týsdagur 31. mai 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 101 - 1. juni 2005
Euro-kursurin
nokkso stabilur
mánadagin eftir valið
FRANSKT NON, ES
OG VALUTA
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Meðan árini 2002 til 2004
vísti at kalla eina javna
framgongd fyri europeisku
valutaeindina
euro,
og
amerikanski dollarin til-
svarandi fall í virði, so hev-
ur gongdin verið tann
øvugta í hesum ári. Á
nýggjárinum fekst tú 1,36
dollars fyri eina euro, í dag
fært tú gott 1,25 dollar fyri
eina euro. Fallið er umleið
7,5% hetta tíðarskeiðið.
Hetta er lægsta støðið í ein-
ar sjey mánaðar.
Hví nú tað?
Meðan dollarin alt árið í
fjør fall, skrivaðu serkønir
um, at amerikanski búskap-
urin hevði nøkur vanda-
mikil "strukturel" brek.
Hugsað var um, at bæði
amerikanski handils- og
gjaldsjavnin vístu stórt hall,
og sama við landshúsar-
haldinum: stórt hall. Skriv-
að bleiv, at amerikanski
búskapurin kundi enda í
stórum trupulleikum, hann
kundi krasja, sum "The
Economist" tók til.
Tær sterku síðurnar
í USA
Men tað øvugta hendi.
Valutahandlarar fokuser-
aðu meira uppá tær sterku
síðurnar í USA, góður
vøkstur í framleiðsluni
(gdp) og lítið arbeiðsloysi.
Tann treka gongdin í
Europa, og eisini í Franka-
ríki, er so ein orsøkin til at
euro-kursurin hevur verið
fallandi. Men kanska eisini
til, at politiskir trupulleikar
nú taka seg upp í ES-sam-
arbeiðinum.
Fólkaatkvøðan í
Frankaríki gav eitt
væntað nei!
Ein nýggj ES-traktat ella
grundlóg
varð
smíðað,
stjórnarleiðarar skrivaðu
undir. Og síðani skuldi
hvørt av teimum 25 ES-
londunum ratificera ella
gódkenna hesa grundlóg,
hvørt
uppá
sín
máta.
Summi við meiriluta í ting-
inum, sum Týskland gjørdi
í seinastu viku við stórum
meiriluta. Onnur við fólka-
atkvøðu, sum Spania hevur
gjørt, og sum Frankaríkið
skuldi gera sunnudagin.
Men har bleiv grundlógar-
uppskotið vrakað, tí 54,87%
av atkvøðunum vóru ímóti.
Hetta sást ikki aftur í
euro-kursinum, enn
Hetta franska "non" sást at
kalla ikki aftur í euro-kurs-
inum. Og grundin er tann
einfalda, at hetta nei-úrslit
var væntað, og valuta-
handlarar høvdu innrættað
seg hareftir í góðari tíð. So
tað markanta fallið, sum
sæst á kurvuni fyri tveim-
um vikum síðani, kann
útleggjast sum, at longu tá
innrættaðu valuta-fólk seg
uppá eitt franskt nei. Men
komandi dagar fara at vísa,
hvussu henda nýggja støð-
an fer at virka. Men, sum
skrivað fyrr, hetta er ikki
nakað sum fer at styrkja
euro’na.
Hvat nýtt er í ES-grund-
lógaruppskotinum?
Upprunaliga grundlógin í
ES var Rom-traktatin, und-
irskrivað í 1957 av seks
europeiskum londum, sum
vóru: Týskland, Frankaríki,
Italia, Holland, Belgia og
Luxemburg. Seinni eru
aðrar traktatir komnar aftr-
at, uppkallaðar eftir hol-
lendsku býunum Amst-
erdam og Maastricht og
franska
Nice.
Nýggja
grundlógin skuldi eftir
ætlan avloysa allar hesar
gomlu, millum annað tí at
19 lond eru komin aftrat
hesi seinnu árini.
Tað nýggja í uppskotin-
um er millum annað:
• Europaráðið, sum er for-
samlingin av stats- og
stjórnarleiðarum, fær ein
formann, sum skal sita
tvey og eitt hálvt ár. Sum
nú er, gongur formanns-
skapurin
uppá
skift
hvørt hálvár.
• ES fær ein uttanríkis-
ráðharra, sum skal um-
boða samgonguna út-
eftir.
• Fleiri avgerðir verða
tiknar við kvalificerð-
aðum meiriluta, tvs 15
av teim 25 londunum
skulu
atkvøða
fyri.
Møguleikin fyri, at eitt
einstakt land, lítið ella
stórt, kann blokera fyri
uppskotum,
fer
at
minka. Hesin atkvøðu-
mátin
umfatar
ikki
skattamál,
uttanríkis-
politikk, verju og ar-
beiðsmarknað.
• Kommissiónin hevur frá
byrjan havt ein lim úr
hvørjum
luttakandi
landi, nú eru so 25.
Hetta tal skal frá 2014
minkast niður í 2/3.
Summi lond fáa so
kommiser eftir tørni.
• Nýggjur møguleiki fyri,
at fólkið fær "initiativ-
rætt", tvs kann koma við
uppskotum til lógir og
tiltøk.
Undirskrifts-
adressa við 1 millión
undirskriftum
kann
áleggja Kommisiónini at
koma við tiltøkum.
Hví var meirilutin í
Frankaríki so ímóti?
Í Frankaríki vóru traktat-
andstøðingar bæði á høgra-
og vinstarveinginum. Le
Pen, høvuðsmaður á
høgraveinginum, er natio-
nalistur og vil hvørki vita
ev ES ella fremmandafólki.
Sosialistaflokkurin hevur
ein stóran bólk av andstøð-
ingum, sum ikki eru ímóti
ES, men sum vildu hava
meira inn um arbeiði og tað
sosiala. "Eitt betri ES", sum
teir siga. Teir kallaðu trak-
tatina fyri "anglo-ameri-
kanska liberalismu."
Eitt nei vísir at meira enn
helvtin av franska fólkinum
sigur frá misáliti og ónøgd.
Tað, sum millum annað
hevur spælt inn, er:
• Stóra arbeiðsloysi
• Væntandi ábøtur frá
stjórnini
• Ótti fyri at bílig arbeiðs-
kraft úr eystureurope-
isku limalondunum tek-
ur yvir
• Ónøgd við at turkaland
skal gerast limur
• Illvilji móti globaliser-
ingini, og tí sum hon
viðførir
• Ónøgd við at tann sosi-
ala dimensiónin fyllir so
lítið
• Men eisini, at ja-síðan
hevur verið arrogant og
ósaklig
Stjórnin má fara frá,
alt fyri eitt
Undir øllum umstøðum má
úrslitið sigast at vera eitt
bakkast fyri Chirac forseta,
fyri stjórnina við Raffarin á
odda, fyri franska parla-
mentið, har tveir triðjingar
vóru fyri. Eisini hjá sosial-
istunum og teimum grønu.
Hjá franskmonnum var
ikki neyðugt at leggja hesa
avger út til fólkaatkvøðu.
Parlamentið kundi avgjørt
sakina. Men Chirac helt tað
vera so líka til at fáa eitt
fólkaatkvøðu-ja í kassan,
og harvið ein persónlig
álitisváttan. Men gakk,
hann fekk ein vátan framm-
aná!
Tað er helst óhugsandi, at
Chirac leggur frá sær, men
kanska er stjórnin rokin
longu mikudagin, tá hetta
verður lisið.
Hvat er so at gera?
Henda støða er ikki góð
fyri ES-samtakið, eingin ivi
um tað! ES-andstøðingar
frøast, viðhaldsfólk eru í
døpurhuga. Danska blaðið
Politiken hevði mánadagin
eina langa oddagrein um ta
kompleksu støðuna, sum
valdar: "Det hører med til
nejets elendighed, at det
ikke rigtig kan få de øje-
blikkelige og forløsende
konsekvenser, vi normalt
forbinder med et politisk
jordskred."
Blaðið sær støðuna sum
sera trupla, og at hon
politiskt kann føra til hvat
sum helst. "Ægte respekt
for det franske nej ville
være, hvis EU’s medlems-
lande fandt en ny måde at
involvere vælgere, politik-
ere og partier på i det store
politiske eventyr. Et even-
tyr, der forhåbentlig over-
lever søndagens dramatiske
mistillidserklæring."
Onnur hava sína
meining
Polski forsetin, Alexander
Kwasniewski, sum kann
sigast at umboða tey nýtil-
komnu londini í ES, sigur í
eini
viðmerking:
"Tað
franska "non" er eitt álvars-
ligt problem í ratificerings-
tilgongdini, men tað er
eingin bremsa viðvíkjandi
samansjóing og útvíðkan av
ES." Bretski uttanríkisráð-
harrin Jack Straw: "At-
kvøðan í Frankaríki setir
fram róttøkar spurningar
viðvíkjandi framtíðini hjá
ES. Samtakið noyðist at
umhugsa kósina framyvir."
Eingin ivi er um, at nógv
fer at henda komandi tíð-
ina, bæði framman og aftan
tjald. Undir øllum umstøð-
um er gott við løtu til um-
hugsan.
Hvussu kann Europa koma víðari
við tí franska "Non"?
• USA: Gjaldsjavnin
-666 mia $
• ES:
sama
+50 mia $
• USA: Fíggjarlóg/framleiðsla
-4,1%
• ES:
sama
-2,8%
• USA: Vøkstur í framleiðslu
3,6%
• ES:
sama
1,4%
• USA: Arbeiðsloysi
5,2%
• ES:
sama
8,9%
Rom-traktatin varð
undirskrivað í 1957
av seks europeiskum
londum, sum vóru:
Týskland, Frankaríki,
Italia, Holland, Belgia
og Luxemburg