Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 - 1. juni 2005 25 Blákollan søkir eftir námsfrøðingum Blákollan er ein kommunalur stovnur, normeraður til 40 børn. Søkt verður eftir: 1 námsfrøðingi 35 tíma viku at byrja 15. august 1 námsfrøðingi 30 tíma viku at byrja 15. august 1 námsfrøðingi 30 tíma viku at byrja 01. august fyri námsfrøðing í barnsburðarfarloyvi. Størvini eru í barnagarðsstovu. Vit kunnu bjóða: • Ein stovn í menning, har tú fært møguleika, at seta dám á gerandisdagin. • 40 fitt børn, íð fegin vilja verða kreativ saman við tær. • Ein góðan foreldrabólk. • Eitt foreldraráð, íð er opið fyri nýhugsan. • Ein ráðleggingardag um árið. • Eitt starvsfólkavikuskiftið, um árið. Vit vænta av tær: • At tú hevur góð samstarvsevni. • At tú ert álítandi og tekur ábyrgd. • At tú dugir at arbeiða sjálvstøðug (ur). • At tú dugir at møta børnunum á teirra støði. • At tú hevur yvirblikk. • At tær dámar at brúka náttúruna sum ein part av arbeiðinum. Lønar og setunarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Umsókn og prógv við møguligum viðmælum skulu vera Blákolluni, Kjalarvegur 30, 700 Klaksvík í hendi í seinasta lagi 15. juni 2005. Meira fæst við at venda sær til leiðaran Eydnu Frederiksberg, tlf. 458866 ella 227347. Blákollan Kjalarvegur 30 700 Klaksvík Frá Vága Ríðingarfelag Tilmelding til kappríðingina leygardagin 4. juni hjá Vága Ríðingafelag á tlf. 332737 ella 332728. Seinasta freist er hósdagin 2. juni. Vága Ríðingarfelag Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin Sjúkrarøktarfrøðingur til Ambulantu Økispsykiatrisku deildina Á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum er eitt fulltíðarstarv leyst at søkja hjá sjúkrarøktar- frøðingi við hóskandi eftirútbúgving og arbeiðs- royndum frá 1. septembur 2005 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt projektstarv í 1/2 ár, við møguleika fyri føstum starvi, har viðkomandi millum annað kemur at taka sær av børnum, ið eru í viðgerð við ritalini. Førleikakrøv: • Góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • Hollar royndir innan psykiatri/barna- og ungdómspsykiatri • Viðkomandi eftirútbúgving • Skal kunna arbeiða sjálvstøðugt, miðvíst og skipað • Skal duga at leggja langtíðarætlanir • Góð samstarvsevni Vit kunnu bjóða: • Witt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum nýggjum avbjóðingum · Upplæring, uppihald og undirvísing á Bispe- bjerg hospital um eftirlit við børnum í ritalin- viðgerð • Skeið/eftirútbúgving, sum psyk. depilin/økis- psykiatriska deildin skipa fyri Løn- og setanartreytir sambært sáttmála mill- um Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkra- røktarfrøðingar (viðmerkjast skal, at lønarsam- ráðingar eru í gongd). Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til deildarleiðaran á ambulantu økispsykiatr- isku deildini Ænu Reinert á telefon 304500, lokal 4130, e-postur: ana.reinert@lsh.fo ella leiðandi sjúkrarøktarfrøðing á psykiatriska deplinum Bergit Weihe á telefon 304500, lokal 4102, e- postur: bergitw@lsh.fo Umsóknarfreistin er 20. juni 2005 kl. 12.00 Skrivlig umsókn merkt "umsókn um starv" við avriti av prógvum, CV og viðmælum e.l. skal sendast til Landssjúkrahúsið Lønar- og starvsfólkadeildin 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna "starvsfólk"« Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin Sjúkrarøktarfrøðingur til psykiatrisk ambulatorium/ Økispsykiatriina Á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum er eitt fulltíðarstarv leyst at søkja hjá sjúkrarøktar- frøðingi við hóskandi eftirútbúgving og arbeiðs- royndum frá 1.august 2005 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt umskipað starv á psyk. amb. í samband við, at farið verður undir økispsykiatr- iskt virksemið. Førleikakrøv: • Góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • Hollar royndir innan psykiatri • Viðkomandi eftirútbúgving • Teldukunnleiki • Nýhugsandi og skapandi • Kunna geva rúm fyri ótraditionellum loysnum • Skal kunna arbeiða sjálvstøðugt • Góð samstarvsevni Vit kunnu bjóða: • eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum • skeið/eftirútbúgving innan- og uttanhýsis, sum psyk. depilin/økispsykiatriska deildin skipa fyri. Løn- og setanartreytir sambært sáttmála mill- um Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkra- røktarfrøðingar (viðmerkjast skal, at lønarsam- ráðingar eru í gongd). Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til deildarleiðaran á ambulantu økispsykiatr- isku deildini Ænu Reinert á telefon 304500, lokal 4130, e-postur: ana.reinert@lsh.fo ella leiðandi sjúkrarøktarfrøðing á psykiatriska deplinum Bergit Weihe á telefon 304500, lokal 4102, e- postur: bergitw@lsh.fo Umsóknarfreistin er 20. juni 2005 kl. 12.00 Skrivlig umsókn, merkt "umsókn um starv" við avriti av prógvum, CV og viðmælum e.l. skal sendast til Landssjúkrahúsið Lønar- og starvsfólkadeildin 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna "starvsfólk"« Lesið