fríggjadagur 28. januar 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 19 - 28. januar 2000
24
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 19 - 28. januar 2000
Bókaummæli:
Zacharias Wang: Føroyar
á vegamóti; Forlagið
Stiðin, Tórshavn 1999.
Mæti týski rithøvundurin,
Heinrich Bøll, sigur frá
upplivingum sínum, tá ið
hann var byrgdur inni í eini
hermannalegu eftir seinna
heimsbardaga. Hann
varnaðist, at týskarar
knappliga vóru farnir at
hava ans fyri skemtisøgum
— í øllum førum tá ið
útlendingar bóru tær fram.
Ja, sjálvur Egelhect flenti,
tá ið ameriski kapteynurin,
sum stóð á odda fyri leguni,
peikaði á píkatráðin og
mælti: “Hatta skulu tit einki
leggja í, boys. Nú eru tit
endiliga fríir.”
Avmarkað fólkaræði er
andsøgn í sjálvum sær. Ein
skipan við fólkaræðiligum
eyðkennum, sum er gald-
andi á serstøkum sam-
felagsøkjum, og sum er sett
í verk onkustaðni úr erva
niður yvir eina tilvitaða
tjóð, kann ongantíð skírast
fólkaræðilig.
Umfatandi og dýrar
kanningar, sum føroyski
skattgjaldarin hevur goldið,
viðgera ikki spurningin, um
Føroyar eru innlimaðar í
danska ríkið, nær tað er
hent — ella um heilt onnur
skipan er galdandi.
Hvítabók tekur upp mong
spennandi viðurskifti, men
tá ið um fyrrverandi og
núverandi ríkismørk
føroyinga ræður, kemur
Hvítabók til, at ymisk
sjónarmið eru um hetta
mál, og niðurstøða er
eingin. Nú hevur ein borg-
ari, sum hartil er stjórn-
málafrøðingur, granskað
hetta ivamál í mong ár, og
tað tykist, sum tað eydnast
at greiða fleiri og fleiri
søguligar og stjórnmála-
frøðiligar fløkjur við at
byggja á hugsan hansara.
Fyri jól gav hann út bók, ið
greiðir frá broytingum í
ríkismørkum føroyinga og
broytingum í stjórnarskipan
- frá landnámi til henda
dags. Men áðrenn nortið
verður við innihaldið, er
neyðugt at víðka samfel-
agsvísindaliga rásarúmið.
Stjórnmálafrøði
og stjórnarmál
At ummæla fagrar bók-
mentir er ikki tað sama sum
at ummæla vísindaligar
ritgerðir. Ein sum ummælir
eitt yrkingasavn tekur støðu
til úrtøkilig og fagurfrøðilig
fyribrigdi; men ein sum
ummælir vísindaliga ritgerð
verður at taka støðu til
viðurskifti, sum eru meiri
ítøkilig: Er ivamálsorðingin
rímilig, tekur rithøvundurin
upp tey týdningarmestu
vandamál, sum teingjast
evninum, og viðger hann
tað, sum aðrir rithøvundar
hava skrivað um evnið? Eru
niðurstøðurnar grundaðar á
skilvísa viðgerð av
ivamálsorðingini og vísind-
aligar próvgrundir? Hóast
vísindaliga ritgerðin lýkur
allar treytir, er ikki vist, at
niðurstøðurnar verða tiknar
til eftirtektar, men tað er
heilt annað mál. Um ein
lækni, sum starvast á rann-
sóknardeildini hjá eini
tubbaksfyritøku, skrivar
eina vísindaliga ritgerð, ið
prógvar at tubbakk er sera
skaðiligt fyri heilsuna og
drepir milliónir av fólki,
fær tað helst onga aðra
avleiðing enn, at hann
verður sagdur úr starvi.
Men harvið eru niðurstøður
hansara ikki vístar aftur.
Vísindaligt starv er nú so,
at tað skal bera til at kanna,
um próvgrundir og
niðurstøður eru skeivar.
Hagar til at gjørdar
niðurstøður eru mót-
prógvaðar á sama skilvísa
hátt, verða vit at góðkenna,
at tær eru galdandi.
Ríkisstjórn við gomlum
norskum heimildum
Í bókini “Føroyar á vega-
móti” verður endaliga
prógvað, at Føroyar vóru
partur av Noregs ríki frá
einaferð í miðøld til 1814.
Hetta vikast ikki, tí millum-
tjóðadómstólurin í Haag
hevur dømt, at so var.
Føroyingar, sum føddur
vórðu fyri 1814, vóru tí
norskir ríkisborgarar. Mill-
umtjóðadómstólurin dømdi
eisini, at viðurskifti
føroyinga við kong broytt-
ust ikki við friðarsátt-
málanum í Kil 1814, tá ið
medborgarar okkara í
Noregi gjørdust borgarar í
nýggjum ríki. Um føroy-
ingar eftir hetta skuldu
gerast danskir ríkisborgarar
uttan at samtykkja hetta
sjálvir, so máttu teir søkka
niður á hjálandastig og
missa rættindi síni fyrst, og
síðani skuldi danska ríkið
einvíst havt innlimað
Føroyar og føroyingar —
men tað finst einki prógv
fyri, at hetta er farið fram.
Føroyingar hildu tí áfram at
vera ríkisborgarar undir
kongi sínum.Føroya Amt,
sum varð sett á stovn 1816,
hvíldi trygt á gomlum
norskum heimildum, og tá
høvdu Føroyar eisini verið í
amtsskipanini í væl meiri
enn hundrað ár – bara uttan
at vera serstakt amt. Tá ið
eingi prógv eru at finna fyri
einum uppáhaldi, so ber til
at reka fram undir.
Ríkisstjórnin hevur ført
fram slíkt, ið er satt, uttan
at seta tað í rætt høpi. T.d.
verður sagt, at Danmarks
Riges Grundlov er galdandi
í Føroyum, og at
ríkisrættarliga støða Føroya
er ásett í henni og í
heimastýrislógini. Zachar-
ias Wang er samdur í
hesum, men hevur greiða
niðurstøðu: Grundlógin og
heimastýrislógin eru gald-
andi í Føroyum sambært
gomlum norskum heimild-
um, ið liggja hjá einaveld-
iskongi. Báðar eru dømi
um, at einaveldiskongur
hevur slakað fyri fólka-
ræðihugsanini á ávísum
samfelagsøkjum — tó uttan
at fólkaræði varð sett á
stovn – og tær broyttu tískil
einki ríkismark.Tí er tað
skeivt, sum embætismenn í
Føroyabólkinum hjá
forsætisráðnum førdu fram
undir krígnum, at danska
grundlógin fekk gildi í
Føroyum 5. juni 1849
(samstundis sum í danska
ríkinum), tí Føroyar longu
vóru partur av danska
ríkinum. Nei, hon var ikki
galdandi fyrrenn 1850, tá ið
einaveldiskongur læt
embætismenn sínar lýsa
hana her — og tá sum lóg,
ikki grundlóg. Og
heimastýrislógin varð ikki
galdandi í Føroyum, tá ið
hon varð lýst í danska
ríkinum, men tá ið kongur
læt embætismenn sínar lýsa
hana í Dimmalætting –
v.ø.o. hesumegin
ríkismark.Tá ið Fólkaítakið
fyri Tjóðfundi setti fram
krøv um fult fólkaræði, læt
einaveldisstovnurin (tá sum
nú er suverænurin Margreta
drotning) donsku
ríkisstjórnina taka uppaftur
áðurnevndu sjónarmið síni,
sum eru røtt; men
ríkisstjórnin sýtti fyri at
svara spurninginum um
grundleggjandi heimildir-
nar. Hetta hendi 14. sep-
tembur 1995, og tað førdi
okkum út í eina konstitutio-
nella kreppu.Danska
ríkisstjórnin við Poul Ny-
rup Rasmussen á odda
hevur mestsum tikið eina-
veldisdrottin av ræði og er
løgst á heimildir hansara.
Heimildirnar hjá øllum
forsætisráðharrum í Keyp-
mannahavn viðvíkjandi
Føroyum hava verið norsk-
ar, og teir hava nýtt tær,
uttan tó at nevna tær at
navni. Poul Nyrup Ras-
mussen er hin fyrsti forsæt-
isráðharri, sum beinleiðis
vísir frá sær føroyskum
krøvum, ið vísa til hesar
norsku heimildir hansara.
Føroyska sjálvstýrisrørslan
hevur tískil skotið við
síðuna av málinum mesta
partin av síni tíð, og
Fólkaítakið fyri Tjóðfundi
má sigast at vera eitt nýbrot
í føroyskum stjórnarmálum.
Fólkaræði sumhugmynd
Nú á døgum er fólkaræði
so grundfest hugmynd í
samfeløgum um okkara
leiðir, at eingin stjórn kann
liva við at fáa tað skoðsmál,
at hon ger seg inn á hesa
hugmynd. Bókin hjá
Zachariasi Wang er ein
serstakliga álvarsom ákæra
frá einum borgara móti
myndugleikunum í
føroyska samfelagnum,
báði í Keypmannahavn og
Tórshavn. Ein ákæra um, at
hesir myndugleikar á
grundleggjandi hátt gera
seg inn á fólkaræðihug-
myndina og rættindi borg-
aranna.Bókin “Føroyar á
vegamóti” er ein stórur
steinur oman á ta tungu
byrði, sum liggur á donsku
ríkisstjórnini. At hugsa sær:
krevja valdið í føroyska
samfelagnum — og sýta
fyri at leggja fram prógv!
Skal hatta vera lagið, tá
kann einhvør onnur
ríkisstjórn koma við sama
kravi, og tá livir bara hvør,
sum sterkastur er. Bókin
setir eisini krøv til
sjálvstýrissamgonguna og
flokkarnar aftan fyri hana.
Hví skulu vit borgarar nú
fara at stovna nýtt ríki,
soleiðis sum samgongan
vil? Hetta er sum at fara
yvir um á eftir vatni, tí
trupulleikin er ikki ríkis-
markið mótvegis danska
ríkinum, soleiðis sum
sjálvstýrisrørslan hevur
hildið. Trupulleikin er, at
vit borgarar ikki hava
fólkaræði, og at tað full-
veldi, sum varð latið kongi
fyri øldum síðani, er endað
í hondunum á donskum
tjóðskaparmonnum. Nútím-
agjørda einaveldisskipanin
virkar ikki longur, tað
nyttar einki at dagføra hana
— vit mugu hava nýggja
skipan. Vónandi er hetta
tað, sum samgongan fer at
føra fram í samráðingunum
við ríkisstjórnina í
Keypmannahavn. Heilt
einfalt eigur hon at fara
niður eftir teimum gomlu
norsku heimildunum og
stovnseta føroyskt fólka-
ræði — ikki eitt nýtt ríki.
Og sambandsmenn og
javnaðarmenn eru eisini
komnir illa fyri av bók
Zachariasar. Teir tykjast
føra fram, at Føroyar eru
innlimaðar í danska ríkið,
og at samgongan nú skal
skræða Føroyar leysar. Teir
krevja kvalifiseraðan
meiriluta. Men her hava
sambandsmenn og javnað-
armennn sama trupulleika
sum forsætisráðið í Keyp-
mannahavn: Borgarin
krevur, at tit vísa á, ja,
prógva nær, hvar og hvussu
henda innliman er farin
fram. Megna tit tað ikki,
eru tað tit sum vilja broyta
grundleggjandi ríkismørk
og innlima okkum í danska
ríkið. Tað krevur undir
øllum umstøðum
kvalifiseraðan meiriluta.
Uppskot sambands- og
javnaðarmanna fáa valla
undirtøku frá 75% av
føroyingum, og so er bara
ein møguleiki eftir at
fremja tey: at halda áfram
at vanvirða
fólkaræðihugmyndina.
Miðflokkurin er nýggjur
flokkur, og tí man vera
lættari hjá honum enn
øllum hinum at gera
borgarunum greitt, hvar
hann stendur í hesum máli.
Loksins mugu vit borgarar
rannsaka okkum sjálvar og
tey, sum hava sitið við
umboðsvaldi í Føroyum
uttan at skilja ella
viðurkenna, hvør ið
veruliga skipanin var. Vit
mugu gera okkum greitt, at
samfelagsmoralur er
týdningarmesta fortreyt fyri
fólkaræði.Yvirhøvur ber til
at seta fram hesa
meginreglu í tí Harrans ári
2000: Er fólkaræði veru-
leiki, so er fremsta politiska
uppgáva borgarans at taka
lut í kjakinum um at áseta
og býta samfelagsvirði;
men er tað ikki, má fremsta
politiska málið vera at
fremja fólkaræði.Eitt nýtt
støði undir føroyskari
nútíðarsøgu. Sum eg dugi
at síggja, er tað, sum
Zacharias Wang hevur lagt
fram í bók síni, bara eitt
støði undir víðari
gransking. Tað eru óteljandi
leysir endar, sum
rithøvundurin hevur valt at
lata hanga eftir. Hann hevur
avmarkað evni sítt og kann
tí ikki svara øllum
spurningum; men tað er
eingin ivi um, at niður-
støður hansara eru higartil
besta grundarlagið fyri at
skriva politisku nútíðarsøgu
Føroya. Sumt av tí, ið
verður viðgjørt í bókini,
eigur eisini at elva til víðari
kjak. T.d. ber til at spyrja,
um kongur hevði loyvi til at
taka aftur vald, sum hann
hevði givið føroyska
fólkinum í 1946. Tað kann
hugsast, at allar gamlar
skipanir vórðu tiknar av, tá
ið Føroya Løgting varð
upployst, og at
heimastýrisskipanin var
einvíst donsk. Tá er talan
um danska tvangsinnlim-
ing, og tað er sera álvar-
samt mál. Tó hetta má
danska forsætisráðið gera
greitt. So leingi tað ikki
verður gjørt, stendur út-
legging Zachariasar um
gomlu einaveldisheimild-
irnar sterkari.Eitt annað
mál, sum til ber at kjakast
um, er spurningurin, um
Grønland framvegis er
innan gamla norska ríkis-
markið saman við Føroy-
um. T.d. ber til at siga, at
inuittarnir ikki eru bein-
leiðis arvtakarar til ríkis-
borgaraskapin hjá norrønu
grønlendingunum. Um teir
verða mettir sum koloniser-
að fólk, sum er innlimað í
Danmørkina og hevur góð-
kent heimastýrisskipanina
við fólkaatkvøðugreiðslu,
so hoyra teir ikki við til
argumentatiónina hjá
Zachariasi. Hesum
spurningi verða teir sjálvir
at svara, men hetta ávirkar
ikki niðurstøðurnar við-
víkjandi ríkismarkinum
millum Føroya og Dan-
markar.Zacharias Wang
viðger sera leysliga fíggjar-
ligu viðurskiftini millum
Føroya og Danmarkar. Á
hesum øki liggur nógv og
bíðar eftir at vera grivið
fram og viðgjørt, so tað
kann verða, at okkurt av
hesum ikki er heilt rætt.
T.d. loyvi eg mær at ivast í,
um Føroyar hava verið
útreiðsla hjá ríkismyndug-
leikunum síðani 1877. Men
heldur ikki hetta vikar
høvuðsniðurstøðurnar í
bókini.Vit hava fingið eina
samanhangandi,
stjórnmálafrøðiliga lýsing
av støðu Føroya, sum á sín
hátt greiðir tey viðurskifti,
sum aðrar lýsingar hava
latið staðið sum andsagnir
ella barasta lopið um.
Ósamanhangandi og brot-
kenda útleggingin av stjórn-
arstøðu Føroya, sum
higartil hevur verið, hevur
nú loksins fingið ta avbjóð-
ing, sum í veruleikanum
átti at verið framsett fyri
langari tíð síðani. Tey, sum
bjóða seg fram til at hava
politiskt vald í føroyska
samfelagnum verða nú at
byggja út sjónarmið síni, at
mótprógva sjónarmiðum
Zachariasar — ella at taka
undir við teimum. Øllum
teimum, sum hava áhuga
fyri føroyskum
stjórnarmálum og sum ætla
sær at greiða atkvøðu á
komandi fólkaatkvøðu-
greiðslum og valum, fari eg
at mæla til at lesa hesa
spennandi og lættlisnu bók.
Øllum teimum, sum hava áhuga fyri føroyskum stjórnarmálum og sum ætla sær at
greiða atkvøðu á komandi fólkaatkvøðugreiðslum og valum, fari eg at mæla til at
lesa hesa spennandi og lættlisnu bók, sigur Sveinur Ísheim Tummasarson í ummæli
av bókini hjá Zacharias Wang: Føroya á vegamóti
— at prógva ella mótprógva
sjónarmiðum Zachariasar…
f. 30. juli 1980 d. 23. juni 1999
Sjey mánaðir eru nú gingnir síðani Petur Arni so brád-
liga doyði. At Petur Arni skuldi fara her frá, bert 18
ára gamal kom sera óvart á okkum. Ongantíð høvdu
vit hugsað tann tankan, at Petur Arni ikki skuldi blíva
gamal, hann, sum altíð var so fullur av lívi. At missa
teg góði Petur Arni, er so ómetaliga svárt, og lívið
verður ongantíð tað sama aftur. Men minnini um teg
kann eingin taka frá okkum, og tey eru bæði nógv og
góð.
Petur Arni kann ikki samanberast við nakran. Tað
sum var so serstakt við Petur Arna, var at hann altíð
var í góðum hýri og av tí sama, vóru øll so sera góð
við hann.
Nógvar góðar og stuttligar løtur, høvdu vit saman
við Petur Arna, bæði á arbeiðsplássinum og í frítíð-
ini. Har ið okkurt stuttligt fór fram, var Petur Arni,
altíð mitt í rokanum. Eisini kann sigast um Petur
Arna at hann var altíð nemmur at tosa við bæði til
stuttleika og í álvara. Petur Arni var væl dámdur
allastaðni, bæði av ungum og gomlum. Ongantíð vilja
vit gloyma teg og tær góðu løturnar, vit fingu saman
við tær, men goyma hvørja einstaku løtu saman við
tær væl í hjørtum okkara.
Tá vit fylgdu tær til títt seinasta hvíldarstað her á
foldum, sást týðuliga á tí stóra skaranum, hvussu nógv
vóru góð við teg og fóru at sakna teg.
Góði Petur Arni takk fyri alt tú vart í okkara lívi.
Guð signi minnið um Petur Arna.
Jana, Herdis og
Niels Pauli
Til minnist um
okkara góða vin
Petur Arna
Jacobsen
Viðmerkingar:
Fundur um Fibromyalgi - og fundur um at stovna Fibromyalgi-bólk
Fibromyalgi
Hin 22. apríl 1999 skipaði
Giktafelag Føroya fyri fyri-
lestri um fibromyalgi. Í hes-
um sambandi varð avrátt at
skipa fyri einum fibromy-
algi-bólki, ið skal virka inn-
an karmarnar hjá Giktafelag
Føroya.
Giktafelagið fer í næstum
at skipa fyri, at ein bólkur
verður settur á stovn, ið skal
virka innan karmarnar hjá
Giktafelag Føroya.
Giktafelagið fer í næstum
at skipa fyri, at ein bólkur
verður settur á stovn, ið ætl-
andi skal arbeiða sjálvstøð-
ugt við fibromyalgi innan
karmarnar hjá Giktafelag
Føroya.
Fundur um at skipa Fibro-
myalgi-bólki verður hin 5.
februar, kl. 14.00 í MBF-
húsinum, Íslandsvegur 10,
Tórshavn. Filmurin »At
leve med Fibromyalgi«
verður vístur.
Fibromyalgi er kronisk,
ikki sjónlig sjúka, ið serliga
rakar kvinnur í 30-40 ára
aldri (08-90%). Menn og
børn kunnu eisini fáa sjúk-
una.
Sjúkan er kend undir
nógvum ymiskum heitum.
Í Føroyum verður sjúkan
ofta nevnd »Myosis Variae«
ella »Vøddagikt«. Sjúkan
kann eisini hava heitið
»Myofibrositis«, »Myalgi«,
»Fibrositis« ella hava annað
heiti.
Orsøkin til sjúkuna er
ókend.WHO klassifiserar
sjúkuna undir giktasjúkum.
Mett verður, at títtleikin av
sjúkuni er uml. 1-2%.
Sjúkan er torfør at greina,
tí at sjúkraeyðkennini eru
nógv og spjødd. Aðal-
sjúkraeyðkenni er kronisk
pína í liðum og vøddum, í
øllum
kropspørtum
og
kronisk møði.
Pínan er svíðandi og
brennandi. Húðin er eym og
følsom, sum um hon er sól-
skoldað.
Kroppurin kennist sum
»blýggj«, og rørslurnar eru
»trekar«, hetta kennist ser-
liga ringt um morgunin.
Sjúkueyðkenni eru:
Vøddapína
(brennandi/
svíðandi)
Viknaðir vøddar (vødda-
megin er í miðal uml. 30%
lægri enn hjá frískum fólki)
ovurviðkvæm húð
troyttheit
svøvnloysi
svimbul
høvuðpína
sjónarólag
ljóðviðkvæmi
hjartabankan/hitaherðindi
leyst/hart lív
prikan og stingan í húðini
konsentratiónstrupulleikar/
og vánaligt stutttíðarminni
(serliga í sambandi við
overving)
lætnan/fitnan
ampi/strongd.
Viðgerð
Munadygg viðgerð, heili-
vágur ella annað, finst ikki.
Roynt verður at linna pín-
una við ymsum pínuheili-
vági, viðgerð í heitvatns-
hyli, akupunktur og annað
mangt.
Læra at leggja lívið
um
Við tað at sjúkan er kronisk
og gevur varandi avmark-
ingar í gerandislívinum, og
av tí at lekidómur ikki finst,
er sera umráðandi at duga
at »leggja lívið um« - at
finna nýggja javnvág í ger-
andisdegnum.
Vit hava leingi lukkuliga
gloymt, at nakrar prentaðar
síður, sum rópa seg Dag-
blaðið, hava verið spjaddar
sumstaðni kring landið.
Skrivi- og talufrælsi hava
vit tíbetur, og tað skal vera
teimum væl unt, ið tíma at
lesa síðurnar.
Sum vit hava frætt, er so-
nevndi skemtiteigurin sum
í gomlum døgum. Har verð-
ur tað sagt, ið ongin vil
leggja navn til. Tað ger nú
heldur onki, um talan er um
skemt við viti og broddi.
Tíverri hava vit frætt, at
gamla sjúkan við at speireka
fólk vegna rasu, kropslig
ella sálarlig brek ella vegna
óhepnar lívsumstøður, held-
ur fram.
Væntandi var tað tí eisini,
at skaðafrøi um óhapp hjá
øðrum fór at halda fram
sum í gomlum døgum. Ikki
minst nú ein tjóðveldisting-
maður var fyri óhappi, sum
tíbetur - vegna framúr góð-
an sjómansskap — ikki
gjørdist ein sorgarleikur. At
prik koma millum fólk og
samanberingar við politikk-
in, var væntandi. Tað hevur
sína sjarmu, sum ongin eig-
ur at taka sær tykni av, tí
tað er neyvan illa meint.
Men at seta slíkt uppá prent
sigur okkum mest um tey,
sum skriva.
Tá so umframt ta einføldu
skaðafrøina verður borðreitt
við beinleiðis óndsinnaðum
lygnum undir heitinum
skemt, eiga vit at tala at. Vit
mugu bara staðfesta: Gott
at hetta eru undantøkini, og
at hetta landið eisini hevur
fostrað onnur fólk. Sum
kenna markið millum álvara
og skemt og sum kenna
markið millum virðing og
vanvirðing.
Ikki minst teir sjómenn,
ið framvegis lívbjarga hes-
um landi við sínum egna
lívi sum íløgu. Tey sum
hava lisið Føroya Sigling-
arsøgu vita, at hesin, sum
nú verður logið uppá, hevur
einaferð áður staðið við lív-
inum hjá sær og manning í
stórum vanda. Tað var tá
hann gjørdi tað bragd at
bjarga manning, skipi og
farmi undir ómøguligum
umstøðum í ísinum í Grøn-
landi.
Ting- og
landsstýrismanning
Tjóðveldisfloksins.
Heini. O. Heinesen,
Jógvan Durhuus,
Annita á Fríðriksmørk,
Finnur Helmsdal,
Hergeir Nielsen,
Karsten Hansen, Signar
á Brúnni,
Páll á Reynatúgvu,
Finnbogi Ísakson,
Høgni Hoydal
Skaðafrøi og ósannindir á prenti
Kórstevnan 2000
Í sambandi við stevnuna
Kórstevnur Føroya tríati ár
í 1997 varð tað avrátt, at
høvuðsstaðurin aftur skuldi
verða karmur um kórstevn-
una ár 2000.
Ein av gestakórleiðarun-
um tað árið var John Høy-
bye, sum longu tá legði okk-
um til at hava verkið Sacred
Concert
hjá
Duke
Ellingston, ið John sjálvur
hevur skipað fyri sopran
solo, kór og stórband, sum
eitt av høvuðsverkunum til
okkara Kórst4evnu 2000.
John Høybye og hansara
frálíka kór Tritonus fingu
tann heiður at verða boðin
yvir til USA í fjør at fram-
føra verkið í heimbýi Duke
Ellingstons og eisini í New
York í sambandi við, at 100
ár vóru liðin, síðan gitni
tónleikarin varð borin í
heim. Tritonus, sum fleiri
ferð áður hevur vitjað
hendavegin, verður eisini
við á kórstevnuni í ár.
Orkestur til framførsluna
av Sacred Concert verður
20-manna úrvalsbólkurin
Jaspis, sum telur læarar á
Føroya Musikkskúla og
framkomnar
næmingar,
sum fleiri nú eru undir
hægri útbúgving uttanlands.
Sangsolistur verður gitin
svensk songkvinna, sum
eitur Eleonor Johansson, og
væntiliga fer eisini føroysk
steppdansarinna at verða
við til framførsluna.
Av tí at tað er avmarkað,
hvussu stórt kór er hóskandi
til hetta verk, og eisini tí at
kórsambandið ynskir at
gera nakað serstaks burtur
úr stevnuni í hesum ári, fer
umframt John Høybye eis-
ini kvinnuligur kórleiðari at
taka sær av felagskóri. Hon
er norsk, eitur Tone Bianca
Dahl, starvast m.a. á Øst-
landets Musikkhøyskole og
er dagligur leiðari av mans-
kórinum Den norkse Stu-
dentersangforening. Tone
hevur enn ikki tikið støðu
til, hvørjum verkum hon fer
at arbeiða við; men vit
kunnu vænta okkum eitt
ljómandi úrval av norður-
lendskum og europeiskum
kórtilfari.
Tvídráttur hevur verið
um, nær árliga kórstevnan
eigur at verða hildin; men í
Kórsambandi Føroya ræður
tann sannføring, at vanliga
er bert dýrabiðidags viku-
skiftið fullgott, tí royndir á
hvørjum ári vísa, at stevnan
í Kristi himmalsferðarhalg-
uni mestsum dettur sundur,
av tí at alt ov nógvir kór-
sangarar ikki hava fvrí frá
arbeiði tann fríggjadagin.
Tá ið Kórstevnan 2000
kortini verður hildin í sam-
bandi við Kristi himmals-
ferðardag, er tað tí, at tað
til hesa merkisstevnu er
tørvur á fleiri døgum. Tí
heitir kórsambandið á allar
kórsangarar, sum ætla at
verða við á stevnuni, um,
har møguleiki er til tess, at
tryggja
sær
arbeiðsfrí
fríggjadagin 2. juni, tí hann
verður høvuðsvenjingar-
dagurin.
Enn
er
ongin
neyv
stevnuskrá løgd; men í høv-
uðsheitum verður gongdin
nn, at sangararnir møta
mikukvøldið 31. mai á
Eysturskúlanum, har tey,
sum fáa tað, fáa innivist.
Eftir at stevnan tá er sett,
verður farið undir fyrstu
venjingina.
Hósmorgunin,
Kristi
himmalsferðardag, verður
venjing fyri kirkjutíð og
aftur eftir døgurða. Út á
seinnapartin fara kórini
bussútferð at hava konsertir
í kirkjum og samkomuhús-
um úti um landið.
Fríggjadagin verður venj-
ing fyrrapart og seinnapart,
og um kvøldið framføra
einstøku kórini stutta skrá í
Norðurlandahúsinum.
Hesi trý kvøldini hava
kórsangararnir høvi til at
hugna sær saman »after
singing«.
Leygardagin verður venj-
ing fyrrapart, og eftir stutta
aðalroynd verða so tey stóru
felagsverkini at hoyra á
konsert í Norðurlandahús-
inum, sum byrjar kl. 17.00.
Kórstevnan 2000 endar síð-
an sum vant við veitslu-
haldi.
Limakórini fáa nærri at
vita um tilmeldingarfreist,
kostnað,
gjaldingarhátt,
gisting, gjølliga stevnuætl-
an o.a.m., eins og nærri eis-
ini verður lýst um hesi við-
urskifti í bløðunum við teim
»kórleysu« í huga.