar hjá feløgunum innan oljuleiting, so fæst Niels
Sørensen ikki at siga tað minsta um, hvørt hetta kemur at ávirka Føroya Kolvetni.
Lesið
-so eru tit við!