Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 31. mai 2005 25 Landsliðsspælarin, sum ikki hevur spælt dystir í meiri enn tríggjar vikur, sigur nýggja venjaran hava kollvelt felagið soleiðis, at føroyski landsliðsspælarin einki hevur ímóti at halda fram har, um semja kann fáast um treytirnar ÚTISETI Jóannes Hansen Í morgin fara landsliðs- spælararnir at hittast at fyrireika seg til stóru av- bjóðingarnar á heimavølli, sum vera á skránni, tá ið Føroyar leygardagin fara at spæla ímóti Sveis og mikudagin í næstu viku fara at fáa vitjan av Írlandi. Tá ið Føroyar í oktober vóru á Kypros og í Írlandi, var Claus Bech Jørgensen ímillum teir mest eyðsýndu á Kypros, har hann skoraði annað málið í 2-2 javn- leikinum. Men Claus kom ikki á vøllin eftir steðgin á Kypros, og hann var ikki á liðnum í Írlandi. Hann hevði brotið óstbeinið. Tað tók sína tíð at koma fyri seg aftur, og fyri tveimum vik- um síðani varð Claus aftur lagdur undir skurð fyri at fáa alt upp á pláss. - Talan var um heilt lítla skurðviðgerð í Onglandi. Síðani eg kom til Dan- markar havi eg vant við Humlum, sum er lítla felag- ið her, sum eg eri ættaður í Jyllandi, sigur Claus Bech Jørgensen úr Danmark. Kennir tú teg væl fyri at spæla landsdystir? - Síðsta umfarið í Ong- landi var 8. mai. Tað eru meiri enn tríggjar vikur síðani, so tað ber ikki til at siga, at dystarformurin er heilt optimalur, men venj- ingarstøðan er góð, og síð- ani vit komu til Danmarkar, havi eg roynt at vant bólt- førleikan og runnið. So støðan er so mikið góð, sum hon kann vera, heldur Claus Bech Jørgensen. Claus hevur í tvey ár verið sáttmálabundin av Coventry. Landsliðsspælar- in staðfestir enn eina ferð, at hesi bæði árini hava verið tey keðiligastu, síðani hann í 1999 flutti til Ong- lands. - Nógvu tað fyrstu tíðina treivst eg illa. Tað var nógv- ur turbolensur í felagnum og kring liðið, og eg kendi tað ongantíð soleiðis, at teir, sum høvdu keypt meg, høvdu álit á mær. Tað hevði við sær, at eg ikki spældi so nógv, avrikini vóru mis- jøvn, og tað kendist sum ein lætti, tá ið eg í fjør varð leigaður út til Bourne- mouth, sum eg áður hevði spælt fyri. Í heyst hevði Claus júst vunnið sær pláss á Coven- try liðnum, tá ið skaðin á Kypros setti stoppara fyri øllum fótbólti. Fram ímóti jólum var støðan soleiðis, at Claus staðfesti, at talan undir ongum umstøðum fór at verða um at leingja samstarvið við Coventry, eftir at sáttmálaskeiðið varð runnið í summar. Nú hevur pípan fingið annað ljóð. Bæði í Coven- try og hjá føroyska lands- liðsspælaranum: - Eg havi einki ímóti at halda fram í felagnum, eftir at sáttmálaskeiðið verður liðugt. Nýggi venjarin, sum kom til felagið tíðliga í vár, hevur sýnt mær stórt álit, og tað taki eg sum undir- striking av, at hann eisini í framtíðini ætlar at geva mær møguleikan á liðnum, sigur Claus Bech Jørgen- sen. Tá ið Claus Bech Jørgen- sen, sum í apríl fylti 29 ár, í 1999 flutti til Onglands at spæla fótbólt, fór hann úr Horsens. Sambært Horsens Folkeblad hevur felagið verið áhugað í aftur at skriva sáttmála við før- oyska landsliðsspælaran, og tað sigast hava verið boð eftir honum eisini frá øðrum donskum feløgum, men Claus sigur seg vera mest áhugaðan í at halda fram í Onglandi: - Nú havi eg verið fleiri ár í Onglandi, og mær dám- ar sera væl fótbóltsmentan- ina, sum hon er har yviri. Hjá fótbóltsspælara hevur tað alt at siga, at venjarin sýnir honum álit, og at kringumstøðurnar annars eru í lagi. Tað kenni eg, at tær hava verið, síðani vit skiftu venjara, og tá ið venjarin hevur úttikið meg til liðið hvørja ferð, so kenni eg hetta sum álitis- váttan, og tí er tað nú nógv hugaligari at tingast um nýggjan sáttmála nú, enn eg kundi ímynda mær um jóltíðir, at tað fór at verða, sigur Claus Bech Jørgen- sen. Sýnir Claus áhuga Nýggjur sáttmáli er ikki undirskrivaður millum Claus Bech Jørgensen og Coventry. Men í síðstu viku var týdningarmiklasta fyri- treytin fyri nýggjum sátt- mála fingin upp á pláss. Síðani eftir ársskiftið hevur Micky Adams verið venjari í Coventry. Tað hevur alla tíðina verið roknað við, at samstarvið skuldi halda fram í hvussu so er tvey ár afturat, men tað var ikki fyrrenn í síðstu viku, at sáttmálin varð undirskrivaður, og venjarin er farin undir fyrireiking- arnar til nýggja kappingar- árið. Fimm spælarar hava fingið sekkin. Fýra spælar- ar hava fingið at vita, at um teir hava hug til tað, so er alt í lagi, at teir sleppa burturúr sáttmálabinding- ini, sum teir hava við Coventry. Tíggju spælarar hava fingið tilboð um, at sáttmálaskeiðið verður longt ella um nýggjan sátt- mála. Claus Bech Jørgen- sen telist millum hesar síðstu tíggju, og hóast undirskriftin ikki er sett á pappírið enn, so bendir nógv á, at Claus fer at halda fram í Coventry: - Um spælararnir fáa í boði meiri í løn í øðrum felag, so skilji eg væl, at teir biðja okkum farvæl. Soleiðis eru treytirnar, sigur Coventry venjarin, Micky Adams. - Mær hevur dámað væl í Coventry hesar seinastu mánaðirnar. Vit eru ikki lidnir at samráðast. Meðan eg verði í Føroyum rokni eg ikki við, at talan verður um stórvegis samráðingar. Tað er torført at savna seg um tveir landsdystir og sátt- málasamráðingar í senn. Tú veist ongantíð, hvat annars kann vísa seg, og sjálvandi snýr tað seg um treytir, sum báðir partar skulu verða nøgdir við. Men tað er ikki so lítið sannlíkt, at eg fari at halda fram í Coventry, sigur Claus Bech Jørgen- sen. 1. juli skulu spælararnir møtast í Coventry at fyri- reika seg til nýggja kapp- ingarárið. Bárður aftur í HB Á heimasíðu sínari sigur HB, at felagið nú hevur gjørt sáttmála við Bárður Mortans- son. Bárður hevur fingið sína fótbólts- uppaling í HB, men áðrenn hann í fjør heyst fór av landinum, hevði hann í nøkur ár spælt við B36. Nú verður framrætt- aði spælarin, sum kann nýtast í álopi og á miðvøllinum, tó aftur reyðum og svørtum, og tað er einki at ivast í, at tey fegnast um styrkin. -jm Nú trívst Claus væl í Coventry Hjá fótbóltsspælara hevur tað alt at siga, at venjarin sýnir honum álit, og at kringumstøðurnar annars eru í lagi. Tað kenni eg, at tær hava verið, síðani vit skiftu venjara, og tá ið venjarin hevur úttikið meg til liðið hvørja ferð, so kenni eg hetta sum álitisváttan, sigur Claus Bech Jørgensen