týsdagur 31. mai 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 31. mai 2005
33
fótbóltur ikki kundi metast
við tann evropeiska.
Hjá Liverpool fór av álv-
ara at ganga aftur á hond, tá
Graeme Souness tók við
sum venjari. Tá Kenny Dal-
glish brádliga segði seg úr
starvi í Liverpool, vóru boð
eftir gomlu miðvallarkemp-
uni, sum tá var venjari í
Glasgow Rangers.
Souness megnaði ongan-
tíð at føra skútuna á rætta
kós, og hann varð eisini
uppsagdur eftir trý ár í tí
heita sessinum. Fyrst royndi
Roy
Evans
at
venda
gongdini, men tað eydnaðist
ikki. Síðani var tað Gerard
Houllier, ið hevði hampulig
úrslit at vísa á, men eftir
seks ár var hansara tímaglas
eisini runnið út.
Spaniólin Rafael Benitez
tók síðani við starvinum,
og á sínum fyrsta túri við
stýrisvølin hevur Benitez
vunnið Champions League
- ímóti øllum oddsum.
Langt eftir á mál
Hóast Liverpool nú stendur
ovast á sigurspallinum í
Evropa, er langur vegur á
mál, um felagið aftur skal
gerast ein av stórmaktunum
í evropeiskum fótbólti, eins
og tað var fyri 20-30 árum
síðani.
Eingin ivi er um, at hesin
sigurin hjá Liverpool tók
øll á bóli. Eingin hevði
frammanundan roknað við,
at Liverpool fór at gera seg
galdandi júst í ár.
Besta úrslit felagsins í
Champions League var eitt
pláss í fjórðingsfinaluni fyri
trimum árum síðani, og tað
var í veruleikanum einki,
sum gav eina ábending um,
at hesin hópurin hevði
leikaratilfarið, sum skal til
fyri at vinna á nøkrum av
heimsins bestu liðum.
Spurningurin er síðani,
um
hesin
sigurin
er
byrjanin til eina nýggja tíð
hjá felagnum. Serfrøðingar
meta, at við tí stóra skaran-
um av viðhaldsfólki kring
allan heim kann felagið
aftur gerast eitt av teimum
stóru í Evropa.
Um hetta skal gerast
veruleiki, hevur tað al-
stóran týdning, at felagið
megnar at lokka nýggjar
leikarar til og ikki minst
varðveita lyklaleikarar sum
Gerrard og Carragher.
Við einum Champions
League sigri í skjáttuni fer
at vera lættari at lokka
góðar leikarar til felagið, og
spennandi verður at síggja,
hvussu Benitez fer at keypa
inn í summarsteðginum.
Steven Gerrard hevur
verið ovast á breddanum í
ensku fjølmiðlunum í fleiri
mánaðir, og teir hava róð
framundir, at hann fór at
skifta til Chelsea ella til
okkurt annað evropeiskt
stórfelag í summar. Gerrard
hevur tó eftir sigurin givið
greiðar ábendingar um, at
hann fer at halda fram í
Liverpool í nøkur ár fram-
yvir. Hetta er tó ikki komið
uppá pláss enn og skal tí
takast við fyrivarni.
Ein
annar
aktuellur
spurningur
viðvíkjandi
framtíðini hjá Liverpool er,
um
felagið
yvirhøvur
sleppur at luttaka í Champi-
ons League komandi ár.
Sum støðan er í løtuni, fáa
meistararnir ikki høvið at
verja meistaraheitið, og tað
ger støðuna hjá felagnum
trupla.
Eitt er peningurin, sum nú
ikki kemur í kassan, og hitt
er, at felagið ikki hevur ser-
liga góð kort í hondini í
sambandi við keyp av
nýggjum leikarum. Cham-
pions League luttøka er
nevniliga eitt, ið nógvir
leikarar leggja seg eftir, tá
teir skulu velja eitt nýtt
felag.
Um vit hyggja eftir for-
tíðini hjá Benitez, hevur
hann víst seg sum ein, ið
kann bjóða teimum stóru
av. Hann førdi nevniliga
Valencia fram til tvey
sponsk
meistaraheiti
frammanfyri teimum dýru
stjørnunum í Real Madrid
og Barcelona.
Fakta er, at Liverpool
viðhaldsfólk aftur hava
fingið okkurt at gleðast um.
Spurningurin er síðani, um
hetta gerst ein stokkut
gleði, ella um meira er í
væntu.
Seinastu 15 árini hevur Anfield Road ikki verið tann ræðandi fótboltsháborgin, sum hon so mangan áður hevur verið
Støður, Formel 1
Koyrarar
Navn
Land
Merki Stig
Fernando Alonso
Spania
Renault
59
Kimi Raikkonen
Finnland
McLaren
27
Jarno Trulli
Italia
Toyota
27
Nick Heidfeld
Týskland
BMW-Williams
25
Mark Webber
Australia
BMW-Williams
18
Giancarlo Fisichella
Italia
Renault
17
Ralf Schumacher
Týskland
Toyota
17
Michael Schumacher
Týskland
Ferrari
16
Juan Pablo Montoya
Kolumbia McLaren-Mercedes
16
Rubens Barrichello
Brasil
Ferrari
15
David Coulthard
Stórabretland
Red Bull
15
Alexander Wurz
Eysturríki McLaren-Mercedes
6
Jacques Villeneuve
Kanada
Sauber-Petronas
5
Pedro de la Rosa
Spania
McLaren
4
Christian Klein
Eysturríki
Red Bull
3
Felipe Massa
Brasil
Sauber-Petronas
2
Vitantonia Liuzzi
Italia
Red Bull
1
Bilar
Merki
stig
Renault
76
McLaren
53
Toyota
44
BMW-Williams
43
Ferrari
31
Red Bull
19
Sauber-Petronas
7
ði við aftur í Istanbul