týsdagur 31. mai 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 100 - 31. mai 2005
Høggini fúka um oyr-
uni á føroyska ment-
anarlívnum í nýggja
tíðarritinum Out-
sider Magazin. Men
vit fáa tað eisini at
vita, tá tað er okkurt,
tey halda vera frálíkt.
Vit hava hugt nærri at
nýggja mentanartíð-
arritinum og fingið
orðið ritstjóran, Kim
Simonsen
MENTAN
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
[William]
klippir negl
pilkar
sær í nalvanum
og hugsar út
um sína nøs
(Høgni Egholm Magnussen,
Outsider Magazin no.1)
Fyrsta útgávan av Outsider
magazin er rúgvusmikil,
einar 170 síður, har í alt
eini 20 føroyskir og út-
lendskir skribentar hava
givið síni íkast. Sum flestu
líknandi tíðarrit, fevnir
Outsider um greinar, hug-
leiðingar, stuttsøgur, yrk-
ingar og ummæli, men í
innihaldi ella boðskapi vík-
ir Outsider rættiliga nógv
frá tí, vit kenna frá útgávum
av hesum slag í Føroyum.
Tónin er sum heild atfinn-
andi, stundum agressivur
og í eini manifestlíknandi
yvirlýsing, "Eitt neyðugt
blað", ger ritstjórin frá byrj-
an upp við stórt sæð øll rák
innan føroyska list yvirhøv-
ur. Tíðin er komin, at føroy-
ingar verða settir andlit til
andlit við sín egna gerand-
isdag og tora at eftirmeta
sína egnu list út frá somu
treytum, sum altjóða list.
Bara tað besta
Eftir eina slíka yvirlýsing,
kann tað undra, at til dømis
ongin av nýggjastu før-
oysku skaldsøgunum verð-
ur ummæld í nýggja Out-
sider. Tað nærmasta vit
koma eini "føroyskari"
skaldsøgu er tann danska
Når engle spiller Mozart
eftir Lisbeth Nebelong,
sum fer fram í Føroyum.
- Orsøkin til, at vit hava
tikið Nebelong við, er stutt
sagt at, hon hevur skrivað
eina knallgóða skaldsøgu
um føroysk viðurskifti, sum
føroyskir høvundar kundu
lært nakað av. Tað sama
kann tíverri ikki sigast um
flestu nýggju skaldsøgur á
føroyskum. Vit hava sagt
frá byrjan, at vit taka okk-
um rætt til bara at taka tað
besta við. Ætlanin við
Outsider er ikki at skriva
onkur hissini ummæli bara
fyri ein ordans skyld, men
at byggja nakað nýtt upp.
Eg haldi, at vit skulu ansa
okkum fyri, at byggja ov
nógv á vánaligar føroyskar
høvundar, sigur Kim Sim-
onsen, ritstjóri.
Men hvussu so við nógva
kjakinum um Listasavnið?
Hevði tað ikki verið upplagt,
at eitt tíðarrit sum Outsider,
sum vil vera við í fremstu
røð, blandaði seg uppí tað
kjakið og segði sína hugsan?
- Jú, avgjørt. Trupulleikin
er bara, at Outsider bara
kemur út eina til tvær ferðir
um árið, og at tað tekur út
við hálvanannan mánað at
ritstjórna og prenta blaðið.
Skuldu vit taka kjakið um
Listasavnið við, var stórur
vandi fyri, at tað bara bleiv
eitt veikt ekkó av einum
kjaki, sum einaferð var.
Hildu vit also tá, sigur Kim
og vísir á, at heimasíðan hjá
Outsider netupp er ætlað
sum eitt áhaldandi og liv-
andi kjakforum, har tilfarið
javnan verður skift út og
dagført.
Outsidarin - ein
kliché?
Stóra temaið í hesum fyrsta
Outsider er, ikki óvæntað,
outsidarin. Men er tíðin
ikki langt síðani farin frá
hasi romantisku Outsidara
mytuni? Tað tykist sum, at
tað nettupp er eitt ráðandi
rák at skrála harðast, pro-
vokera mest og uppføra seg
løgnast. At tað er vorðið
smart at vera outsidari. Ein
av mest aktuellu kjakbók-
unum í Danmark í løtuni,
Kritik af den negative op-
byggelighed, hjá Søren
Ulrik Thomsen og Frederik
Stjernfelt ger eisini enda-
liga upp við mytuna, tí hon
er vorðin ein útvatnað
kliché, sum bara er ímóti,
men ongantíð fyri nøkrum.
- Tað kann gott síggja út
sum, at Thomsen og Stjern-
felt buka ein pela gjøgnum
alt okkara argument. Men
sum eg lesi hasa bókina,
gera teir upp við Outsidaran
sum kliché, tí teir vilja verja
tann sanna outsidaran. So
grundleggjandi koma teir til
somu niðurstøðu, sum vit.
Vit provokera ikki bara fyri
at provokera ella fyri at vera
smartir. Vit hava har aftur-
ímóti gravað tann ektaða
outsidarin fram aftur. Hugsa
vit í vanligum sosialum
hugtøkum, so umboðar Out-
sidarin eitt sosialt problem,
men innan bókmentir í 20.
øld var outsidarin eitt menn-
iskja, ið sá longri enn onnur
og ikki lat seg tøla av ráð-
andi rákum, lógini, Gudi,
morali, ella hvat onnur nú
hildu vera rættast, sigur
Kim.
Út frá hesum viðger
Outsider
Magazin
outsidarafigururin út í æsir,
serliga í einum bókmenta-
søguligum høpi. Men í
greinini "Far-out Islands"
verður lesarin tveittur beint
inn í føroyska nútíðarsam-
felagið, har fólk og serliga
outsidarin ikki fáa anda fyri
berari
heimføðisligheit,
valdsjúku og snævurskygni.
Frástøða
Outsider Magazin hevur
heimstað í Keypmanna-
havn. Hetta heldur blað-
stjórin vera ein týðandi
fyrimun, tí tað gevur heilt
aðrar møguleikar at fylgja
við í tí, sum hendir á altjóða
mentanarpallinum og fáa
íblástur frá øðrum líknandi
tíðarritum. Hann minnir á,
at Outsider Magazin eisini
er ætlað sum ein sýnis-
gluggi hjá føroyskari list
úteftir, so hon kann fáa upp-
merksemi aðrastaðni enn
bara í Føroyum. Tað er eisini
ein av orsøkunum til at fleiri
av tekstunum í Outsider eru
skrivaðar á donskum.
- Skalt tú geva eitt ný-
skapandi íkast til føroyska
mentanarkjakið, kann tað
eisini verða neyðugt við
eini ávísari frástøðu til sera
tronga listarliga umhvørvið
í Føroyum. Stendur tú mitt í
tí, er skjótt at missa yvir-
litið og bara glíða í hølinum
á ráðandi rákinum. Mod-
ernað føroysk yrking er tí-
verri eitt gott dømi um,
hvat kann henda, tá eitt ein-
stakt rák fær status av at
vera tað einasta rætta, og
sum allir yngri yrkjarar so
kopiera, sigur Kim, sum í
heila tikið eftirlýsir einum
mótspæli til einsháttaðu
listarligu rákini í Føroyum.
- Vit síggja hetta eisini í
almenna mentanarkjakin-
um í Føroyum sum heild.
Fólk gerast smásær og
nærmast firtin, tá tað er
okkurt, tey ikki skilja, og
kjakið verður hareftir -
einsháttað og innetið. So
leingi, tú bara tvíheldur um
tað trygga og vælkenda,
hendir onki, tí tað er ikki
fyrr enn tú roynir at rúma tí,
sum er øðrvísi, at gamlar
fatanir fáa eina avbjóðing.
Vit fara at bjóða fólki tað,
tey ikki vistu, at tey vildu
hava - eitt moderna kjak um
bókmentir og list í mun til
føroyska samfelagið, sum
tað er í dag og ikki, sum tað
einaferð var.
Nýtt mentanartíðarrit:
Outsidarahøgg í insidaralist
Í dag kemur nýggja
mentanarblaðið
OUTSIDERmagazin
út á fyrsta sinni. Ætl-
anin við blaðnum er
at skapa nakað heilt
nýtt innan mentanar-
kjakið í Føroyum og
serliga stimbra tey
ungu til at skapa og
skriva
MENTAN
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tema í hesum fyrsta OUT-
SIDERmagazin er outsid-
arin innan mentan og list í
Føroyum og uttanlands. Í
blaðnum eru annars ferða-
frásagnir úr Afrika og úr
Evropa, kjak um globalis-
ering og William Heinesen,
ummæli av nýggjum norð-
urlendskum
høvundum,
føroyskum
rokktónleiki
sum t.d. 200 og Knút Há-
berg Eysturstein umframt
greinar um rokksøgu og
um list í Føroyum í dag.
Við eru greinar, ummæli,
essays og nýggjar søgur
eftir m.a. Einar Már Gud-
mundsson, Jóanes Nielsen,
Arnbjørn Ó. Dalsgarð,
Kim Simonsen, Gunnar
Ekelöf, Knút Háberg Eyst-
urstein, Berg Rønne Mo-
berg, Firouz Gaini og
onnur - í alt eini 20 før-
oyskir og útlendskir skrib-
entar, høvundar, listafólk
og onnur, ið hava skrivað,
yrkt, gjørt grafikk og ann-
að upprunatilfar.
Við OUTSIDERmagazin
vil blaðstjórnin skapa nak-
að heilt nýtt og serliga
stimbra tey ungu til at
skapa og skriva. Í blaðnum
eru fleiri nýggir føroyskir
yrkjarar, meðan onnur hava
skrivað stuttsøgur.
Kim Simonsen er blað-
stjóri á nýggja blaðnum, og
hevur næst at sær Berg
Rønne Moberg. Høgni Eg-
holm Magnussen, graf-
ikari, hevur verið sniðgevi
og internetdesignari á blað-
num og á nýggju heima-
síðuni www.outsidermaga-
zin.com, meðan listamað-
urin Ole Wich hevur illustr-
erað ein part av blaðnum.
Við í blaðbólkinum eru
Svend Højgaard, ið lesur til
bókavørð og stud.mag,
Agnar Jógvansson, BA, Jó-
an Petur Ludvig Trier, og
onnur, ið hava nógv góð
hugskot og tankar um list,
foto, bókmentir og annað.
Forsíðuna hevur fotograf-
urin Bárður Eklund gjørt.
Blaðið er hesaferð 176
síður, ið er eins nógv ein
innbundin bók í A5-stødd.
Blaðið er at fáa í bók-
handlum og stórum kiosk-
um í Føroyum og kostar
165 kr. Í Danmark fæst tað
í Føroyahúsinum og í ávís-
um føroyskum feløgum.
OUTSIDERmagazin kann
eisini bíleggjast á heima-
síðuni hjá OUTSIDER-
magazin: www.outsider-
magazin.com
OUTSIDERmagazin
útkomið
- Vit taka bara tað besta við,
tí tað er ongin meining í at
byggja víðari á vánaligar
høvundar ella listafólk, sigur
Kim Simonsen, ritstjóri á
nýggja mentanartíðar-
ritinum Outsider Magazin