Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 100 - 31. mai 2005 Ov veikir í deyðbóltum Hallur Danielsen, sum aftur hesaferð spældi á bakkinum hjá HB, var sum vera man fegin um, at tað loksins eydnaðist at fáa stig á útivølli. Men gleðin var tó ikki treytaleys, tí enn heldur hann, at tað eru lutir, sum teir á lið- num mugu gerast betri til. - Eg haldi ikki, at talan hevur verið um nakað útivallar-kom- pleks hjá okkum. Hyggur tú at tølunum, so eru vit helst tað liðið, sum hevur skor- að mest á útivølli, so tað er ikki har, at trupulleikin liggur. Heldur hevur tað verið, at vit hava verið alt ov sárbærir við deyðbóltum, og hava kostað okkum mál í nærum øllum dystum. Tað ger tað eisini í dag, og tað er sjálvandi eitt sindur harmiligt, men tað er so nakað, sum vit mugu arbeiða við. Tað merkist sjálv- andi, tá menn sum Rógvi og Símun ikki eru við longur, og vit hava altso ikki ein so breiðan hóp, at vit utt- an víðari kunnu seta menn í teirra stað, heldur Hallur. Men tá hetta er sagt, so heldur HB-veteran- urin kortini, at tað hevur verið á eini leið hjá teimum higartil í ár. - Tað gongur miðvíst framá, haldi eg. Og vit liggja jú har, sum vit vilja liggja. Sjálvur haldi eg tó, at vit enn kunnu spenna okkum nakað afturat, og ikki minst er tað positivt, at teir ungu hava tikið ábyrgd á seg. Tað var kanska opni spurning- urin hjá okkum undan árinum, men tað hevur so víst seg at fingið væl, hóast vit hava mist fleiri lyklaleik- arar, heldur Hallur. -jm Fyri fyrstu ferð fekk HB stig uttan fyri høvuðsstaðin, tá TB fyri fyrstu ferð læt mál fara ígjøgnum á heimavølli FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Oddsini vóru kanska ikki tey bestu hjá HB, tá teir sunnudagin fóru á vøllin til dyst móti TB. Undan hes- um hevði HB ikki fingið eitt tað einasta stig uttan fyri Havnina, og tá TB so samstundis hevði framúr hagtøl fyri heimavøllin, har einki mál var farið ígjøg- num, so vistu gestirnir í øllum førum, at talan fór at verða um hart arbeiði. Mistak gav leiðslumálið Vertirnir tóktust ikki ætla sær at broyta stórvegis um sítt spæl, fyri tað um tað vóru meistararnir, sum vitjaðu. Fyrst og fremst, so varð denturin lagdur á eina stinna verju, haðani grund- arlagið fyri vandamikla kontra-spælinum skuldi spretta, og fyrsta langa løtan tók eisini skap sam- bært hesum. Við einum HB-liði, sum hevði bóltin nógv, men sum sjáldan kom til veruligar møguleikar. Ofta varð spælt upp gjøg- num síðurnar, men tá bólt- urin so varð sendur innfyri, vóru menn sum Óli Jo- hannesen og Aca Petrovic hægstir, og so var vandin aloftast av. Um miðjan hálvleikin hepnaðist tó hjá gestunum. Tór-Ingar smekkaði bóltin innfyri, men talan gjørdist heldur um eitt hálvkiksað skot, sum snýtti alt og øll, og so kundi Predrag Markovic bara hyggja at, meðan bólturin sveimaði inn í meskarnar. HB royndi eftir hetta at sláa kalt vatn í blóði. Ætl- anin tóktist greitt vera tann, at bólturin skuldi førast runt, soleiðis at vertirnir nú noyddust niðan, og partvíst eydnaðist hetta eisini. Trupulleikin var bara, at fyrstu ferðina at TB veru- liga kom niðann, javnaðu teir. Hetta hendi, tá HB misti í uppspælinum. Úrslitið varð í fyrstu atløgu hornaspark til TB, og tá hetta varð sent innfyri, drønstútaði Óli Johannesen bóltin í kassan, og so var alt við tað sama aftur. Lótu dystin upp Eftir steðgin tóktist HB fyrstu løtuna at tiltvinga sær eina enn størri yvirvág. Bólturin ferðiast nógv kring TB-brotsteigin, og støðuga trýstið gav eisini at enda úrslit. Tvøramaðurin á HB-liðnum, Rasmus Nol- søe, skeyt fríspark innfyri úr høgru, og meðan flestu luftdystirnir høvdu verið millum Óla Johannesen og Hans á Lag, so var tað hesaferð Rúni Nolsøe, sum við høvdinum kundi beina bóltin í kassan. Og so opnaðist dysturin av álvara. TB skuldi nú niðan á vøllin, og teir royndu støðugt at flyta spælið longur fram. Hin- vegin gav hetta eisini møguleikar til HB, har bæði Svenn F. Jacobsen og Jákup á Borg høvdu heilt góðar møguleikar, uttan at teir tó megnaðu at avgera. TB hevði helst sín besta møguleika, tá Aca Petrovic brádliga gjørdist leysur, men heldur ikki ta ferðina spurdist mál burturúr. Fyrsti útisigurin Seinastu løtuna varð Óli Johannesen sendur niðan, soleiðis at nakrir luftbóltar kanska kundu geva møgu- leikar, men tað broytti tó einki í samlaðu støðuni. HB hevði fyri fyrstu ferð í ár fingið stig uttan fyri høvuðsstaðin, og hetta man ivaleyst vera nakað, sum fjálgaði væl um vónirnar fyri at endurvinna FM enn einaferð. Hjá TB mundi ósigurin hinvegin kennast sum vátur vøttur. Ikki tí. Eitt tap fyri HB á heimavølli kann neyvan koma heilt óvart á, men í júst hesum førinum vóru vónirnar helst settar hægri. Ein sigur vildi í øllum førum havt við sær, at TB brádliga hevði verið við í heiðursmerkjastríð- num, men tí mugu teir so bíða nakað eftir enn. Hvussu long bíðitíðin verð- ur, fæst kanska ein ábend- ing um næsta umfarið. Tá fer TB á vitjan í Runavík, men fyrst ræður helst um at løða battaríini í dystarfríu vikuni, sum nú stendur fyri framman. TB-HB 1-2 (1-1) 0-1:Tór-Ingar Akselsen, 20. 1-1: Óli Johannesen, 23. 1-2: Rúni Nolsøe, 58. Dómari: Petur Reinert TB: Predrag Markovic - Predrag Zivkovic,Aca Petrovic,Óli Johannesen, Jón Johannesen - Olivur Abrahamsen (Mortan Enni, 87.), Alexandar Jovevic, Bárður Dimon, Einar Petersen (Birgir Rasmussen, 82.)- Búi Mortensen (Allan Poulsen, 67.), Emmanuel Larbi GK: Aca Petrovic, 70. HB: Bárður Johannesen - Hallur Danielsen, Jóhannis Joensen,Rasmus Nolsøe,Janu M.Joensen - Jákup á Borg, Rúni Nolsøe, Kári Nielsen,Tór-Ingar Akselsen (Vagnur M. Mortensen, 71.) - Rókur Jespersen (John Heri Dam, 82.), Hans á Lag GK: Rasmus Nolsøe, 33., Jóhannis Joensen, 84. Fakta um dystin TB-HB 1-2 (1-1): Duga eisini á útivølli Tó at nógv av spælinum gekk fyri seg kring TB-brotsteigin, so megnaði verjan enn einaferð at standa ímóti tí mesta Mynd: Leivur Nygaard