týsdagur 31. mai 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 31. mai 2005
35
VB misnýtti brots-
sparkið, tá ið teir
høvdu møguleikan at
fáa um endan á Skála,
og so endaði tað heilt
galið hjá vágbingum,
sum grundlógardag
hava 100 ára stovn-
ingardag
SKÁLA-VB
Jóannes Hansen
VB verður hundrað grund-
lógardag. Tað er nú sunnu-
dagin 5. juni. Síðsta sunnu-
dag varð staðfest, at stóra
dagin verður VB at finna á
afasta plássinum í bestu
deildini. Tað varð greitt,
eftir at vágbingar enn eina
ferð løgdu rygg til tap.
Hesa ferð var tað á Skála,
har teir fyrr í vár megnaðu
at vinna 1-0.
Hesa ferð var stóri trup-
ulleikin hjá VB tann sami,
sum hann so ofta hevur
verið í undanfarnu umfør-
unum. Teir kendu ikki sína
vitjunartíð, tá ið teir høvdu
stórar møguleikar at gera
mál. Gongdin í sambandi
við risa stóra VB møgu-
leikan var tann, at Milan
Kulic, sum áður hevur
verið sera tryggur úr ellivu
metrum, sendi brotsspark í
stólpan aftanfyri Vlada
Filipovic. Dómarin hevði
peikað á ellivu metra blett-
in, eftir at Símun Samuel-
sen, sum í útgangsstøðuni
var einsamallur á VB topp-
inum, var farin um koll í
nærdysti við Skála mið-
verjan Rúna Rasmussen.
Í sekundunum eftir, at
Milan Kulic hevði sent í
stólpan, varð lagnan hjá VB
á Skála meiri ella minni
staðfest. Heimaliðið fór í
skjótt mótálop, og meðan
vágbingarnir sjálvandi iðr-
aðu seg so miriliga um, at
tað ikki hevði eydnast at
javna til 1-1, varð innlegg
lagt flatt úr høgru. Jónhard
Frederiksberg og 300 dyst-
ar jubilarurin í VB málin-
um,
Bjarni
Johansen,
royndu eftir bóltinum, uttan
at tað eydnaðist teimum at
fáa fatur á honum. Men tað
eydnaðist hjá miðvallaran-
um í vinstru, Hanusi Thor-
leifsson, sum var komin
framvið og stýrdi bóltinum
í málið, og so var hálvur
tími farin og 2-0 til heima-
liðið.
Skála var omaná fyrstu
løtuna, og landsliðsspælar-
in Jónhard Frederiksberg
hevði beinanvegin stóran
møguleika at gera mál, men
tað kiksaði hjá honum. Tá
ið eitt korter var farið, var
tað Bogi Gregersen, sum
setti hol á og harvið enn
eina ferð vísti, at hann
hevur ógvuliga gott tev at
vera á rætta staðnum í júst
røttu løtuni.
Eftir hornasparksinnlegg
úr vinstru og nakrar ferðir
aftur og fram í brotsteigin-
um eydnaðist tað Boga at
seta bóltin í VB málið, og
so var 1-0. Tá tóktist mót-
brekkan longu tung hjá
vágbingum, og hon gjørdist
eyka brøtt, tá ið teir høvdu
søplað brotsspark og mót-
støðuliðið
í
snarálopi
høvdu økt til 2-0.
Men hóast mótgongdina,
og hóast tað hevur hilnast
illa og teir vóru sperdir, so
vístu vágbingar góðan mor-
al, og tað tóktist vera endin
á bjargingarlínuni, tá ið tað
dygst undan steðginum
eydnaðist teimum at minka
um munin til 2-1. Hetta var
lítla løtu eftir, at skálamenn
høvdu verið noyddir at taka
Bjarna Jørgensen av vøll-
inum.
Uppspælið var í vinstru.
Spælt var til Milan Kulic,
sum aftur spældi til Dan
Djurhuus. Hann sendi góða
skotroynd
móti
Skála
málinum, og endiliga eydn-
aðist tað VB at fáa mál -
fyri sættu ferð í ellivu
landskappingardystum.
Spenningur mest sum
alla tíðina
At VB bara ein minutt und-
an steðginum hevði minkað
um munin til eitt mál bar
við sær, at tað alla tíðina í
seinna
umfarinum
var
spenningur í. Tað var tætt á
miðvøllinum, har talan var
um nógvar nærdystir, og
dómarin kendi seg noyddan
til ikki færri enn sjey ferðir
at taka gula kortið úr
lummanum.
Sum tíðin leið spenti VB
álopsbogan alt meiri, og tað
bar møguleikar í báðum
endum við sær. VB trýsti
fyri at javna, og skálamenn
tóku seg aftur ella vórðu
kroystir longri aftur á
vøllin. Jónhard Frederiks-
berg var einsamallur á
toppinum, og heimaliðið
royndi við longum sending-
um fram til hansara í vón
um, at hann skuldi gera mál
og harvið punktera upp-
gerðina. Arnhold Berg,
sum í heyst var evni til
verjuleiklut á landsliðnum,
og sum ikki hevur spælt
fótbólt í langa tíð orsaka av
korssbandsskaða, var síðstu
tjúgu minuttirnar á vøllin-
um í staðin fyri Boga Greg-
ersen. Tað boðar væl frá,
hvat tað var, sum tað snúði
seg um hjá Skála.
VB var nær við og næst-
an, men tað var Skála, ið
fekk málið, sum fýra min-
uttir undan dystarenda tók
spenningin burtur og sum
sendi VB á aftasta plássið.
Enn eina ferð var tað
evnaríki Hanus Thorleifs-
son, sum hevur fingið
nógva spælitíð í ár, sum var
meistari
fyri
málinum.
Hesa ferð var talan um fínt
langskot uttanvert brots-
teigarmarkið. 3-1 til Skála,
sum styrkti um sína støðu á
heiðursmerkjaplássinum,
meðan vágbingar fóru til
hús við 10. plássinum í við-
førinum.
Fyrsta royndin at sleppa
burturúr óførinum verður
annan sunnudag, tá ið B36
fer at vitja á Vágseiði.
Síðani B36 fyrr í vár vitjaði
á Vágseiði og fór við øllum,
hava vágbingar roynt seg
fimm ferðir. Teir hava bara
fingið stig á Eiði, har teir í
evstu løtu mistu sigurin.
Marginalirnir hava ikki
verið við, kunnu teir á
Vágseiði staðfesta, tá ið teir
sunnudagin fara at minnast,
at tað nú eru hundrað ár
síðani, at VB varð stovnað.
Skála-VB 3-1 (2-1):
Hundrað ára gamal á botninum
VB royndi at spenna álopsbogan seinastu løtuna, men tað nógva av spælinum gekk framvegis fyri seg á miðvøllinum
Mynd: Bárður
Skála-VB 3-1 (2-1)
1-0: Bogi Gregersen 15.
2-0: Hanus Thorleifsson 30.
2-1: Dan Djurhuus 44.
3-1: Hanus Thorleifsson 86.
Dómari: Georg N. Rasmussen
Skála: Vlada Filipovic – Jenel Christian Gorgonaru,
Rúni Rasmussen, Milic Curcic, Iulian Florescu –
Bjarni Jørgensen (Rói Jacobsen, 40.), Pætur Dam
Jacobsen, Nenad Stankovic, Hanus Thorleifsson –
Bogi Gregersen (Arnhold Berg, 70.), Jónhard
Frederiksberg
Gult kort: Nenad Stankovic, Jenel Christian
Gorgonaru, Pætur Dam Jacobsen, Hanus Thorleifs-
son, Arnhold Berg
VB: Bjarni Johansen – Mortan úr Hørg, Mikael í
Lágabø, Anders Sørensen, Súni úr Hørg (Jón Kross-
lá Poulsen, 89.) – Dan Djurhuus, Jákup F. Olsen,
Poul N. Poulsen (Jakob Skaaning, 80.), Milan Kulic,
Nenad Zivanovic – Símun Samuelsen
Gult kort: Mikael í Lágabø, Anders Sørensen
FAKTA UM DYSTIN