Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 31. mai 2005 19 The Sweet á Jóansøkufestivalinum Nú er greitt, at stóra navnið frá sjeyti- og áttatiárunum, The Sweet, eru við á Jóan- søkufestivalinum á Tvøroyri. Umframt nógvar føroyskar bólkar, eru The Sweet útlendska umboðan- in, umframt íslendska kvinnubólkin Nylon. The Sweet høvdu í sjeyti- og áttatiárun- um eitt ótal av hitt- um, so sum Fox on the Run, Little Willy, Wig Wam Bam, AC/DC, Teenage Rampage, Ballroom Blitz, Hellraiser og Love is like oxygen JÓANSØKUFESTI- VALUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo The Sweet er ein hin kend- asti bólkurin frá sjeytiárun- um og nakað inn í áttati- árini. Enski bólkurin kom á sonevndu glamrockbyrgj- uni á hægstu tindar og hevði øll hesi ár eina ør- grynnu av hittum. Nevnast kunnu Fox on the Run, Little Willy, Wig Wam Bam, AC/DC, Teenage Rampage, Ballroom Blitz, Hellraiser og Love is like oxygen og onnur. Nú vitjar The Sweet í Føroyum. The Sweet stend- ur á plakatini fyri Jóan- søkufestivalin. Í dag stend- ur guitarleikarin Andy Scott á odda. The Sweet eru á ferð í alt summar í Europa og á jóansøku leggja teir altso leiðina til Suðuroyar á jóansøkufestival. Bólkurin, sum meira enn nakar annar bretskur bólkur setti dagsskránna í sjeyti- og áttatiárunum, kemur til Føroya at vitja í summar, og óivað eru allar heims- plágurnar, sum teir lótu úr hondum hesi árini, á skránni. At nøvn frá hesum árun- um vitja í Føroyum er ikki ókent, men The Sweet má sigast at hava sett sær fleiri varðar, enn tey flestu, tá um ræður røðina av hittum, sum bólkurin lat eftir seg. Fyrst við íoyrafallandi løgum, sum lurtarin beinanvegin kundi taka til sín, og síðani so spakuliga yvir til Fox on the run og til endans óføra lagið Love is like oxygen. Eitt tyssi, ið inniheldur blómur í øllum litum. Kend nøvn Umframt heimsnavnið Sweet, so koma genturnar úr íslendska bólkinum Nyl- on at vitja og prýða jóan- søkupallin. Millum før- oysku nøvnini er nú greitt, at har teljast m.a. Makrel, Deiggj sum Gasolin’ Jam, Guðrun Sólja Jacobsen, Paradox og The Dreams, sum júst nú eru við í spennandi kapping í MTV. So er stóra navnið komið á plakatina til jóansøkufestivalin. Tað verður enska Sweet, sum skal syrgja fyri, at áhoyrararnir koma á jóansøkuna