týsdagur 31. mai 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 31. mai 2005
31
Renault hava aftur
fingið viðvind, og
Fernando Alonso er
nú 32 stig framman
fyri Jarno Trulli og
Kimi Räikkönen á
deildum øðrum plássi
í heimsmeistara-
kappingini í Formel 1
FORMEL 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Finski McLaren Mercedes
koyrarin Kimi Räikkönen
fór inn í síðstu umferðina á
odda fyri evropeisku koyr-
ingina, men tá spanski Fer-
nanso Alsono góðan hálvan
annan minutt seinni koyrdi
fyrstur um málstrikuna,
stóð Kimi Räikkönen við
síðuna av breytini við sín-
um brotna Mercedes. Okk-
urt fremst á bilinum var
brotna og vinstra framhjól
datt av, og bilurin sendist
runt á breytini.
Nick
Heidfeld
hevði
tryggja sær fyrstu byrjunar-
støðu, men misti fyrsta
plássið til Räikkönen í
sjálvari byrjanini. Bæði
Räikkönen
og
Alonso
høvdu valt bert at steðga
tvær ferðir eftir bensini,
Heidfeld steðgaði tríggjar
ferðir, og triðja steðginum
fór Alonso framvið. Men
við Räikkönen úti fekk
týskarin aðru viku á rað
annað pláss.
David Coulthard varð
heilt stóra jaliga uppliving-
in á Nürburgring. Eina løtu
lá skotin á fyrsta plássi í
sínum Red Bull bili, og tað
hevði eingin spátt áðrenn
ársbyrjan. Hann hevði iva-
leyst kunna fingið triðja-
pláss, men hann koyrdi ov
skjótt í pittinum og varð
revsaður við at skula koyra
gjøgnum pittin umaftur.
Hetta
gav
brasilianska
Ferrarikoyraranum Rubens
Barrichello síðsta trinið á
sigurskamlinum.
Liðfelagin hjá Barri-
chello Michael Schumach-
er gjørdi ikki nógv um seg,
og endaði á fimta plássi..
Tann
seinni
Renault
bilurin við italiumanninum
Giancarlo Fisichella steðg-
aði upp, tá koyringin skuldi
byrja, og varð tí noyddur at
byrja aftast úr pittinum.
Men við støðugari og góð-
ari koyring arbeiddi hann
seg upp til eitt sætta pláss.
Í fyrsta svingið rendi
BMW-Williams
førarin
Mark Webber á McLaren
Mercedes bilin hjá Juan
Pablo Montoya. Webber
fekk ikki hildið fram, og
Montoya misti fleiri pláss.
Montoya stríddist alla koyr-
ingina, og endaði á einum
sjeynda plássi.
Síðsta stigið fekk Jarno
Trulli, Tøkningarnir hjá
Trulli brutu tíðarfreistina
fyri at fara av breytini,
áðrenn byrja verður at
koyra. Hetta varð Trulli
revsaður fyri og skuldi
koyra
ígjøgnum
pittin.
Liðfelagin hjá Trulli Ralf
Schumacher hevur verið
sera óheppin í ár, hetta varð
eisini galdandi sunnudagin.
Hann mistið gronina og
forveingirnar
á
sínum
Toyota í hendingini millum
Webber og Montoya. Í síni
roynd at koma aftur koyrdi
hann útav og noyddist at
gevast.
Red Bull Racing kunn-
gjørdi í seinastu viku, at frá
næstu koyring, sum verður
í Kanada um tvær vikur,
eitur annar koyrarin hjá
liðnum David Coulthard og
hin Christian Klien. Liuzzi
fekk sostat eitt síðsta høvið,
at vísa hvør dugur var í
honum. Henda møguleika
kundi hann havt brúkt
betur. Hann fekk eitt níggj-
unda pláss 40 sekund aftan
fyri
liðfelagan
David
Coulthard.
Men
hann
mundi ikki komið á mál, tí
stutt áðrenn endan varð
hann um at renna á pit-
veggin.
BAR-Honda høvdu stór-
ar vónir áðrenn koyringina,
men við Button nummar
trettan og Sato sekstan í
tíðarkoyringini, vórðu tær
vónirnar nakað væl verri,
og tá hvørgin teirra megn-
aði upp í stigini í koyr-
ingini, sær árið sera trupult
út fyri BAR-Honda.
Samanumtikið
eru
Renault og kanska serliga
Alonso aftur á sigurskós.
Räikkönen er nú rættuliga
langt aftan fyri Alonso í
stigatali. Men einki er
avgjørt enn, enn eru tólv
koyringar eftir. Tað einasta,
sum stendur greitt, er, at
nógv ár eru síðan, so nógv
lið bardust so tætt um
stigini í formel 1.
FORMEL 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Liuzzi megnaði ikki at
tryggja sær eina framtíð
í Formel 1, men fekk
sunnudagin ein seinasta
møguleika at gera ein
vørr. Tað gekk ikki so
væl
Ein av stóru spurning-
unum í formel 1 heimin-
um hesa seinastu vikur-
nar hevur verið, hvør fór
at koyra fyri Red Bull
Racing í evropeisku
koyringini á Nürburg-
ring.
Fyrstu
tríggjar
koyringarnar
koyrdi
eysturríkarin Christian
Klien fyri liðið. Hann
fekk eitt sjeynda pláss í
Avstralia, eitt áttanda
pláss í Malaysia og varð
noyddur at gevast í
Bahrain. Í næstu koyr-
ingini í San Marino varð
Klien settur á beinkin.
Inn kom italiumaðurin
Vitantonio Liuzzi. Hann
fekk eitt áttanda pláss í
síni fyrstu roynd, men
bæði í sponsku koyring-
ini og koyringini í
Monako
varð
hann
noyddur at gevast.
Red Bull kunngjørdi
áðrenn San Marino, at
Liuzzi skuldi royna seg í
tríggjar koyringar, og
áðrenn evropeisku koyr-
ingina á Nürburgring fór
avgerð at verða tikin,
um hvør skuldi koyra
restina av kappingar-
árinum. Mikudagin varð
avgerðin tikin, og hetta
merkti, at Liuzzi slapp at
royna seg Nürburgring,
meðan Klien fær seinna
Red Bull setrið frá
koyringini í Kanada 12.
juni og restina av árin-
um.
Á
Nürburgring
sunnudagin
gjørdi
Liuzzi lítið um seg og
megnaði bert eitt níggj-
unda pláss í mun til
liðfelagan
Coulthard,
sum
kappaðist
heilt
fremst og endaði á
fjórða plássi.
Fyrsta setrið hjá Red
Bull hevur David Coult-
hard. Hann hevur veru-
liga livað upp til ábyrgd-
ina. Red Bull liðið, sum
æt Jaguar í fjør, hevði
eingin væntað nakað av,
áðrenn
kappingarárið
byrjaði.
Men
inntil
Monako
hevði
liðið
fingið stig í øllum koyr-
ingum. Og fjórða pláss-
ið í evropeisku koyring-
ini var aftur ein álitis-
váttan til Coulthard.
Hann hevur nú 16 stig.
Coulthard hevur, áðr-
enn hann í ár flutti til
Red Bull, koyrt fyri
Williams, har hann av-
loysti Ayrton Senna, tá
hesin doyði í 1994, og
seinnu árini fyri McLar-
en. Hann hevur ferð eftir
ferð sæð liðfelagar ger-
ast heimsmeistarar, og
hevur ofta koyrt í skjót-
asta bilinum, uttan at
gerast
heimsmeistari.
Men spurningurin er,
um orsøkin til, at Coult-
hard hevur sitið í skjót-
asta bilinum so ofta, er
Coulthard sjálvur. Hann
hevur verið við til at
royndarkoyra og menna
bilarnar, til at gerast teir
bestu.
Jaguar Formula one
var ein ómetaliga dýr
verkætlan hjá Ford, sum
ongantíð gjørdist væl-
eydnað, bilarnir kláraðu
seg ongantíð væl. Men
nú Red Bull hevur keypt
liðið, og Coulthard er
vorðin koyrari, gongur
framúr væl.
Liuzzi í Evropa, Klien
í Kanada og restina
av árinum
Úrslitið á Nürburgring
1
Fernando Alonso
Renault
Italia
2
Nick Heidfeld
Williams-BMW
Týskland
+16.5 sekund
3
Rubens Barrichello
Ferrari
Brasilia
+18.5 sekund
4
David Coulthard
Red Bull Racing
Skotland
+31.5 sekund
5
Michael Schumacher
Ferrari
Týskland
+50.4 sekund
6
Giancarlo Fisichella
Renault
Italia
+51.9 sekund
7
Juan Pablo Montoya McLaren
Mercedes
Kolumia
+58.1 sekund
8
Jarno Trulli
Toyota
Italia
+71.0 sekund
9
Vitantonio Liuzzi
Red Bull Racing
Italia
+71.5 sekund
10 Jenson Button
BAR-Honda
England
+95.7 sekund
11 Kimi Räikkönen
McLaren-Mercedes
Finnland
+1 umferð
12 Takuma Sato
BAR-Honda
Japan
+1 umferð
13 Jacques Villeneuve
Sauber-Petronas
Kanada
+1 Lap
14 Felipe Massa
Sauber-Petronas
Brasilia
+1 Lap
15 Tiago Monteiro
Jordan-Toyota
Portugal
+1 Lap
16 Narain Karthikeyan
Jordan-Toyota
India
+1 Lap
17 Christijan Albers
Minardi-Cosworth
Holland
+2 Laps
18 Patrick Friesacher
Minardi-Cosworth
Eysturríki
+3 Laps
Givin Ralf Schumacher
Toyota
Týskland
+26 Laps
Givin Mark Webber
Williams-BMW
Avstralia
+59 Laps
Alonso vinnur
á Nürburgring
Fernando Alonso vann sín fjórða sigur í ár, hann líkist einum heimsmeistara.
Mynd: Reuters