týsdagur 31. mai 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 100 - 31. mai 2005
Miðvágs-
Sandavágs skúli
Vegna farloyvi, lækkað tímatal, avlopstímar og
næmingar við serligum tørvi verða hesi lærarastørv
lýst leys at søkja.
Tíðaravmarkað til skúlaárið 2005/2006:
• 1 fulltíðarstarv (umsøkjari, ið kann undirvísa í
ítrótti/svimjing dreingir hevur fyirmun).
• 1 fulltíðarstarv.
• 1 starv sum sergreinalærari 6 t/v at undirvísa í
motorlæru.
• 1 starv sum sergreinalærari 4 t/v at undirvísa í
sjóvinnu.
Størvini verða lønt sambært sáttmála millum
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
• 1 starv sum stuðul 15 t/v.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um størvini frá skúlastjóranum á
tlf. 332820 ella 218820.
Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í
seinasta lagi mánadagin 6. juni 2005.
Skúlastýrið fyri
Miðvágs-Sandavágs skúla
V/Bjørn Akselsen
Hammersheimbsvegur 20
FO 360 Sandavágur
Fólk søkist
– Feriuavloysarar pr. 1. august.
– Fast starv pr. 1. august.
– Kvøldvaktir, at byrja skjótast gjørligt.
Umsókn verður at senda til:
Pf. Frants Restorff
Tórsgøta 13 · Postsmoga 41
110 Tórshavn · Tlf. 31 10 60
Sumbiar skúli
Vegna farloyvi verður søkt eftir lærara í tíðaravmark-
að starv skúlaárið 2005/2006. Starvið er umleið 10
tímar.
Umsøkjari,sum kann undirvísa í svimjing,hevur fyri-
mun.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum
18.1-27.1.
Meira fæst at vita um starvið hjá fyrstalæraranum á
tlf.370666 ella 373875.
Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í seinasta
lagi 14.juni.
Skúlastýrið fyri Sumbiar skúla
v/ Eyðvør Müller · tlf.370077
970 Sumba
Varaleiðari
Søkt verður eftir varaleiðara til ein stovn við 30
børnum í aldrinum 3-7 ár. Starvið er 30 tímar um
vikuna á einari stovu við 15 børnum.Ætlandi verður
starvið sett 1.august 2005 annars eftir nærri avtalu.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Starvið er lønt á lønarstigi 11-17.
Nærri upplýsingar um starvið og stovnin fáast við
at venda sær til leiðaran.
Umsókn saman við avritum av prógvi og viðmæl-
um verður at senda stovninum í seinasta lagi miku-
dagin 15. juni 2005.
Barnagarðurin Vípan
Vípuvegur 3
100 Tórshavn
Tlf. 31 75 35
E-mail: bg-vipan@post.olivant.fo
P/F FØROYA
LÍVSTRYGGING
Val av 5 umboðum at røkja áhugamál
tryggingartakarans, meðan P/F Føroya
Lívstrygging verður einskild.
Vinnumálaráðið hevur heitt á P/F Føroya Lívstrygg-
ing um at skipa fyri einum vali, har 5 persónar, sum
eru tryggingartakarar hjá P/F Føroya Lívstrygging,
verða valdir at umboða tryggingartakararnar í sam-
bandi við,at P/F Føroya Lívstrygging skal einskiljast.
Allir tryggingartakarar hjá P/F Føroya Lívstrygging
hava valrætt og kunnu stilla upp sum umboð og
vera stillarar.
Hvør kann gerast umboð
Øll, sum eru tryggingartakarar hjá P/F Føroya Lívs-
trygging, kunnu stilla upp til valið. Um tú ynskir at
stilla upp sum umboðsfólk, skalt tú boða frá hesum
skrivliga til P/F Føroya Lívstrygging, Postboks 206,
110 Tórshavn, í seinasta lagi tann 6. juni 2005.
Fyri at kunna stilla upp til valið, skalt tú hava undir-
skriftir frá 15 stillarum.Øll,sum eru tryggingartakar-
ar hjá P/F Føroya Lívstrygging, kunnu verða stillarar.
Ein persónur kann bert vera stillari hjá einum val-
evni, og einans eitt valevni kann vera á hvørjum
uppstillingarlista.
Núverandi og fyrrverandi stjórar, starvsfólk á P/F
Føroya Lívstrygging og teirra hjúnafelagar ella sam-
búgvar, kunnu ikki veljast sum umboðsfólk. Eingin
kann virka sum umboð, um tey eru sett í starv ella
arbeiða hjá fyritøkum, sum eru kappingarneytar hjá
P/F Føroya Lívstrygging.
Tá ið P/F Føroya Lívstrygging hevur fingið fráboðan
frá tryggingartakarum, sum ynskja at stilla upp til
val sum umboðsfólk, verður lýst í bløðunum, hvørji
valevnini eru og tíðarfreistirnar fyri, nær atkvøðu-
seðil kann umbiðjast og nær hann skal vera skriv-
stovu felagsins í hendi.
Tórshavn, tann 23. mai 2005
P/F FØROYA LÍVSTRYGGING
Blákollan søkir eftir
námsfrøðingum
Blákollan er ein kommunalur stovnur, normeraður
til 40 børn.
Søkt verður eftir:
1 námsfrøðingi 35 tíma viku at byrja 15. august
1 námsfrøðingi 30 tíma viku at byrja 15. august
1 námsfrøðingi 30 tíma viku at byrja 01. august fyri
námsfrøðing í barnsburðarfarloyvi.
Størvini eru í barnagarðsstovu.
Vit kunnu bjóða:
• Ein stovn í menning, har tú fært møguleika, at
seta dám á gerandisdagin.
• 40 fitt børn, íð fegin vilja verða kreativ saman við
tær.
• Ein góðan foreldrabólk.
• Eitt foreldraráð, íð er opið fyri nýhugsan.
• Ein ráðleggingardag um árið.
• Eitt starvsfólkavikuskiftið, um árið.
Vit vænta av tær:
• At tú hevur góð samstarvsevni.
• At tú ert álítandi og tekur ábyrgd.
• At tú dugir at arbeiða sjálvstøðug (ur).
• At tú dugir at møta børnunum á teirra støði.
• At tú hevur yvirblikk.
• At tær dámar at brúka náttúruna sum ein part av
arbeiðinum.
Lønar og setunarviðurskifti eru sambært sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið.
Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk
sett í tíðaravmarkað starv.
Umsókn og prógv við møguligum viðmælum skulu
vera Blákolluni, Kjalarvegur 30, 700 Klaksvík í hendi
í seinasta lagi 15. juni 2005.
Meira fæst við at venda sær til leiðaran Eydnu
Frederiksberg, tlf. 458866 ella 227347.
Blákollan
Kjalarvegur 30
700 Klaksvík
Hvalbiar skúli
Lýst verður eftir lærara til tíðaravmarkað starv
skúlaárið 2005/2006 at lesa avlopstímar.
Starvið er uml. hálva tíð og fevnir m.a. um dreingja-
fimleik, tekstviðgerð í 8. og 9. flokki og flokslærari í
2. flokki.
Starvið verður lønt eftir avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18-1
til 27-4.
Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í
seinasta lagi týsdagin 14. juni 2005.
Hvalbiar skúlastýrið
v/ Róin Schrøter, formaður
850 Hvalba