Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 100 - 31. mai 2005 Eftir 21 ára oyði- markargongd hevur Liverpool loksins vunnið seg uppaftur á ovastu rók í Evropa. Liverpool er nú við í tí eksklusiva bólkin- um við fimm feløg- um, sum hevur fingið eitt Evropa Cup steyp til ognar. Við sigrin- um hevur popularit- eturin hjá felagnum aftur fingið vind í seglini CHAMPIONS LEAGUE Stefan í Skorini Í nógv ár hava Liverpool viðhaldsfólk bíðað eftir einum stórum sigri. Felagið hevur ikki vunnið enska meistaraheitið síðan 1990, og seinast tað vann størstu evropeisku kappingina var í 1984. Tað var tí í tøkum tíma, tá Liverpool miku- kvøldið aftur kundi hevja Evropa Cup steypið upp um høvd. Hóast Liverpool ikki hevur verið millum stórm- aktirnar ítróttarliga í Ev- ropa seinastu mongu árini, hevur felagið allatíðina havt ein breiðan skara av viðhaldsfólki kring allan heim. Liverpool hevur eisini verið limur í tí sokallaða G8, sum telur átta tey rík- astu feløgini í Evropa. Hesa støðu innan fótbóltsheimin vann felagið sær upp ígjøgnum sjeyti- og áttati- árini, tá tætt var ímillum meistaraheitini bæði í Onglandi og úti í Evropa. Hóast eina relativa sterka støðu á marknaðinum og rímiliga høgar inntøkur, hevur felagið ongantíð megnað at endurvinna trón- una hvørki í Onglandi ella í evropeiskum fótbólti. Manchester United og Arsenal hava seinastu tíggju árini havt eitt kvørkratak um ta ensku Premier League (undantik- ið í ár, tá Chelsea vann), og Liverpool hevur øll árini staðið í skugganum av hes- um báðum feløgum. Okk- urt hissini steyp er tó komið í skápið hesi seinastu árini við sigrum í FA-Cup, Liga Cup og UEFA Cup. Gyltu árini Stórheitstíðin hjá Liverpool var í sjeyti- og áttatiárun- um. Frá miðskeiðis í sjeyti- árunum og næstu tíggju árini vann Liverpool seg fram í elituna í evropeisk- um fótbólti. Fýra ferðir innanfyri átta ár vann Liver- pool Evropa Cup, sum tað tá kallaðist, og frá 1975-90 vann felagið tíggju ensk meistaraheiti. Við leikarum sum Kevin Keeg- an, Kenny Dalglish og Gra- eme Souness gjørdist Liv- erpool mest vinnandi felag í Onglandi og er tað fram- vegis hóast soltnu nítiárini. Tað var annars tann leg- endariski venjarin Bill Shankly, ið legði grundar- steinin, tá hann fyrst í sekstiárunum syrgdi fyri, at Liverpool aftur gjørdist fast inventar í fremstu deildini, og hann førdi einini nøkur meistaraheiti aftur til Anfield. Stígur kom í Men so kom stígur í hjá Liverpool, og hetta er fyrstu ferð síðan 1990, at Liver- pool kann lyfta eitt av teimum stóru steypunum - um vit ikki taka FA Cup við. Fleiri orsøkir kunnu vera til tess, og ein av teimum er, at ensk feløg ikki sluppu at luttaka í evr- opeiskum kappingum í fimm ár. Hetta bannið varð sett í verk av UEFA eftir vanlukkuna á Heysel í 1985, tá 39 viðhaldsfólk hjá Juventus doyðu í sambandi við ófrið undan Evropa Cup finaluna millum Juventus og Liverpool. Tað var øllum greitt, at altjóða fótbóltur hevði ment seg nógv hesi árini, tá ensku feløgini høvdu leik- bann í Evropa. Tí vóru tey ensku feløgini nøkur fet aftanfyri, tá tey einaferð sluppu við aftur. Hetta var serliga eyðsýnt í nítiárunum, tá enskur Sovandi risin raknað Á sínum fyrsta túri við stýrisvølin hevur Benitez vunnið Champions League - ímóti øllum oddsum Mynd: Reuters