Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 31. mai 2005 37 Tvingsilssøla Fríggjadagin 24. juni 2005, kl. 13.00 verður á Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin tving- silssøla yvir bygning á matr. nr. 90d, Svínoy. Ognin er ein virkis- bygningur 544 m2 til støddar í einari hædd, gjørdur úr timbri og betong og taktur við icopal. Bygningurin stendur á leigaðum øki og hevur verið nýttur til smoltframleiðslu. Til bygningin hoyra rakstrargøgn. Sølan er umbiðin av Christiani Andreasen, advokati, Fr. Peter- sensgøta 9,Tórshavn, tlf. 311145 (j.nr. 20040777), sum kann geva upplýsingar og sum nærri avtala kann gerast við, um ynskt verður at síggja ognina. Áhugað kunnu eisini síggja søluuppstilling og onnur skjøl í sam- bandi við tvingsilssøl- una við at venda sær til Føroya Fútarætt. Føroya Fútarættur hin 27. mai 2005 Almennur fyrilestur um demens Fríggjakvøldið 3. juni kl. 19.00 heldur viðurkendi ergo- og familjuterapeuturin Jane Verity almennan fyrilestur undir heitinum: »Lær at síggja við hjartanum«. Fyrilesturin verður í hølunum hjá Føroya Tele, Klingran 5, Hoyvík. Kostnaður 50 kr. Øll eru vælkomin. Alzheimerfelagið Neytamykju- kappingin hjá Alzheimerfelagnum Hesir seðlar hava vunnið: nr. 1059, 1060, 1099 og 1100.Vinningarnir,ið eru 1 oksafjórðingur til hvønn seðil, fáast við at ringja 313102 ella tlf. 260358. Alzheimerfelagið takkar hjartaliga fyri stuðulin. Nevndin Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 3820, P/F Shin Nihon Farming, 530 Fuglafjørður. Nevnd: Farin úr nevndini: Bogi Nielsen, 530 Fuglafjørður (nevndarlimur) Innkomin í nevndina: Odd Eliasen, Mørkin 8, 530 Fuglafjørður (nevndarformaður) Farin frá sum nevndarformaður: Justinus Leivssonur Justinussen, 480 Skáli Stjórn: Farin frá sum stjóri: Bogi Nielsen, 530 Fuglafjørður Innkomin sum stjóri: Bogi Jacobsen, Miðrás 5, 100 Tórshavn Skráseting Føroya tann 27. mai 2005 Kristin Balle _______________________ Starv sum bókhaldari leyst at søkja Fyri ein av kundum okkara søkja vit eftir fólki at starvast í bókhaldinum. Talan er fyribils um eitt hálvtíðarstarv við møguleika fyri at starvið verður fulltíðarstarv seinni. Vit kunnu bjóða tær eitt avbjóðandi starv innan eitt øki í støðugari menning. Vit vænta at tú hevur royndir innan bókhalds- arbeiði og kunnleiki til Concord forrit er ein fyri- munur. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Atla Klein Olsen á tlf. 318903 ella rannteld@post.olivant.fo Skrivlig umsókn skal vera RannTeld í hendi í sein- asta lagi mánadagin 13.juni 2005.Send umsóknina til Sp/f RannTeld, M. Heinasonargøta 23, 1. hædd, Postrúm 205, 110 Tórshavn. Sp/f RannTeld er eitt bókhaldsvirkið í sera stórari menning, ið mill- um annað átekur sær av at føra bókhald fyri størri og smærri virkir og fyritøkur, bæði privat og partafeløg, at ráðgeva í bókhalds-, MVG- og skattaspurningum, at innkrevja skuld og mangt annað tílíkt. Á RannTeld eru í løtuni 4 fólk, sum arbeiða við nýmótans tólum og forritum, og altíð eru fús til at átaka sær uppgávur innan nevndu økir.